Færøudvalget 2021-22
FÆU Alm.del Bilag 10
Offentligt
2483074_0001.png
G RE INI NG
DANMARKS
NATIONALBANK
FØ ROYS KU R BÚS KA P U R
18. NOVEMBUR 2021 — NR. 27
Hákonjunktururin hevur
fingið ferðina aftur
Stórur tørvur á arbeiðsmegi
Sera lítið arbeiðsloysi og høgur vinnutíttleiki
hava elvt til, at trot er á arbeiðsmegi í flest
øllum vinnum í Føroyum. Samstundis hevur
alheims koppsetingarátakið bøtt um útlitini
hjá útflutninginum, og tað stuðlar upp undir
framhaldandi hákonjunkturin.
INNIHALD
2
4
SA MA NUM TØ KA
FRA MG ONG D Á
ÚTFL UTNI NG -
SMA RKNA ÐI NUM
STUÐL A R UP P UN DI R
FI SKI VI NNUN A
ØKT NÝ TSL A H EV UR
GJØ RT SÍ T T TI L AT
HA LDA BÚSKA PA RLI G A
VI RKSEM I NUM UP PI
TRÝSTI Ð Á
A RBE I ÐSM ARKNA ÐI-
NUM E R A FTU R
FRA MG ONG DI N
ÁVI RKA R
BÚS TA ÐARP RÍ SI R
OG L ÁNVEI TI N G
6
Húsarhald og virki eru væl bjálvað
Privati geirin hevur bjálvað seg í uppgongutíðu-
num og er mótstøðuførari ímóti stoytum móti
búskapinum. Stórur vøkstur í bústaðarprísum
og tr�½stið á arbeiðsmarknaðin ger tó, at vandar
skjótt kunnu byggja seg upp.
7
9
12
TØRVUR Á L AN G SKYG -
DUM Æ TL AN UM F Y RI
BÚSK APARP OLI TI K KI N
Tørvur á langskygdum ætlanum
í almenna geiranum
Langskygdar fíggjarpolitiskar ætlanir kunnu
styrkja mótstøðuførið hjá búskapinum. Í góðum
tíðum má sparast saman til verri tíðir. Sam-
stundis er av t�½dningi, at javnvág er millum
útreiðslur og inntøkur í framtíðini, tá ið fleiri
eldri vera.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0002.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
2
Samanumtøka
Covid-19 sjúkan rakti altjóða búskapin meint og í
Føroyum hevði farsóttin eisini við sær, at alt virksemi
brádliga minkaði. Bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, lækkaði
við 2,4 prosentum
1
í 2020, eftir fleiri ár við hákonjunk-
turi og munandi framgongd av vaksandi fiskaprísum.
Útflutningsvinnan, ið mestsum burturav selur fisk, var
tó skjót at snara søluni frá afturlatnum matstovunum,
til opnu húsarhaldsvøruhandlarnar. Hetta bøtti um
inntøkuna, men útflutningsmarknaðirnir vóru merktir
av avmarkingum, ið skuldu tarna smittuspreiðingini.
2
Bakkastið varð tí avmarkað og hevur higartil bert
verið ein steðgur í hákonjunkturinum.
Longu um árslok í 2020 vóru eins nógv aftur til
arbeiðis sum undan farsóttina, og í løtuni er ar-
beiðsloysið í Føroyum bert gott 1% av arbeiðsme-
gini, sí mynd 1. Av tí at virksemi og arbeiði vóru so
skjótt varð endurreist, er aftur tørvur á arbeiðsmegi.
Tað er t�½dningarmikið, at karmarnir á arbeiðsmar-
knaðinum stuðla upp undir eina smidliga arbeiðs-
megi, har m.a. útlendsk arbeiðsmegi kann koma til
landið, tá ið á stendur.
Í einum búskapi sum tí føroyska, ið er savnaður kring
sjófeingi, verður ikki væntað, at tr�½stið á arbeiðsmar-
knaðin ávirkar kappingarevnið hjá útflutningsvin-
nuni í sama mun. Orsøkin er, at søluprísirnir í størri
mun eru tengdir at veiðumøguleikum, lívfrøðiligum
viðurskiftum og heimsmarknaðarprísum, enn av løn-
arútreiðslum, sum vanligt er í siðbundnari vinnuligari
framleiðslu. Tað eru tí onnur viðurskifti enn lønar-
lagið, sum í størri mun avgera, hvussu væl virkini
megna at kappast á heimsmarknaðinum. Samstundis
hava bygnaðarlig viðurskifti, so sum fiski- og handils-
sáttmálar og ein munagóð fiskivinnuumsiting, eisini
stóran t�½dning fyri, um virkini eru kappingarfør.
Tíðarskeið við nógvum tr�½sti á arbeiðsmarknaði-
num mugu tó ikki at hava við sær, at bjartskygnið í
teimum pørtum av búskapinum, ið verða ávirkaðir
av gongdini í útflutningsvinnuni, verður ov stórt.
Heldur eiga bæði almenni og privati geirin at spara
saman í góðum tíðum, fyri at byrgja upp fyri verri
Uppgongutíðirnar halda
fram eftir skjóta endurreisn
Prosentum av arbeiðsmegini
8
7
6
5
4
3
2
1
0
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
20
Arbeiðsloysi
Mynd 1
Í fulltíðarstarvi
28.500
Løntakarar (høgra ás)
27.500
26.500
25.500
24.500
23.500
22.500
21.500
20.500
Kelda: Hagstova Føroya.
tíðum. Føroysku húsarhaldini og virki eru sum heild
væl bjálvað, men m.a. stóri vøksturin í sethúsaprísum
seinnu árini og tørvurin á arbeiðsmegi ger, at vandi
skjótt kann vera á ferð.
Lítandi frameftir verður væntað, at útlitini fyri útflut-
ningsmarknaðarnar eru ljós, nú eftirspurningurin er
endurreistur skjótari enn væntað var. Skjóta endur-
reisnin er m.a. vegna heimsfevnandi koppsetingina, ið
hevur verið ígjøgnum árið. Hinvegin sær verri út fyri
ein part av fiskaútflutninginum, av tí at eingin sáttmáli
er gjørdur við Stórabretland um makrelfiskiskap. Van-
tandi sáttmálin hevur m.a. havt við sær, at prísirnir eru
lægri og tað ger greitt, at góðir karmar hava t�½dning
fyri kappingarevnið hjá útflutningsvinnuni.
Uppgongutíðirnar í Føroyum hava sum heild verið
bornar fram av, at framgongd hevur verið í framle-
iðsluni í bæði fiskivinnu og aling.
3
Virkini hava styrkt
seg og lánveitingin er vaksin minni enn búskapurin
sum heild. Føroyski búskapurin stendur seg sostatt
betur ímóti stoytum uttaneftir, enn bæði í 1990unum
1
2
Fyribils tøl. BTÚ í Føroyum verður bert uppgjørt í leypandi prísum.
Sí Adrian Michael Bay Schmith og Flora Nagy, Højkonjunkturen på
Færøerne taber fart,
Danmarks Nationalbank Analyse (Færøsk økono-
mi),
nr. 29, 14. desembur 2020.
