Færøudvalget 2022-23 (2. samling)
FÆU Alm.del Bilag 10
Offentligt
2645868_0001.png
G RE INI NG
DANMARKS
NATIONALBANK
F Ø ROYS K U R BÚS KA P U R
9. JANUAR 2023 — NR. 1
Hákonjunkturur og vaksandi
tørvur fyri broytingum
Búskapurin megnar kreppuna
Sum í øðrum londum hevur inflasjónin tikið dik á
seg í Føroyum farna árið. Fiskaútflutningsprísurin
er eisini vaksin munandi, og tað hevur gagnað
fiskivinnuni og hevur styrkt hákonjunkturin. Saman
við lítlari skuld og einum sterkum arbeiðsmarknaði
gevur tað føroyska búskapinum góðar fortreytir
fyri at megna kreppuna.
INNIHALD
2
HÁ KO NJUNKTU RU R
OG TRÝS T F RÁ
I NFL ASJÓ NI NI
FØ ROYSKI R
BANK AR ERU B ETRI
ÚTG JØRDI R TI L AT
HA NDFARA TAP
DEM OG RAF I SK A
GO NGDI N G ER AT
TØRVURI N F Y RI
BROY TI NGU M ØK I ST
5
7
Rentuhækkingar og stórt tal av
bústaðarlánum við broytiligari rentu
Stóra talið av bústaðarlánum við broytiligari rentu,
sum stundum hava stutt til næstu rentutillaging,
merkja, at rentuhækkingarnar skjótt enda hjá føroy­
sku sethúsaeigarunum. Saman við øktu rentunum
fyri bústaðarlán í 2022, ger økta inflasjónstr�½stið,
at tað sannlíkt fer at vera torførari hjá føroyskum
sethúsaeigarum at gjalda sína skuld.
Demografiskar broytingar geva avbjóðingar
Lutfalsliga færri føroyingar fara í framtíðini at vera
í arbeiðsførum aldri, og parturin, sum fer at tørva
røkt, fer at vaksa. Tað fer at leggja tr�½st á almennu
útreiðslurnar. Føroyar hava í verandi hákonjunkturi
havt hall á fíggjarlógini, sum vísir á, at tørvur er á
broytingum.
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0002.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
2
Fólkatal Føroya
nú og í framtíðini
61 %
54 %
2022
2060
15-64 ára gomul
13 %
2022
17 %
2060
65-79 ára gomul
Fólkatal
54.081 tann 31. august 2022
BTÚ fyri hvønn íbúgva
431.000 kr. í 2021
425.000 krónur í Danmark til samanberingar
Arbeiðstíttleiki
84 pst. í 2021
77 pst. í Danmark til samanberingar
4%
2022
11 %
2060
80+ ára gomul
Hákonjunkturur
og tr�½st frá inflasjónini
Føroyar eru í einum hákonjunkturi við sera lítlum
arbeiðsloysi og høgum fiskaútflutningsprísi. Av tí at
tað longu frammanundan eru fá, ið ikki eru partur
av arbeiðsmegini, er torført hjá vinnuni at fáa n�½ggj
starvsfólk til økta virksemi.
Arbeiðsloysið er lækkað støðugt seinastu tíggju
árini og var í september niðri á 151 fulltíðar­ar­
beiðsleysum, sum svarar til 0,5 pst. av arbeiðsmegini,
sí mynd 1. Í sama tíðarskeiði er arbeiðsmegin munan­
di vaksin, m.a. orsakað av tilflyting.
Nógv inflasjón
Brúkaraprístølini í Føroyum eru eins í Evropa vaksin
sera nógv. Síðani fyrst í 2021 hevur gongdin í brú­
karaprístalinum tikið dik á seg og var í 3. ársfj. 2022,
sløk 10 pst. meiri enn árið frammanundan. Gongdin
fylgir neyvt tí donsku, sí mynd 2.
Verður sæð burtur frá orkuprísunum, sum hava verið
óvanliga óstøðugir, er inflasjónin í Føroyum góð 6
pst. sum er eitt vet omanfyri ta donsku.
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0003.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
3
Samanbering av føroysku prísgongdini við gong­
dina hjá øðrum londum er ikki heilt gjøgnumskygd
(samanberilig), tí vektirnar í brúkarakurvini í Før­
oyum ikki verða dagførdar leypandi. Vektirnar eru
grundaðar á eina brúkarakanning frá 2007, so at
útroknaða inflasjónin verður roknað eftir, at n�½tslu­
mynstrið hjá føroyingum ikki er broytt síðani tá.
Eftirsum at fólk vanliga broyta n�½tslu í mun til vørur,
ið gerast lutfalsliga bíligari, merkja fastar vektir, at
inflasjónin sannlíkt er mett í ovara lagi. Var sama
grundarlag n�½tt í Danmark, hevði inflasjónin í 3. ársfj.
Í 2022 verið eitt gott prosent hægri.
Orkuveitingin í Føroyum er tengd at olju, og ikki at
russiskum gassi, sum tað er í Evropa. Oljuprísirnir
hava verið støðugari enn gassprísirnir, men eru tó
vaksnir nakað væl – uml. 33 pst. frá 3. ársfj. 2021 til
3. ársfj. 2022. Orkuprísvøksturin stendur fyri uml. 2,5
prosentum av føroysku inflasjónini. Til samanberingar
stóð orkuprísvøksturin fyri 3,4 prosentum av donsku
inflasjónini í sama tíðarskeiði.
1
Ósamsvar ímillum inflasjón og búskaparárin
Tað hevur gagnað føroysku fiskivinnuni, at óvanliga
góðir fiskaprísir hava verið seinastu árini. Hjá teimum
flestu í vinnuni hava prísirnir verið nóg góðir til, at
teir hava vigað upp fyri vaksandi prísum av t.d. fóðri
og brennievni. Vøksturin í laksaprísinum var t.d.
48 pst. frá 2021 til 2022, meðan oljuprísurin í sama
tíðarskeiði vaks við 43 pst. Vinningurin av høgu
fiskaprísunum síggjast aftur í virðinum av føroyska
útflutninginum, sum higartil er 39 pst. størri í 2022
enn somu mánaðar í 2021, sí mynd 3.
Av tí at lønveitingarnar í fiskivinnuni vanliga eru kn�½ttar
at veiðuvirðinum, hava stóru útflutningsprísirnir
givið fiskivinnuni møguleika at útgjalda meiri í løn,
í kappingini um arbeiðsmegina. Lønarútreiðslurnar
fyri hvørt fólkið innan fiskivinnu og aling vaks frá 2012
til 2022 við 37 pst., meðan vøksturin í búskapinum
annars var 25 pst. Hetta svarar til ávíkavist 3,2 og
2,2 pst. hvørt ár.
Í útgangsstøðinum er tað positivt, at lønarvøksturin
í fiskivinnuni, orsakað av øktari framleiðslu, dregur
arbeiðsmegi at sær úr øðrum vinnum. Sum heild økir
tað um føroyska framleidnið. Tað kann tó eisini elva til
at føroyski búskapurin verður enn meiri miðsavnaður
Lítið arbeiðsloysi
og vaksandi arbeiðsmegi
Pst. av arbeiðsmegini
10
9
8
7
6
5
4
3
2
1
0
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
20
Arbeiðsloysi
Arbeiðsmegi (høgrumegin)
Mynd 1
1.000 fólk
30
29
28
27
26
25
24
23
22
21
20
22
Kelda: Hagstova Føroya.
Inflasjónin í Føroyum er
nær við ta donsku
Pst., ár­ár
12
Danmark
10
8
6
4
Føroyar
2
0
­2
Mynd 2
2020
2021
2022
Viðm.: Myndin vísir hvussu brúkaraprístalið, ikki íroknað
leiguvirði av egnum bústaði og goldna rentu av realkreditt­
lánum, hækkar ár fyri ár, Hetta ger at donsku og føroysku
brúkaraprístølini eru meiri samanberilig. Heilar strikur vísa
inflasjón, brotstikur vísa inflasjón u/orku.
Kelda: Hagstova Føroya.
1
Mált sum HICP.
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0004.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
4
kring fiskivinnuna, sum harvið ger búskapin meiri
viðkvæman fyri sveiggjum.
Ein útflutningsvinnugeiri, sum liggur langt á odda
í lønarveitingum, kann eisini gera tað truplari hjá
restini av vinnuni í Føroyum. Er ætlanin t.d. at økja
um eldrarøktina, so hvørt sum demografiska gongdin
skeiklast, kann tað gerast trupult at fáa nóg mikið
av arbeiðsmegi.