3
Eginpeningsavkastið í fiskivinnu og aling er hækkað í uppgongutíðu-
num, hóast talið av virkjum er lækkað. Sí roknskaparhagtøl frá
Hagstovu Føroya.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0003.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
3
Fakta um Færoyar
og fiskivinnuna
FISKIVINNA
81 %
av samlaða
útflutninginum er
vøruútflutningur
95 %
av vøruút-
flutninginum
er fiskur
ALMENNI GEIRIN
HOTEL
40 %
… av tí er
laksaútflutningur
36 %
av arbeiðsfjøldini
starvaðust í 2019 hjá
í almenna geiranum
34 %
er almenna
skuldin
av BTÚ
17 %
av arbeiðsfjøldini
starvaðist í 2019
innan fiskivinnu,
alivinnu, framleiðslu
og skipasmíð
28 %
av BVØ í 2019
kom frá fiskivinnu,
alivinnu og
framleiðslu
FERÐAVINNA
2%
av BVØ í 2017 kom
frá ferðavinnuni*
aðrar vinnur verða
ávirkaðar av
útflutningsinntøkunum
frá fiski**
Fólkatal:
BTÚ pr. íbúgva:
Vinnutíttleiki:
Gjaldoyra:
53.559 pr. 1. august 2021
384.000 kr. í 2020
Til samanberingar: 400.000 kr. í Danmark
84 pct. í 2020
Til samanberingar: 78 % í Danmark
Danskar krónur
* BVT angiver bruttoværditilvækst.
** se fx Arnason mfl., Økonomisk rente og ringvirkninger i de Vestnordiske
fiskerier, Nordic Atlantic Cooperation (NORA), oktober 2015.
og í árunum undan fíggjarkreppuni, sum eisini er ko-
mið til sjóndar í farsóttartíðini. Tað er umráðandi fyri
ein eintáttaðan búskap, hvørs inntøkur uttaneftir eru
tengdar at fáum stórum vinnugreinum, sum eru sera
útsettar fyri sveiggjum í veiðu og fiskaprísum.
Langskygdur fíggjarpolitikkur
kann styrkja haldførið
Við at leggja til viks í góðum tíðum, kann tað almena
gera sítt til at styrkja búskapin, so at okkurt er at
taka av í verri tíðum. Hetta er eisini galdandi, hóast
privati geirin er væl bjálvaður. Nógv virksemi og
arbeiði er óbeinleiðis tengt at útflutningsvinnuni og
tí er neyðugt, at fíggjarpolitikkurin er støðufestandi,
so hann kann bjálva ímóti fíggjarsveiggjum og læk-
kandi inntøkum frá fiskivinnuni.
4
Lítil almenn skuld
gevur sítt ískoyti við at tryggja, at landsst�½rið hevur
rásarúm.
Landsst�½rið eigur haraftrat at raðfesta langskygdar
ætlanir, ið tryggja haldførið hjá almenna búskapi-
num. Tað hevði verið gagnligt at raðfest langskygdar
framskrivingar í fíggjarætlanunum, sum høvdu givið
yvirlit yvir útreiðslurnar til m.a. almennar tænastur
4
Sí t.d. Hermann Oskarsson, Fortreytirnar fyri búskaparpolitikki í tilfe-
ingisríkum pinkulandi,
Landsbanki Føroya,
18. mars 2021 (leinki, bert á
føroyskum).
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0004.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
4
í framtíðini. Tað hevur serliga t�½dning, av at væn-
tað verður, at fleiri eldri vera í Føroyum í framtíðini.
Sum heild kann eitt víðkað skattagrundarlag, t.d. við
ognarskatti, gera sítt til at betri javnvág verður millum
inntøkur og útreiðslur framyvir.
Endurn�½ggjað framgongd
í útflutninginum
Mió. kr.,
6-mánaða
glíðandi miðal
500
400
Mynd 2
Mió. kr.,
6-mánaða
glíðandi miðal
860
740
620
500
Framgongd á
útflutningsmarknaðinum stuðlar
upp undir fiskivinnuna
Føroyski búskapurin er lítil og opin. Hann er í stóran
mun tengdur at samhandli við umheimin og útflut-
ningurin er beint omanfyri 50% av BTÚ, eins og í Dan-
mark. Inntøkurnar frá útflutninginum koma tó mest frá
fiskivinnuni, sum stendur fyri meiri enn 90% av útflut-
ninginum. Sum heild verður eftirspurningurin eftir fiski
minni ávirkaður av konjunkturbroytingum enn matvø-
rur annars. Útboð og fiskaprísur eru tó viðbrekin og
verða í stóran mun avgjørd av viðurskiftum uttanífrá,
t.d. orkuprísum og veiðunøgd. Tað hevur við sær, at
búskapurin er viðbrekin fyri brádligum broytingum í
fiskaprísum og lívfrøðiligum viðurskiftum.
Frá 2019 til 2020 fall útflutningsvirðið av fiski úr Før-
oyum 13,5% orsakað av Covid-19 farsóttini. Nøkur
viðurskifti tálmaðu tó smeitinum. Útflutningsvinnan
var skjót at tillaga søluna til húsarhaldsvøruhandlar,
av tí at matstovur í nógvum londum vóru stongdar.
Tað merkti, at sama nøgd var útflutt, tó at prísirnir
vóru nakað lægri.
Útflutningurin av fiski er í seinastuni endurreistur stig-
víst og er nú aftur á sama støði um undan farsóttini, sí
mynd 2. Útflutningsvirðið frá januar til august í 2021,
var sostatt á sama støði sum sama tíðarskeið í 2019.
Stigvísa endurreisnin hjá útflutninginum fevnir m.a.
um framgongd í laksaútflutninginum. Laksaútflut-
ningurin er uml. 40% av samlaða útflutninginum. Í
mun til fiskaútflutningin sum heild, er meginparturin
av laksaútflutninginum aldur laksur. Alivinnan kann
í størri og størri mun samanberast við siðbundnan
ídnað.
Onnur fiskasløg
300
200
Laksur
100
0
05
06 07 08
09 10 11 12 13 14 15 16 17 18 19
20
21
Samlaður útflutningur
(høgra ás)
380
260
Viðm.: Árstíðarjavnaður útflutningur í leypandi prísum.
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Fremsta orsøkin til at laksaútflutningurin er endur-
reistur er, at matstovur í flestu londum ikki longur eru
undir avmarkingum og at tað tí aftur hevur borið til
at selja feskan fisk fyri hægri avrokningarprís. Føroys-
ki laksurin er seinastu árini seldur d�½rari enn laksurin
hjá kappingarneytunum, sí mynd 3. Hægri prísurin er
m.a. orsakað av, at vakstrarlíkindini í føroysku firðu-
num eru sera góð, serliga hitaviðurskiftini. Farsóttin
tykist ikki hava ávirkað prísmunin og IMF væntar,
at prísurin fyri laks sum heild, fer at hækka eitt vet.
Vaksandi laksaprísirnir hava verið ein drívmegi han-
dan búskaparframgongdina síðani 2013, og tað økir
vandan fyri, at tað verður tungt fyri búskapin, um
prísfyrimunurin hvørvur. Stuttskygt er tað serliga, um
sjúka rakar
5
, at vandi er fyri at prísmunurin hvørvur,
og í seinna føri er vandin kn�½ttur at tøkniligari men-
ning í laksaaling á landi.