Hóvligur lønarvøkstur
Ósmidligi arbeiðsmarknaðurin, samanborin við
høgu inflasjónina og vaksandi útflutningsprísirnar,
sær higartil ikki út til at hava havt stórvegis árin
á lønartr�½stið í Føroyum, sí mynd 4. Miðal løn­
arvøksturin seinastu tíggju árini hevur verið uml.
2,2 pst. (mált sum lønarsummur fyri hvørt starvsfólk).
Lønarútreiðslurnar í 2022, hava higartil ligið uml.
3,5 pst. omanfyri somu mánaðar í 2021. Tað s�½nir
ein vøkstur í lønarútreiðslum, fyri hvørt starvsfólk,
upp á 13,2 pst. í fiskivinnuni og 1,6 pst. í restini av
búskapinum.
Av tí at setanarsáttmálarnir eru samansettir sum teir
eru, vaksa og minka lønirnar í fiskivinnuni saman
við vinninginum í vinnugreinini og vøksturin fer tí
neyvan at elva til stúran um eina løn­prís­ringrás.
Handils og fiskivinnusáttmálar
við Russland gagna føroyskari fiskivinnu
Tað gagnar føroysku fiskivinnuni væl, at tað ber til
at fiska í ymsum sjógvi, so at vinnan ikki er bundin
av, at fiskurin júst svimur í føroyskum sjógvi. Ein røð
av altjóða sáttmálum, hava søguliga havt við sær,
at grannalond kunnu fiska í sjónum hjá hvørjum
øðrum. Hetta hevur verið eitt slag av váðaspjaðing.
Í november í 2022, gjørdu Føroyar, eins og Noreg
fyrr í árinum, longdan sáttmála við Russland.
Sáttmálin gevur føroyingum atgongd til russiska
partin av Barentshavinum, í b�½ti við, at russisk før
fáa atgongd til føroyskt sjóøki.
Umframt fiskivinnusáttmálan hevur Russland eisini
verið størsti keypari av føroyskum fiski í fleiri ár.
Tað broyttist í 2022. At kalla eingin fiskur er higartil
seldur til Russlands. Av tí at revsitiltøkini móti
Russlandi ikki fevna um matvørur, er orsøkin, at
virki sjálvi hava valt, at tey ikki selja til Russlands.
Nú henda greining verður skrivað, er enn ov tíðliga
at gera upp russlandshandilin fyri 2022, av tí at
sildatíðin ikki enn er við í dátunum. Onnur fiskasløg
verða seld í nógvum londum, men við sildini vísir
Vøkstur í útflutningi verður
borin av vaksandi fiskaprísum
á heimsmarknaðinum
Prístal, 1. Januar 2010 = 100
6­mðr
glíð. miðal
300
Laksur
250
200
150
100
50
Makrelur
Mynd 3
Mió. kr
6­mðr
glíð. miðal
1.100
900
700
500
300
100
Útflutningur (høgrumegin)
10 11 12 13
14 15 16
17
18
19 20 21 22
Viðm.: Myndin vísir prísgongdina hjá føroyska laksa­ og
makrelútflutninginum. Útflutningurin av ávíkavist laksi
og makreli, var í 2021 45 og 23 pst av samlaða føroyska
útflutninginum. Fiskur stendur samanlagt fyri uml. 95 pst
av føroyska vøruútflutninginum.
Kelda: Hagstova Føroya.
Lønarvøksturin framvegis hóvligur
Pst.
10
8
6
6 mðr. glíð. miðal
4
2
0
­2
­4
Lønarvøkstur fyri hvørt starvsfólk
Mynd 4
2020
2021
2022
Viðm.: Myndin vísir vøkstur í lønarupphædd fyri hvørt starvsfólk
í Føroyum. Súlurnar vísa dátur hvønn mánaða fyri árliga
vøksturin. Strikan vísir 6­mánaðar glíðandi miðalið. Tal av
løntakarum verður ikki talt dupult, um ein hevur fleiri størv.
N�½ggjasta dátupunkt er frá september í 2022.
Kelda: Hagstova Føroya.