Makrelútflutningurin, sum er uml. 10% av vøruút-
flutninginum, er enn merktur av afturgongdini í fjør.
Hetta hóast Føroyar hava økt sum sínar egnu kvotur.
Økingin hevur samband við, at eingin sáttmáli enn er
gjørdur við Stórabretland um makrelveiðuna. Føroyar
kunnu tí ikki fiska makrel í bretskum sjógvi sum un-
danfarin ár. Vantandi sáttmálin merkir, at makrelurin
5
Djóralæknafrøðiligu krøvini til føroysku alivinnuna eru millum tey
strangastu í heiminum, men tað hevur havt við sær, at gongdin í
lívfrøðiligu indikatorunum hevur verið góð. Sí t.d. Ríkisumboðið í
Føroyum,
Beretning 2021,
Rigsombuddet på Færøerne, 2021.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0005.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
5
í onkrum føri verður veiddur fyrr í lívsævini - áðrenn
hann fer í bretskan sjógv, og tað hevur givið lægri
prís. Vantandi sáttmálin elvir eisini til ótryggleika um
makrelútflutning framyvir.
Útlitini fyri føroysku útflutningsmarknaðirnar eru
sum heild batnað munandi síðani í vetur, sí mynd 4.
Økti eftirspurningurin fer at stuðla upp undir hákon-
junkturin komandi árini. Tó er framvegis váði kn�½ttur
at gongdini framyvir. Fyri tað fyrsta er farsóttin ikki
av og verða matstovur á útflutningsmarknaðunum
aftur afturlatnar, kann tað fara at ávirka inntøkurnar
í fiskivinnuni. Í øðrum lagi verða fiskaprísirnir í sera
stóran mun avgjørdir av heimsfevnandi viðurskiftum,
og tí er váði sum heild í sambandi við prísgongdi-
na. Í komandi tíðum kunnu langar veitingartíðir og
høgur flutningskostnaður fara at ávirka søluna til
marknaðirnar í m.a. USA og Kina, um verandi tr�½st á
veitingarketurnar heldur fram. Higartil hevur útflut-
ningsvinnan ikki verið so meint rakt av hesum.
Hóast føroyski búskapurin er sera eintáttaður, er
hann vorðin meiri mótstøðuførur seinnu árini. Útflutt
verður til fleiri og fleiri handilsfelagar, bæði innan- og
uttanfyri ES, og framgongdin í laksaalingini hevur
gjørt, at fiskaútflutningurin er meiri fjølbroyttur. Tann
lægri vinningurin, ið er av makreli í løtuni, sum er
vegna vantandi fiskivinnusáttmála við Stórabretland,
ger tað greitt, at hjá útflutningsvinnuni er umráðandi
at hava góðar og støðugar karmar. Góðskan á og
støðufestið í fiskivinnu- og samhandilssáttmálum
hava avgerandi t�½dning fyri, hvussu mótstøðuførur
føroyski búskapurin er.
Ferðavinnan endurreist, men økti
kapasiteturin verður ikki n�½tt til fulnar enn
Nógv fleiri ferðafólk hava vitjað í Føroyum seinastu
árini og ferðafólkavinnan hevur sum heild fingið stør-
ri t�½dning fyri búskapin. Ískoytið til samlaða vøksturin
og vælstandin er tó framvegis lítið,
6
og heimsfevnan-
di steðgurin í ferðavirksemi, hevur tí eisini bert havt
lutfalsliga avmarkað árin á føroyska búskapin.
Ferðafólkatalið til Føroya lækkaði annars munandi, tá
ið farsóttin fór at gera um seg. Munagóðu smittuav-
byrgjandi tiltøkini gjørdu tó, at Føroyar gjørdust eitt
væl dámt ferðamál, í mun til onnur lond, og ferðafól-
Prísfyrimunurin hjá føroyskum
laksi hevur hildið sær í farsóttini
Útflutningsprísur, kr./kg
70
Føroyskur laksur
60
50
40
30
Norskur laksur
20
10
Mynd 3
93 95 97 99 01
03
05
07
09 11 13 15 17 19 21
23
25
Viðm.: Prísurin fyri føroyskan laks er útroknaður eftir samlaðu
útflutningsmongdini og -virðinum. Bláa brotastrikan vísir
prísin fyri føroyska laksin fyrstu 8 mánaðarnar í árinum.
Reyðbláa brotastrikan vísir forsøgnina hjá IMF. Prísurin
fyri norskan laks er umroknaður til danskar krónur eftir
gjaldoyrakursinum við árslok.
Kelda: Hagstova Føroya, Den Internationale Valutafond, IMF, Wor-
ld Economic Outlook October 2021, Macrobond og egnar
útrokningar.
Framgongd á føroysku
útflutningsmarknaðunum
Útflutningsmarknaðarvísital, 2015 = 100
120
Mai 2021
Mynd 4
Prosentstig
21
110
14
Desember 2020
100
Munur (høgra ás)
7
90
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
0
Viðm.: Vísitalið fyri útflutningsmarknaðirnar er grundað á OECD
Economic Outlook frá ávikavíst desember í 2020 og mai
í 2021. Vísitalið er útroknað eftir handilsvektaða vøru- og
tænastuinnflutninginum hjá 12 teimum størstu handilsvirk-
junum í Føroyum.
Kelda: Hagstova Føroya, Organisation for Economic Co-operation
and Development, OECD, og egnar útrokningar.
6
Parturin hjá ferðavinnuni av bruttovirðisøkingini, BVØ, varð í 2017
mett til 2 prosent. Sí Hagstova Føroya, Vitjandi ferðafólk, 2011 til
2018, Búskaparískoyti, mai 2019 (leinki).
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0006.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
6
kini vendu tí fyrr aftur til Føroya, enn tey gjørdu í
nógvum øðrum londum. Av tí at nógv smitta tók seg
upp aðrastaðni, og nógv lond vórðu afturlatin, fóru
føroyingar sjálvir at ferðast innanlanda og gjørdu
sítt til, at lágárstíðin fyri ferðafólk hepnaðist. Í juli
varð størsta ferðafólkatal nakrantíð mált í Føroyum
og í háárstíðini hevur virksemið eisini verið munandi
størri enn vanligt.
So hvørt sum fólk verða koppsett kring heimin, batna
útlitini fyri ferðafólkavinnuna eisini. Farsóttin rakti
tó samstundis sum tvinni, n�½ggj hotell lótu upp í
Tórshavn. N�½ggju hotellini hava gjørt, at tað ber til
at taka ímóti fleiri vitjandi, og tað hevur m.a. havt
við sær, at hóast virksemið er størri, eru ikki fleiri
gistingar í prosentum. Tað merkir eisini, at tað helst
ikki verður í bræðið, at ferðavinnan n�½tir allan kapa-
sitetin, hóast útlitini fyri ferðavirksemi kring heimin
batna.
Munagóð smittuhandfaring
og frítíð heima hevur stuðlað
upp undir ferðamannavinnuna
1.000 sengur
50
Tøkar sengur
Upptiknar sengur
Mynd 5
40
30
20
10
0
13
14
15
16
17
18
19
20
21
Viðm.: Seingjatal á hotellum, vallaraheimum o.ø. N�½ggj hotell á
vári í 2020 hava økt um seingjartalið.
Kelda: Hagstova Føroya.
Økt n�½tsla hevur gjørt sítt
til at halda búskaparliga
virkseminum uppi
N�½tslan í húsarhaldunum innanlands, hevur ve-
rið munandi størri síðani farsóttin tók seg upp.
N�½tsluframgongdin hevur tikið nakað av smeitinum
frá útflutninginum og hevur hildið samlaða virkse-
minum í búskapinum uppi. Tekin eru um, at tað sum
føroyingar hava brúkt í Føroyum, meðan farsóttin
hevur verið, meiri enn so hevur vigað upp fyri tað,
tey vanliga n�½ta í sambandi við uttanlandsferðir.
7
Økta n�½tslan í Føroyum hevur fyrst og fremst verið
fyri vørur. N�½tslan av matvørum, klædnavørum og
vørum til bústaðin er økt munandi undir farsóttini, sí
mynd 6. Hetta rákið sæst aftur í nógvum búskapum
undir farsóttini, eisini í Danmark.
N�½tslan av klædna- og matvørum helt sær høgt í
2. ársfj., men n�½tslan av vørum til bústaðin lækkaði
munandi. Orsøkin til lækkingina í vørum til bústaðin
Vørun�½tslan økt munandi
Smásøla, vísital, 2010 = 100
220
200
180
160
140
120
100
80
04
06
08
10
12
14
16
18
Matvørur
Klædnavørur
Vørur til bústaðin
Mynd 6
20
Viðm.: Smásøla í føstum prísum, tillagað eftir árstíð
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
7
Hagtøl frá BankNordik fyri gjaldskortn�½tslu vísa, at føroyingar brúktu
gjaldskortini beint undir 3 prosent minni í tíðarskeiðinum frá mai til
desembur í 2020, enn sama tíðarskeið í 2019. Saman við øktu n�½tsluni
til sethúsaumvælingar, sum vanliga verður goldnar við bankafly-
tingum, benda tølini á, at húsarhaldini brúktu meiri undir farsóttini í
2020 enn vanligt.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0007.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
7
kann ætlandi vera, at minni úrval er og at prísirnir
hækka orsakað av, at heimsfevnandi veitingarketur-
nar eru darvaðar. Nú tað aftur ber til at ferðast í on-
nur lond, kann tað eisini hava avloyst eftirspurningin
eftir at bøta um bústaðin.
Innflutningurin er vanliga kn�½ttur at n�½tsluni hjá
húsarhaldunum, av tí at ein stórur partur av n�½tslu-
vørunum verða innfluttar til Føroya. Í fíggjarkrep-
puni lækkaði innflutti parturin, av vørun�½tsluni hjá
húsarhaldunum, tó skjótari enn búskapurin annars,
og síðani hava brúkararnir verið afturhaldnir. Hóast
stóru inntøkuframgongdina í Føroyum, hevur innflut-
ningurin av n�½tsluvørum verið lágur. Undir farsóttini
hevur økta n�½tslan innanlanda tó havt við sær, at
innflutningurin av n�½tsluvørum er vaksin. So hvørt
sum n�½tslumynstrini hjá føroyingum, so líðandi fara
aftur til sína vanligu samanseting, fer økta ferðavirk-
semið til útlond ivaleyst at hava við sær, at tr�½stið á
vøruinnflutningin fer at minka.
Stórar broytingar í samansetingini
í arbeiðsfjøldini eftir farsóttina
Prosentbroyting, februar 2020 til september 2021
8
Fiski- og
alivinna
Handil
Hotell og
matstovur
Mynd 7
4
0
Annað
-4
Flutningur
-8
20
40
Bygging og
útbúnaður
60
80
100
Prosent av arbeiðmegi í 2019,
almenn arbeiðsmegi ikki við
Viðm.: Arbeiðsfjøld árstíðarjavnað
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Tr�½stið á arbeiðsmarknaðinum
er aftur
Gongdin á arbeiðsmarknaðinum hevur stuðlað upp
undir n�½tsluframgongdina hjá húsarhaldunum. Á vári
í 2020 var arbeiðsfjøldin fyri einum hørðum, men
bráðfeingis afturstigi, og er ikki komið aftur á sama
stig sum frammanundan, men er tó á somu kós, sum
áðrenn koronufarsóttin fór at gera um seg. Inntøkur-
nar í Føroyum hava tí verið góðar ígjøgnum farsótti-
na.
8
Í mun til á vári í 2020 er tó munur á samansetingini í
arbeiðsfjøldini. Fleiri eru í starvi í fiskivinnuni, alivin-
nuni og handilsvinnuni, sí mynd 7. Tað skal lesast í
ljósinum av, at alivinnan legði um til húsarhaldsvørur
undir farsóttini, sum bæði hevði við sær, at tørvur
var á fleiri hondum til at pakka o.s.fr., og at munandi
framgongd hevur verið í smásøluvinnuni, orsakað av,
at n�½tslan hjá húsarhaldunum er vaksin. Arbeiðsfjøl-
din við almennum størvum er eisini vaksin. Serliga
hjá kommunum og innan heilsurøkt. Arbeiðsfjøldin
í heilsurøktini er tó lækkað eitt sindur í seinastuni,
av tí at minni peningur verður n�½ttur til at kanna og
koppseta fólk. Í byggivinnuni, har virksemið hevur
verið minni undir farsóttini, er arbeiðsfjøldin eisini
minni. Gongdin hjá ymsu vinnugreinunum vísir, at
føroyski arbeiðsmarknaðurin er smidligur, og at
arbeiðsmegin skjótt tillagar seg til vinnugreinar, ið
hava framgongd.
Vaksandi tørvur á arbeiðsmegi
Arbeiðsloysið í Føroyum er aftur sera lágt. Í juli vóru
einans 322 fulltíðararbeiðsleys, arbeiðsloysistalið var
1,1 prosent. Tá er hædd tikin fyri árstíðarsveiggjum.
Tað bendir á, at tr�½st er á arbeiðsmarknaðinum. Sei-
nastu mánaðarnar eru heldur ikki fleiri sett í størv, og
virkini meta meiri og meiri, at tørvurin á arbeiðsmegi
darvar framleiðsluna, sí mynd. 8. Tað tykist tó at vera
eitt sindur eftir upp til støðið undan farsóttini, hóast
arbeiðsloysið í Føroyum er sum undan farsóttina,
tá búskapurin eisini var í hákonjunkturi og arbeiðs-
marknaðurin undir tr�½sti. Hetta er ikki støðan í t.d.
Danmark.
9
8
Umfatandi skipanir til lønarendurgjald, gjørdu á sumri í 2020 sítt til
at halda hondina undir arbeiðsmarknaðinum. Sí Adrian Michael Bay
Schmith og Flora Nagy, Højkonjunkturen på Færøerne taber fart,
Dan-
marks Nationalbank Analyse (Færøsk økonomi),
nr. 29, 14. desembur
2020.