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0005.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
5
tað seg at vera torført at finna aðrar útflutnings­
marknaðir enn Russland. Tað kann tí væl enda við, at
útflutningurin til Russlands gerst ein størri partur fyri
tað, sum eftir er av 2022, enn tað hevur verið fram til
redaktiónstíðarskeiðið.
Stórur vøkstur
í íbúðarkostnaði seinastu árini
Mið. sethús.prís., mio. kr.
4,0
3,5
3,0
Tórshavn
Mynd 5
Føroyskir bankar eru betri
útgjørdir til at handfara tap
Meginparturin av allari lánveiting í Føroyum, verður
framd av teimum f�½ra føroysku peningastovnunum.
Teir standa eisini fyri at umsita realkredittlánini, av
tí at samstarvsavtalur eru gjørdar við donsk real­
kredittfeløg um at fíggja privatar bústaðir í Føroyum.
Útlánið til føroysk húsarhøld og virki vóru í oktober
2022 ávikavist uml. 6 pst. og 2 pst. meiri enn árið
frammanundan.
2
Útlánsvøksturin til virki er minkaður
munandi síðan miðskeiðis í 2021 og tað kann koma
av, at lánifyrispurningarnir frá føroysku virkjunum er
tálmaður.
Vøksturin í bústaðarlánum skal síggjast
í samanhangi við vaksandi bústaðarprísir
Bústaðarlán frá føroyskum bankum, og donskum
realkredittstovnum, telja umleið helmingin av samlaðu
útlánununum hjá peningastovnunum í Føroyum.
Bústaðarlánini vóru knapt 7 pst. størri í oktober
2022 enn árið fyri. Bústaðarlánini hava verið í vøkstri
seinastu árini, sum skal síggjast í samanhangi við vak­
sandi bústaðarprísirnar, serliga í Tórshavn, sí mynd 5.
Bústaðarprísirnir í Føroyum hava verið vaksandi m.a.
av vaksandi nettoinntøkum. Ein stórur fólkavøkstur
síðani 2013, og fallandi rentustøði fram til endan av
2021, hava eisini økt um eftirspurningin eftir bú­
støðum. Samstundis hevur útboðið av bústøðum ikki
fylgt við økta eftirspurninginum.
3
Føroyski bústaðarmarknaðurin er merktur av, at
meginparturin av útlánunum til bústaðarkeyp eru við
avdrátti. Hetta betrar um mótstøðuførið hjá føroysku
sethúsaeigarunum í mun til afturgongd í búskapinum.
2,5
2,0
1,5
1,0
0,5
0,0
85
88
91
94
97
00
03
06
09
12
15
18
21
Smærri bygdir
Stórar bygdir
Viðm.: Tølini fyri 2022 fevna einans um handlar, ið eru framdir í
1.­3. ársfj.) og tí er ein ávís óvissa heft at tølunum.
Kelda: Hagstova Føroya, BankNordik og egnar útrokningar.
Føroyskir sethúsaeigarar verða
ávirkaðir av rentum
Flestu føroysku sethúsaeigararnir hava broytiliga
rentu á bústaðarlánum sínum, sí
mynd 6,
vinstru­
megin. Hjá uml. 85 pst. av bústaðarlánunum við
broytiligari rentu, er minni enn eitt ár til næstu
rentutillaging. Vaksandi renturnar fara tí skjótt at
raka rentuútreiðslurnar hjá føroysku sethúsaei­
garunum.
Renturnar av føroyskum bústaðarlánum hava
verið vaksandi í 2022, men byrjaðu lágt, sí mynd
6,
høgrumegin. Rentuhækkingarnar koma omaná,
at inflasjónin leggur stórt tr�½st á føroyska búskapin.
Samanumtikið má væntast, at vaksandi rentuútreið­
slurnar av bústaðarlánum, og prísvøksturin sum
heild, fara at gera tað torførari hjá føroysku set­
húsaeigarunum at gjalda sína skuld.
Rentustuðulin av bústaðarlánum taka tó nakað av
ávirkanini, sum rentuhækkingarnar hava á búskapin
hjá føroysku sethúsaeigarunum. Rentustuðulin
lækkar rentuútreiðslurnar við 35 pst. av rentuútreið­
slunum, tó í mesta lagi 100.000 kr.
2
3
Útlán frá føroyskum peningastovnum og donskum realkredittstovnum.
Sí Adrian Michael Bay Schmith og Flora Nagy, Hákonjunktururin
hevur fingið ferðina aftur,
Danmarks Nationalbank Greining
(Føroyskur búskapur),
nr. 27, 18. novembur 2021
(leinki).
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0006.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
6
Føroyskir sethúsaeigarar hava í stóran mun broytiliga rentu á bústaðarlánunum
og eru nú farin at rinda meiri í rentu
Pst.
Realkredittlán
við fastari
rentu
4,0
Mynd
6
3,6
Rentur av n�½ggjum bústaðarlánum
Realkredittlán við
broytiligari rentu
3,2
Bankalán við
broytiligari rentu
2,8
2,4
Renta av útistandandi bústaðarlánum
2,0
2016
2017
2018
2019
2020
2021
2022
Viðm.: Myndin vinstrumegin: Útlán til bústaðir hjá føroyskum húsarhaldum (ikki írokn. persónlig virki), frá føroyskum peningastovnum og
donskum realkredittstovnum. Hjá fastrentaðu bústaðarlánunum hava nógv tey flestu fleiri enn 10 ár til næstu rentutillaging. Dátur fyri
oktober 2022 Myndin høgrumegin: Rentan hjá føroyskum og donskum realkredittstovnum (írokn. Gjøld) fyri útlán til bústaðir hjá føroysku
húsarhaldunum (ikki írokn. persónlig virki). Ein einstøk dáta er ikki við, orsakað av trúnaði. N�½ggjasta dátan er frá oktober 2022.
Kelda: Danmarks Nationalbank.
Føroyskir bankar hava nakað minni part
av bráðfeingis vinnulánum enn danskir bankar
Vinnukundarnir hjá føroysku peningastovnunum
síggja sum heild út til at standa seg væl. Tað sæst av,
at føroysku peningastovnarnir hava færri bráðfeingis
útlán og veðhald til vinnukundar enn donsku peninga­
stovnarnir, sokallaðu peers, hava, sí
mynd 7. Lágar
niðurskrivingar og fleiri stórar niðurgjaldingar frá
vinnuligum útlánum síðani 2016 benda harumframt
á, at gongdin í kredittgóðskuni hjá vinnukundunum
hevur verið positiv.
Eginpeningsavkastið hjá føroyska vinnulívinum var
í 2020 og 2021 umleið tað sama sum søguliga miðal­
talið fyri 1998­2021. Hetta kemur tó í kjalarvørrinum
av fleiri árum við stórum vinningi, og tryggleikastigið/
soliditetsgradin er nærum søguliga høgt. Sædd
undir einum eru føroysk virki sostatt betri fyri at
standa seg móti tapi, um t.d. innflutningsprísir vaksa
ella konjunkturarnir í búskapinum venda og elva
til at virkistreytirnar versna.
Eitt vet færri bráðfeingis lán o.a.
til vinnulívið í føroyskum peninga-
stovnum, samanborið við danskar
Mynd 7
Føroyskir peningastovnar
Danskir peers
Onnur vinna (6%)
Fastogn (20%)
Flutningur, hotell o.a. (11%)
Handil (15%)
Byggivinna (13%)
Orkuveiting (5%)
Ídnaður og ráevni (13%)
Landbúnaður, fiskur o.a. (17%)
Vinna samanlagt
0
5
10
15
20
25
Bráðfeingis lán og
veðhøld, pst.
Viðm.: Dátur fyri ultimo 1. Hálvár 2022. Bráðfeingis lán og garanti
hjá peningastovnunum til einstøku vinnugreinarnar í pst.
av útlánum og garantium í einstøku vinnugreinunum.
Prosentpartar í klombru vísa útlán og veðhøld hjá føroysku
peningastovnunum í pst. av teirra útlánum og garantium
til vinnulívið sum heild. Útlán og garanti til vinnugreinar,
sum eru minni enn 5 pst. av útlánunum og garantiunum
hjá føroysku peningastovnunum samanlagt, eru ikki við.
Samanborið er við peningastovnar í bólki 2 og 3 hjá
Fíggjareftirlitinum.
Kelda: Fíggjareftirlitið og egnar útrokningar.