9
Sí Flora Nagy og Sune Malthe-Thagaard, Arbejdsmarkedet presset af
meget lav ledighed,
Danmarks Nationalbank Analyse (Færøsk økono-
mi),
nr. 22, 13. novembur 2019.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0008.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
8
Vantandi arbeiðsmegin er serliga sjónlig í byggivin-
nuni og í ferðavinnuni.
10
Júst hesar vinnugreinar eru
serliga bundnar at útlendskari arbeiðsmegi. Undan
farsóttina var 3. hvørt starvsfólk hjá hotellum og
matstovum útlendskt, og 5. hvørt í byggivinnuni.
Júst byggi- og ferðamannavinnuni í nógvum evrope-
iskum búskapum, eisini Danmark, tørvar arbeiðsmegi
og tað ger tað torført at fáa starvsfólk. Samstundis
er nógv arbeiðsmegi framvegis kn�½tt at farsóttar-
virksemi í Føroyum og tí partinum av fiskivinnuni,
sum hevur tørvað fleiri hendur til pakking o.a., tá ið
afturlatið var. Nakað av tr�½stinum kann tí vera fyribils,
sum tað eisini verður hildið at vera í Danmark.
11
Tr�½stið á arbeiðsmarknaðinum
sæst ikki aftur í lønargongdini
Hóast uppsveiggið frá 2013 til 2019, hava lønarhæk-
kingarnar í privata geiranum verið avmarkaðar til 2,8
prosent í miðal, sí mynd 9. Hetta er orsakað av, at
hækkingarnar í n�½tsluprísum hava verið smáar, men
eisini av, at fólkavøksturin hevur verið stórur.
Íbúgvaratalið er søguliga høgt í løtuni. Fólkatalið er
vaksið við knøppum 11% síðani 2013, og við heili
3% bert undir farsóttini. Vøksturin kemur partvíst av,
at burðaravlopið er batnað, og at færri eru flutt av
landinum. Fra 2014 til 2020 fluttu 11.600 til Føroya,
meðan einans 8.700 fluttu av landinum. Útlendska ar-
beiðsmegin, sum ikki er donsk, er meiri enn tvífaldað
í hákonjunkturinum og er í dag góð 5% av arbeiðs-
megini.
Í tíðum við búskaparligari afturgongd hevur gongdin
tó verið øvut, har bæði fólkatal og útlendski partu-
rin av arbeiðsmegini eru minkað. Tillagingin vísir, at
føroyski arbeiðsmarknaðurin er eyðkendur av flytføri
og smidleika.
Tað er umráðandi, at skipanirnar á føroyska arbeiðs-
marknaðinum stuðla upp undir, so at løtt og smidlig
atgongd til útlendska arbeiðsmegi er ein t�½ðandi
partur. Samstundis eiga føroyingar, ið arbeiða uttan-
lands, at verða eggjaðir til at venda aftur, tá ið tr�½st er
á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Skattafrádráttirnir til
Virkini boða aftur frá tørvi
á arbeiðsmegi
Prosentum
100
Byggning
80
60
40
Ídnaður
20
0
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
Mynd 8
20
21
Viðm.: Myndin vísir tal av virkjum, sum siga at tørvur á arbeiðsme-
gi er fremsta orsøk til avmarkaða framleiðslu. Ídnaður fev-
nir eisini um primeru vinnurnar (m.a. landbúnað, havbúnað
og fiskivinnu).
Kelda: Hagstova Føroya.
Hóvlig lønargongd seinastu árini
Prosentum,
ár-ár
8
Privatur geiri
6
Brúkaraprísir
Mynd 9
Almennur geiri
4
2
0
-2
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
20
Viðm.: Lønarvøksturin er roknaður sum eitt undirskilt lønarvísital
grundað á lønargjaldingar og løntakaratal. Fiskivinnan er
ikki roknað við, av tí at lønir í hesi vinnu eru tengdar at inn-
tøkuni á skipunum. Lønargjaldingar í fiskivinnuni virka sole-
iðis, at løntakararnir á ein hátt b�½ta yvirskotið millum sín,
og tað vísir ikki røttu myndina av lønartr�½stinum sum heild
í Føroyum, ið m.a. er komið av vantandi arbeiðsmegi. Tølini
fyri 2021 eru grundað á gongdina frá januar til september.
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
10 Sí t.d. Búskaparráðið, Konjunkturmeting á heysti 2021,
Búskaparráðs-
frágreiðing,
septembur 2021 (leinki).
11 Sí Danmarks Nationalbank, Udsigter for dansk økonomi – Økonomien
er på vej tilbage i moderat højkonjunktur,
Danmarks Nationalbank
Analyse,
nr. 24, 22. septembur 2021.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0009.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
9
føroyingar, ið arbeiða uttanlands gera, at arbeiðsme-
gin er smidlig, tá ið afturgonga er, men virka tarnandi,
tá ið uppgangstíðir eru.
12
Mest gagnligt er, at slíkar
skipanir verða gjørdar so, at tær gagna búskapinum
bæði í upp- og afturgongutíðum.
Í longdini kann ein útbygging av vælferðarskipani-
ni í Føroyum haraftrat gera sítt til at halda fast í og
draga meiri arbeiðsmegi til. Her eru skipanir, sum
loyva eftirútbúgving o.a. á arbeiðsmarknaðinum,
gagnligar. Tær kunnu tryggja, at arbeiðsmegin kann
nøkta áhaldandi, bygnaðarliga skiftið frá fiskivinnu
og havbúnaði, har tørvurin á arbeiðsmegi áhaldan-
di minkar, til privatar og almennar tænastur, har
eftirspurningurin veksur. Bygnaðurin kann eisini gera
sítt til, at útbúgvingar- og førleikastøðið hjá arbeiðs-
megini sum heild hækkar.
Nógv ferð á føroyska
bústaðarmarknaðinum
Miðal sethúsaprísur, mió. kr.
4.0
3.5
3.0
2.5
2.0
1.5
1.0
0.5
0.0
85
89
93
97
01
05
09
13
Tórshavn
Mynd 10
Stórar bygdir
Smáar bygdir
17
21
Viðm.: Tølini fyri 2021 eru einans fyri leypandi sølur (1. - 3. ársfj.)
og tí er ein ávís óvissa.
Kelda: Hagstova Føroya og BankNordik.
Framgongdin ávirkar
bústaðarprísir og lánveiting
Búskaparliga framgongdin sæst eisini aftur á før-
oyska bústaðarmarknaðinum. Ferðin er nógv, sum
hon hevur verið alt uppsveiggið, og bústaðarprísirnir
eru higartil í 2021 hækkaðir 18%. Samanumtikið eru
bústaðarprísirnir hækkaðir uml. 9%
13
um árið síðani
árslok í 2013.
Prísirnir eru seinastu tíðina hækkaðir mest í smærru
bygdunum, har teir nú eru 31% hægri enn í 2020, sí
mynd. 10. Prísvøksturin er kn�½ttur at n�½ggja tunlinum
millum Eysturoy og Streymoy
14
, Eysturoyartunlinum,
sum hevur havt við sær, at tað er lættari at búseta
seg uttanfyri høvuðsstaðin. Sethúsaprísirnir í Tórs-
havn og størru bygdunum eru eisini hækkaðir meiri
enn 8% síðani ársskiftið og tí kann sigast at nógv ferð
er á føroyska bústaðarmarknaðinum.