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0007.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
7
Føroysku peningastovnarnir hava
vart seg betur móti tapi
Føroysku peningastovnarnir eru eisini betri kapitali­
seraðir seinastu árini, sí
mynd 8.
Tað ger, at teir eru
betur fyri at standa seg ímóti komandi tapi, sum
vanligi raksturin ikki megnar at verja seg fyri. Fram­
gongdin í kapitalkjarnuprosentinum hjá føroysku
peningastovnunum hevur eisini havt eitt positivt
árin á kapitalyvirdekningin, nú ið meiri frástøða er
frá regulatorisku krøvunum enn áður.
Vinningurin hjá føroysku peningastovnunum hevur
verið merktur av sveiggjunum á fíggjarmarknaðinum
í 2022 og eginpeningsavkastið er komin niður á eitt
støði, sum liggur undir miðal avkastið síðani 2017.
Hinvegin hevur vinningurin í 1.­3. ársfj. 2022 verið
grundaður á afturberingar av niðurskrivingum.
Fyri føroyska búskapin hevur tað t�½dning, at pe­
ningstovnarnir eru førir fyri at standa ímóti stoytum
og tapi frá kundum, so at teir kunnu umsita kapital
og tænastuveitingar, eisini í búskaparligari aftur­
gongd. Tað er ikki minst galdandi fyri teir størstu
bankarnar í Føroyum, BankNordik og Betri Banki,
sum hvør sær javnviga við umleið helvtini av føroyska
BTÚ í 2021, og eru l�½stir sum systemiskt t�½dningar­
miklir fíggjarstovnar í Føroyum.
4
Føroysku peningastovnarnir
hava vart seg betur móti tapi
Pst. av váðavektaðum lánum
30
Veruligur kjarnukapitalur (CET1)
25
20
15
Kapitalyvirdekningur
10
5
0
Mynd 8
2016
2017
2018
2019
2020
2021
2022
Viðm.: Kapitalyvirdekningurin fyri føroysku peningastovnarnar er
uppgjørdur sum veruligi kjarnukapitalurin har samanlagda
kapitalkravið til veruliga kjarnukapitalin (írokn. kapitalbuf­
farar) er drigið frá. N�½ggjastu dátur eru frá 3. ársfj. 2022.
Kelda: Fíggjareftirlitið.
Yvirskipað er føroyski búskapurin sunnur við nógvum
virksemi, lítlari almennari skuld og ognum uttan­
lands. Sum útgangsstøði er føroyski búskapurin
sostatt lutfalsliga mótstøðuførur til at megna eitt
tíðarskeið við búskaparligari afturgongd.
Demografiin fer sum frá líður at vera
ein avbjóðing fyri almenna búskapin
Eins og mong onnur lond fer ein munandi broyting
fram í fólkasamansetingini tey komandi áratíggjuni.
Mongdin av børnum og eldri, í mun til fólkamong­
dina í arbeiðsførum aldri, hevur síðani 1985 støðugt
verið 60 pst. Tað merkir, at fyri hvørji tíggju fólk í ar­
beiðsførum aldri, eru 6 børn og eldri, sum vanliga fáa
meiri pening frá tí almenna, enn tey gjalda í skatti.
Longu í 2030 verður væntað, at talið vekstur til góð
70 pst. og tá ið vit nærkast 2060 til 90 pst., sí
Mynd 9.
Umframt at tey uttanfyri arbeiðsføra aldurin økjast,
fara tey, sum eru pensjónistar eisini at eldast. Av tí
at heilsuútreiðslur vaksa, so hvørt sum livialdurin
økist, leggur tað enn størri tr�½st á almennu útreiðslu­
rnar. DREAM­bólkurin hevur t.d. útroknað almennu
útreiðslurnar pr. fólk í Danmark at vera tvær ferðir
størri fyri 80 ára gomul enn fyri 65 ára gomul í 2014.
5
Demografiska gongdin ger
at tørvurin fyri broytingum økist
Føroyski búskapurin er lutfalsliga einsháttaður og er
sera tengdur at fiskivinnuni, sum er sermerkt av, at
tað ikki ber til at vita, hvussu vinningurin fer at vera.
Júst henda fortreyt ger, at tað er serliga t�½dningarmi­
kið at n�½ta góðar tíðir, til at fyrireika seg til verri tíðir,
tá ið tað t.d. kann gerast neyðugt at læna pening úr
útlondum. Tað kann t.d. vera at økja útlendskar ognir
og at tryggja at búskaparligi bygnaðurin er gagn­
ligur. Verður neyðugt at læna pening uttanlands,
er umráðandi, at føroyski búskapurin framvegis er
góður, og at íleggjarar meta tað sum sannlíkt, at
Føroyar fara at megna at venda gongdini – eisini
hóast høvuðsvinnan verður hart rakt, og ein stórur
partur av arbeiðsmegini kanska fer av landinum.
4
Sí árliga pressuskrivið frá Fíggjareftirlitinum, sum ásetur
SIFI­peningastovnar, 24. juni 2022 (leinki).
5
Sí DREAM, Samfelagsbúskaparligar avleiðingar av sunnari ellisárum,
2021 (leinki).
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0008.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
8
Í Føroyum væntast, at tey omanfyri 65 fara at økjast
frá 18 pst. í dag til 27 pst. í 2060. Hjá teimum eldri
enn 80 ár verður økingin lutfalsliga størri. Væntað
verður, at bólkurin fer frá at vera 4,5 pst. av fólka­
talinum til uml. 11 pst., sí mynd
9. Tá ið hetta gerst
veruleiki, má tað væntast, at tað fer at vera munandi
verri fyri almenna búskapin.
Hjá flestu londum eru demografiskar forsagnir
vanliga rættiliga beinraknar, tá ið tær eru stutt­
og miðalskygdar. Orsøkin er, at meginparturin av
fólkavøkstrinum stavar frá burðaravlopinum, sum
rímiliga væl kann spáast um. Av tí at ein lutfalsliga
stórur partur av fólkavøkstrinum kemur frá tilflyting,
er støðan í Føroyum øðrvísi, sí Mynd 10. Í fyrsta lagi
er torført at spáa um hvussu nógv til­ og fráflyting
verður komandi árini. Í øðrum lagi er torført at spáa
um teirra aldur og kyn.
Stóru sveiggini í til­ og fráflytingini kunnu ávirka
haldførið á ymiskan hátt. Flyta fólk í arbeiðsføra
aldrinum av landinum, tá ið tey gerast arbeiðsleys,
tænir tað stuttskygt almenna búskapinum, av tí at
tað verður minni goldið í stuðuli. Hinvegin kunnu
demografisku avbjóðingarnar versna, um tey ikki
koma aftur, ella um lønin í útlondum hækkar meiri
enn í Føroyum og dregur fólk í arbeiðsførum aldri
úr arbeiðsmegini.
Alment hall tarnar politiska
smidleikanum í framtíðini
Í 2015 metti Búskaparráðið, at tað fór at krevja varandi
fíggjarpolitisk afturhald áljóðandi 5 pst. av BTÚ, fyri
at fáa javnvág í føroyska búskapin, í longdini.
6
Tað
kundi gerast við øktum skattainntøkum, færri almen­
num útreiðslum ella broytingum í arbeiðsútboði.
Síðani tá hevur hákonjunktururin tikið dik á seg, og
Føroyar eru nú í eini serliga góðari støðu, bæði hvat
konjunkturi og heimsmarknaðarprísum viðvíkur. Av tí
at báðir partar hava positivt árin á almenna búskapin,
hevði verið væntandi, at vinningurin var størri í dag
enn í 2015, eisini uttan broytingar í haldførinum.
Færri fólk í vinnuførum aldri
Pst.
90
Børn og eldri pr. fólk í arbeiðsførum aldri
80
70
60
50
Fólkatal omanfyri 80 ár (høgrumegin)
40
30
1985
2000
2010
2020
2030
2040
2050
Mynd 9
Pst.
12
10
8
6
4
2
0
2060
Viðm.: ”Børn og eldri verða l�½st sum persónar eldri enn 65 og
yngri enn 15. Arbeiðsførur aldur er øll millum 15­65
Kelda: Hagstova Føroya.
Til- og fráflyting hevur stóran t�½dning
fyri føroyska fólkavøksturin
Pst.
3
2
1
0
­1
­2
­3
­4
­5
Nettotilflyting
Fólkavøkstur
Mynd 10
Fødd (deyð drigin frá)
86 88
90 92
94 96 98
00 02
04 06 08
10 12
14 16 18
20 22
Viðm.: Myndin skilmarkar fólkavøksturin (strika) í føðitali, frádrigið
deyðatal (lilla) og nettotilflyting (blátt).