Bústaðarpríshækkingin er m.a. drivin av stórum
eftirspurningi. Samstundis er rentan lækkandi og
inntøkurnar vaksa, av tí at framgongd er í arbeiðs-
fjøldini og at fólkatalið sum heild økist. Eins og í
øðrum londum eru harumframt tekin um, at farsóttin
hevur gjørt, at meiri áhugi er fyri at keypa annan
bústað og at umvæla bústaðin. Hetta byggir upp
undir bústaðarpríshækkingina, um tað tó ikki er eins
t�½ðiligt, at hækkingin er orsakað av farsóttini, sum
tað eitt nú er í Danmark.
15
Fleiri bústaðir kunnu minka
tr�½stið á bústaðarmarknaðin
Hóast vaksandi eftirspurningin, er útboðið av bú-
støðum í Føroyum ikki vaksið við í uppsveigginum.
Hetta hevur tr�½st prísirnar upp, serliga í Tórshavn, har
bústaðarprísirnir eru hækkaðir skjótari enn innt-
økurnar, sí mynd 11. Tað verður mett, at góðir 1.000
bústaðir eru bygdir í Tórshavn frá 2014 til 2020,
16
sam-
stundis sum at fólkatalið er vaksið við góðum 5.000.
Tað er umráðandi, at bústaðarútboðið í Føroyum vek-
sur, so at tr�½stið á bústaðarmarknaðin minkar. Átøk,
12 Samdøgursfrádráttur verður givin sum endurgjald fyri meirútreiðslur
til arbeiði uttanlands, t.d. matur, húsaleiga og flutningur. Samdøgurs-
frádrátturin er 300 kr. um dagin.
13 Uppgjørt sum vektað miðal av bústaðarpríshækkingunum í Tórshavn,
og í stóru og smáu bygdunum í tíðarskeiðinum, vektað við talinum av
sølum í tíðarskeiðinum. Írokn. fyribils sølur í 2021, t.v.s. 1-3. ársfj.
14 Tórshavn.
15 SeíAdrian Michael Bay Schmith, Jesper Pedersen, Simon Juul Hviid
og Simon Thinggaard Hetland, Robustheden på boligmarkedet bør
styrkes nu,
Danmarks Nationalbank Analyse,
nr. 16, juni 2021.
16 Sí Búskaparráðið, Konjunkturmeting á heysti 2021,
Búskaparráðs-
frágreiðing,
septembur 2021 (leinki).
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0010.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
10
sum eru miðað móti trongum í bústaðarbyggingini,
herundir trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, kann
gera sítt til, at nøgdin av bústøðum kann økjast.
Eitt størri fjølbroytni í bústaðarútboðnum í Føroyum,
kann eisini vera gagnligt, so at tað stuðlar undir eina
smidliga arbeiðsmegi. Verður útboðið av smáum
íbúðum og leigubústøðum størri, kann tað gera, at
fyribils arbeiðsmegi, sum hvørki tørvar ella hevur
møguleika at keypa sær bústað í Føroyum, fer at
koma til Føroya. Bygnaðarbroytingar kunnu eisini
minka um príssveiggini í sethúsaprísunum. Tað kann
t.d. vera ognarskattur, har gjaldið fylgir prísunum á
bústaðarmarknaðinum.
17
Húsarhaldini læna meiri til bústaðarendamál
Lánveiting til húsarhald, sum fyri meginpartin eru
bústaðarfígging, er økt við 24 prosentum síðani
verandi hákonjunkturur byrjaði. Lántøkan hjá húsar-
haldunum er nú meiri enn 12 mia. kr., sum svarar
til 56 prosent av BTÚ, sí mynd 12.
18
Í mun til stóru
bústaðarpríshækkingina, hevur henda hækking verið
hóvlig. Lántøka ígjøgnum donsku realkredittstovnar-
nar er, síðani tíðliga í 2018, økt við 80 prosentum til
góðar 4 mia. kr. og er nú ein triðingur av bústaðarfíg-
gingini hjá føroyingum.
Føroysku húsarhaldini eru serliga viðkvom fyri ren-
tuhækking og lækkandi bústaðarprísum. Orsøkin
er, at 85% av lánunum eru við broytiligari rentu,
samstundis sum at meginpartur av ognini er bundin
í bústaðinum. Tekin eru eisini um, at fleiri seta seg í
størri skuld, í mun til inntøkurnar, enn tá ið uppsveig-
gið byrjaði.
19
Húsarhaldini eru tó vorðin meiri mótstøðufør ígjøg-
num uppsveiggið og hava fingið meiri luft í búskapin.
Bøtta mótstøðuførið er komið av fleiri viðurskiftum:
Húsarhaldini hava bjálvað seg betur undir farsóttini,
og tvungna pensjónsuppsparingin, sum varð sett í
verk 1. januar 2014, hevur eisini gjørt, at pensjónsfæ-
Bústaðarprísirnir vaksa meiri
enn inntøkurnar
Vísital, 2000 = 100
280
250
220
190
160
130
100
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
Bústaðarprísur
í.m.t. tøka
inntøku
Bústaðarprísir
Tøk inntøka
Mynd 11
Prosentum
24
22
20
18
16
14
12
20
Viðm.:
Inntøkur
fevnir um inntøkur, yvirskot frá egnum virki
(íroknað sjálvstøðug vinnurekandi), peningur frá tí almenna
(t.d. pensjón, dagpeningur, rentufrádráttur, ÚS o.s.fr.) og
kapitalvinningur eftir skatt (og onnur lógarkravd avgjøld).
Inntøkurnar fyri 2020 eru mettar. Bústaðarprísir í Tórshavn
Kelda: Hagstova Føroya, BankNordik, Landsbanki Føroya og egne
beregninger og egnar útrokningar
Útlán til føroyskar kundar veksur
Mia. kr.
13
12
11
10
9
8
7
6
5
4
14
15
16
17
18
19
20
Vinna
Partur hjá føroysku bankunum
87%
Privat
71%
Mynd 12
21
Viðm.: Bruttoútlán til føroyskar kundar frá føroyskum og donskum
lánistovnum. Vinnulán fevnir ikki um almenna partin av
ikki-búskaparligum virkjum. Bløðrurnar vísa útlánspartin
hjá føroysku lánistovnunum til privat og vinnu í septembur
í 2021. N�½ggjastu tøl eru frá ultimo septembur 2021.
Kelda: Danmarks Nationalbank.
17 Sí t.d. Simon Juul Hviid og Paul Lassenius Kramp, Aftale om boligskat
stabiliserer boligpriser,
Danmarks Nationalbank Analyse,
nr. 14, sep-
tembur 2017.
18 Grundað á eina meting av BTÚ fyri 2021, sum Hagstova Føroya og
Búskaparráðið hava gjørt.