Kelda: Hagstova Føroya.
6
Sí Redegørelsen F15, Búskaparráðið, 2015 (leinki).
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0009.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR – 9. JANUAR 2023
9
Verður sæð burtur frá óvanligum einstøkum inntøkum,
hevur tað almenna tó havt munandi hall seinastu
árini, sí Mynd 11.
7
Hóast afturvendandi hallið seinastu árini hava
Føroyar kortini ikki sett seg í hægri skuld. Í 2021
var samanlagda EGS­skuldin (ØMU) 33 pst. av BTÚ.
Orsøkin er m.a. stórur nominellur BTÚ­vøkstur og
at partabrøv hjá landinum eru seld. Tað merkir, at
tað framvegis ber til at taka lán, fyri fíggja almenna
n�½tslu í eini møguligari komandi afturgongd, ella
at gera almennar íløgur í t.d. samferðslukervi. Við
framhaldandi halli, drivin av demografisku gongdini,
má tó væntast, at skuldin so líðandi fer at økjast og
tað fer í framtíðini at gera, at hesin møguleikin ikki
verður varandi.
Okkurt bendir á, at føroyski búskapurin rættiliga
skjótt fer at merkja avleiðingarnar av demografisku
avbjóðingunum. Tað fer at vera meiri gagnligt at
handfara avbjóðingarnar í góðari tíð, heldur enn
tá ið tær gerast veruleiki.
Alment hall hóast søguliga
góðar tíðir
Pst.
4
3
2
1
0
­1
­2
­3
­4
­5
10
Arbeiðsloysi (høgrumegin)
Mynd 11
Pst.
Almennur vinningur u/einstakar inntøkur
8
7
6
5
4
3
2
1
17
18
19
20
21
22
0
11
12
13
14
15
16
Viðm.: Myndin vísir samlaða leypandi lands­ og kommunuyvir­
skotið. 2022 er ein forsøgn frá Búskaparráðnum. Einstakar
inntøkur í 2022 áljóðandi 176 mió. Kr., ið svarar til 0,7 pst.
av BTÚ og 212 mió. Kr. Í 2021, ið svarar til 0,9 pst. av BTÚ,
eru drignar frá. Inntøkurnar stava frá de facto­sølu av
ognum landsins, umframt óvanligan vinning frá søluni
av donsku deildini hjá BankNordik.
Kelda: Hagstova Føroya og Búskaparráðið.
7
Óvanligu inntøkurnar fevna um: Óvanligt vinningsb�½ti í 2021 og 2022,
orsaka av, at BankNordik seldi danska deild; almenna ognin í P/F Tjal­
dur vórðu seldar í 2022; avtøka av grunninum, sum umsat almennu
partabrøvini í P/F BankNordik, umframt avtøku av grundkapitalinum
hjá Landsbanka Føroya.
FÆU, Alm.del - 2022-23 (2. samling) - Bilag 10: Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2645868_0010.png
UDGIVELSER
UM
G R EININGI NA
Sum ein avleiðing av leiklutinum hjá tjóð bank­
anum í samfelagnum verða greiningar um
búskaparlig og fíggjarlig viðurskifti gjørdar.
Greiningarnar verða givnar út leypandi og fevna
m.a. um metingar av aktuellu konjunkturstøðuni
og tí fíggjarliga støðufestinum.
Greiningin er sett saman av einari danskari, enskari og føroyskari útgávu. Um ivi er um neyvleikan í t�½ðingini, er tann
danska útgávan galdandi.
DANMARKS NATIONALBANK
LANGELINIE ALLÉ 47
2100 KØBENHAVN Ø
WWW.NATIONALBANKEN.DK
Lasse Holm
Senior bankanalytiker
[email protected]
FINANSIEL STABILITET
Thomas Rasmusen
Damsgaard Tørsløv
Økonom
[email protected]
ØKONOMI OG PENGEPOLITIK
KONTAKT
Ritstjórnin er liðug
8. desembur 2022
Ole Mikkelsen
Kommunikations­
og presserådgiver
[email protected]
+45 3363 6027
SEKRETARIAT
OG KOMMUNIKATION