19 Sambært Landsbanka Føroya er nøgdin av húsarhaldum við
skuldarfaktori omanfyri 3 økt við 8% í tíðarskeiðinum 2014-19. Serliga
húsarhald við skuldarfaktori millum 4 og 5 eru vaksin í tali - 10% í
tíðarskeiðinum. Við árslok í 2019 skyldaðu húsarhaldini, við skuldar-
faktori omanfyri 5, góða 1 mia. kr.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0011.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
11
ið er økt
20
. Samstundis er 92 prosent av bústaðarskul-
dini við avdrátti, sum ger at skuldin ikki hópast upp.
Bøtta mótstøðuførið sæst m.a. við at, lánigóðskan
hjá føroysku bankunum er batnað, sí mynd 13.
Skjóta endurreisnin sæst aftur í vinnulánum
Tekin eru um, at føroyska vinnulívið lænir meiri. Láns-
veitingar til vinnulív, frá bæði donskum og føroyskum
lánistovnum, er økt seinasta árið.
Vinnulán hjá føroyskum peningastovnum eru sam-
anlagt økt 14% frá miðjum 2020, og hetta støði er
um tað mesta, sum tað hevur verið í verandi hákon-
junkturi. Økingin sæst serliga aftur í lánum til handil,
flutning, hotell v.m., fastogn, bygging og verkløg,
sí mynd 14. Økingin sæst eisini aftur í, at føroyskar
fyritøkur hava gjørt fleiri íløgur, men tað skal ivaleyst
eisini lesast í ljósinum av, at føroysk virki undir farsót-
tini hava vent sær til bankarnar um gjaldføristørvin.
Umframt tað kemur, at lánivøksturin kann sveiggja
nógv, orsakað av støddini á búskapinum, har einstøk
lán kunnu gera stóran mun.
Hóast eingi greið tekin eru um at góðskan, av vin-
nulánunum hjá bankunum, versnar í mun til verandi
lán, og afturgjøld eru fyri undanfarnar niðurskri-
vingar av útlánum, er umráðandi, at stovnarnir
standa við sín lánspolitikk. Búskaparligu viðurskiftini
eru sum heild lagalig í løtuni,
21
og búskapurin er í
einum hákonjunkturi. Tað ger, at vandi er fyri, at sla-
kað verður í lánstreytunum. Lánigóðskan av lánum,
sum eru latin í góðum tíðum, kann skjótt venda, um
hákonjunktururin missir ferðina ella vendir til aftur-
gongd.
Bankarnir eiga at standa fast við sína bjálving
Eginpeningsavkastið hjá føroysku bankunum er
aftur á nøkulunda sama støði sum fyri farsóttina,
sí mynd 15. Tað sæst eitt nú aftur í, hvussu skjótt
virksemið í Føroyum fótaði sær aftur. Hetta hevur so
aftur havt við sær, at gjaldoyrastillingar og aftur-
gjøld fyri niðurskrivingar eru vaksin. Vinningurin
verður harvið betraður, og tað bøtir um fyrstu
Lániváði fyri útlán til privat lækkar,
men hækkar eitt vet fyri vinnu
Pst.
100
90
80
70
60
50
40
30
20
10
0
2019
1. hálva
2021
2019
1. hálva
2021
Vinna
22
24
Privat
16
12
Mynd 13
Munandi
øking í
lániváða ella
mishaldi
Eingin
t�½ðandi øking
í lániváða ella
mishaldi
Viðm.: Lánsveitingarpartur uppgjørdur eftir IFRS9-stigunum ulti-
mo tíðarskeiðið. Stig 2 og 3 eru “Munandi øking í lániváða”;
stig 1 er “Eingin t�½ðandi øking í lániváða ella mishaldi”.
Samanborið við danskar SIFI-stovnar eru partarnir høgir. Í
Danmark vóru privatu og vinnuligu partarnir ávikavíst á 9
og 10% um miðjan 2021.
Kelda: Danmarks Nationalbank og egnar útrokningar.
Lán til vinnuvirki í føroyskum
peningastovnum hækka sum heild
Landbúnaður, fiskivinna o.a.
Annað
Framleiðsluvirki
Bygging og útbúnaður
Føst ogn
Handil, flutningur, hotell o.a.
0,0
0,5
1,0
1,5
2,0
+16
+12
-19
-1
+9
Mynd 14
September 2021
Í miðjum 2020
+15
2,5 Mia. kr.
Viðm.: Uppgjørt sum bruttolán ultimo tíðarskeiðið Bankalán frá
føroyskum stovnum til føroyskar kundar. Tølini í gráu økju-
num l�½sa broytingina frá miðjum 2020 til septembur 2021 í
prosentum.
Kelda: Danmarks Nationalbank og egnar útrokningar.
20
Tann 1. januar 2014 varð tvungin pensjónsskipan sett í verk, sum
merkir, at øll undir pensjónsaldur (67 ár), og sum eru fult skattskyl-
dug, skulu gjalda til egna pensjónsskipan. Fram til 2026, tá ið gjaldið
verður 12%, hækkar inngjaldið stigvíst við 1% um árið.
21 Sí t.d. Danmarks Nationalbank, Lempelige finansielle forhold styrker
opsvinget,
Danmarks Nationalbank Analyse (Monetære og finansielle
tendenser),
nr. 23, septembur 2021.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0012.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
12
bólstringina móti tapi. Kjarnukapitalprosentið hjá
peningastovnunum er eisini hækkað, og frástøðan
er økt millum veruliga kapitalprosentið og lógar-
kravda kravið:
kapitalyvirdekningin.
22
Við endan av
fyrra hálvári í 2021 var kapitalyvirdekningurin hjá
føroysku bankunum uml. 12%.
23
Tað er framvegis umráðandi, at bankarnir standa
fast við sína bjálving. Er yvirdekningurin omanfyri
lógarkrøvini merkir tað, at rúm er fyri tapi, eisini um
konjunkturarnir venda. Heimsfevnandi óvissan, sum
er av Covid-19, er framvegis stór, og av tí at føroyski
búskapurin bæði er lítil og eintáttaður, eru føroysku
bankarnir viðkvæmir fyri stoytum uttanífrá. Aftrat tí
kemur, at føroyski bankageirin er sera miðsavnaður
og bert hevur f�½ra bankar. Av teimum eru BankNor-
dik og Betri Banki útnevndir til at vera systemiskt
t�½ðandi fíggjarstovnar, SIFI.
24
Beinleiðis lániveitingar bankanna fara til størstu út-
flutningsvinnurnar (landbúnaður og fiskiskapur), sum
eru uml. 14% av lánunum, men óbeinleiðis er bun-
dinskapurin nógv størri.
25
Stoytir uttanífrá kunnu tí
hava við sær, at bankageirin missir, og tað kann gera
sveiggini í realbúskapinum enn størri.
Bulvirki bankanna móti missi veksur
Prosentum
20
Eginpeningsavkast
15
Mynd 15
Kapitalyvirdekningur
10
5
0
-5
14
15
16
17
18
19
20
21
Viðm.: Eginpeningsavkast í ársfjórðinginum. Kapitalyvirdek-
ningurin er uppgjørdur ultimo ársfjórðingin. Bæði eru upp-
gjørt sum vektað miðal av teimum f�½ra føroysku bankunum.
Seinasta eygleiðing er gjørd 2. ársfj. Í 2021.
Kelda: Systemiska váðaráðið.
Tørvur á langskygdum ætlanum
fyri búskaparpolitikkin
Fyri ein lítlan búskap, sum er sera viðkvæmur fyri
stoytum uttanífrá, er umráðandi, at ein hóskandi
stoytdoyvari er, sum kann halda búskapinum uppi,
um konjunkturumskifti kemur og ígjøgnum drúgv
tíðarskeið, har útflutningsvinnan hevur lægri inn-
tøkur. Hóast arbeiðsfjøldin í útflutningsvinnuni er
lutfalsliga lítil, hevur hon stóra ávirkan á restina
av búskapinum. Tað ger, at tørvurin fyri einum
støðufestandi fíggjarpolitikki, har peningur verður
lagdur til viks í uppgongutíðum, økist.
Í árunum undan farsóttini hevur almenna yvirsko-
tið tó verið litið, og fyri komandi árini verður
heldur ikki væntað, at yvirskotið verður serliga
stórt.
26
Hetta hendir hóast ein partur av pensjónu-
num verða skattaðar við inngjald, og at lands-
kassin sostatt nú verður upphildin av inntøkum,
hvørs útreiðslur ikki koma fyrr enn um fleiri ár, tá
ið fólk verða pensjónerað og fara at draga meiri úr
almennu kassunum.
Landsst�½rið má tí ikki bert byggja ein stoytdoyvara,
sum kann standa ímóti brádligum skiftum í veiðu
og fiskaprísum. Fólkatalsfrøðiligar avbjóðingar lig-
gja eisini fyri framman. Talið av eldri verður væntað
at vaksa munandi komandi árini, sí mynd 16. Tað
er neyðugt at staðfesta og meta um, á hvønn hátt
vaksandi útreiðslurnar til røkt og umsorgan eru ein
avbjóðing fyri fíggjarpolitiska haldførið við verandi
uppseting av almenna geiranum.
22
Ein l�½sing av yvirdekninginum í mun til krøvini um veruliga kjarnuka-
pitalin hjá bankunum, í øðrum orðum til CET1-kravið (Common Equity
Tier 1).
23
Vektað miðal av teimum f�½ra føroysku bankunum.
24
3-størsti bankin í Føroyum, Norðoya Sparikassi, var eisini SIFI banki,
men var ikki útnevndur aftur tann 1. juni 2021.
25 Arnason o.o., Økonomisk rente og ringvirkninger i de Vestnordiske
fiskerier, Nordic Atlantic Corporation (NORA), 2015 (leinki).
26
Fíggjarlógaruppskotið frá 30. septembur 2021 hevur eitt landskas-
sahall uppá 6 mió. kr. í 2021, sum svarar til 0% Av BTÚ. Væntaða
yvirskotið í 2022 er 66 mió. kr.
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0013.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 18. NOVEMBUR 2021
13
Íløgur í vælferð og undirstøðukervi mugu
gerast við atliti til tørvin fyri einum stoytdoyvara
Almenna skuldin í Føroyum er lutfalsliga lítil, og
tað hevur gjørt, at landskassin hevur kunna stuðlað
upp undir búskapin, hóast stór sveiggj hava verið í
almennu inntøkunum og útreiðslunum í farsóttartíðini.
Bruttoskuldin var um mánaðarskiftið august/sep-
tembur 34% av BTÚ. Við ársbyrjan var skuldin 44%
av BTÚ.
27
Tað skal lesast í ljósinum av, at Landsbanki
Føroya hevur n�½tt gjaldføri frá einum láni í juni í 2020,
ið skuldi tryggja gjaldføri landskassans í farsóttartíði-
ni, til at afturrinda eitt lán, ið fall til gjaldingar í juni í
2021. Miðalrentan av skuldini er harumframt lítil.
Lítla skuldin styrkir mótstøðuførið hjá almenna fíggjar-
standinum og føroyska búskapinum. Vælferðarsam-
felagið í Føroyum er munandi útbygt seinastu 20 árini.
Tað er umráðandi, at hugsað verður um at varðveita
ein nóg góðan stoytdoyvara, í almenna fíggjarstandi-
num, tá ið íløgur skulu gerast í framtíðini. Sum dømi
kann nevnast, at hesi atlit mugu havast í huga, nú
tosað verður um at gera n�½ggjan tunnil til Suðuroyar,
ið væntandi kostar uml. 27 prosent
28
av BTÚ.
Broytingar, sum tryggja landskassanum
fleiri inntøkur, kunnu styrkja haldførið
Landsst�½rið hevur nakrar møguleikar at økja innt-
økurnar til landskassan, fyri at styrkja haldførið av
fíggjarpolitikkinum. Fyrst og fremst kann bústaðar-
skattur styrkja mótstøðuførið hjá búskapinum. At
skatta fyrsta ella annan bústað kann gera skattagrun-
darlagið fyri landskassan víðari og partvíst minka
árinið, sum bústaðarprísir hava á búskapin sum heild.
Verður bústaðarskatturin tillagaður, so at hann fylgir
gongdini hjá bústaðarprísunum, verður hann av sær
sjálvum útjavnandi bæði fyri realbúskapin og fíg-
gjargeiran.
29
Hann er sostatt eitt gott, støðufestandi
amboð hjá almenna geiranum.
Í Føroyum fáa húsarhald 35 prosent í rentustuðli fyri
bústaðarlán, tó í mesta lagi 100.000 kr. Tað kann hava
Fleiri eldri í Føroyum komandi árini
Pst. av fólkatali
40
0-19 ár
35
30
25
20
15
70+ ár
10
Framskriving
5
20-69 ár
(høgra ás)
Mynd 16
Pst. av fólkatali
75
70
65
60
55
50
45
40
85 90 95
00
05 10 15
20
25
30
35
40
45 50 55
60
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
ógagnliga ávirkan fyri áhugan at seta seg í skuld. Lága
rentustøðið í løtuni ger, at løtan er tann rætta at lækka
stuðulin.
Inntøkan hjá útflutningsvinnunum hevur avgerandi
t�½dning fyri búskaparligu framgongdina, men hon er
bygd á natúrliga hav- og fiskatilfeingið kring Føroyar.
Tí er eyðsæð, at ein partur av avkastinum frá føroyska
náttúrutilfeinginum eigur at koma íbúgvunum sum
heild til góðar, við at skatta óvanliga avkastið frá fiski-
skapinum - sonevnda tilfeingisrentan.
30
Tað kann geva
sítt íkast, við at spart verður saman í góðum tíðum, at
n�½ta í verri tíðum.
Landsst�½rið eigur leypandi at eftirmeta vavið av tilfein-
gisrentuni. Óvissa kann vera um hvussu uppgerast skal
- eitt nú avkast til eginpening og lønir. Tí hevði verið
gagnligt at sett meginreglur fyri, hvussu roknast skal í
almenna geiranum, so at metingin av tilfeingisrentuni
verður neyvari.
31
Ábendingar eru um, at tilfeingis-
rentan ikki verður nóg neyvt skattað í løtuni.
32
27
Uppgerð av EGS-skuldini frá Landsbanka Føroya.
28
Grundað á undankanningar, metti Landsverk í oktober í 2021, at
tunnilin fer at kosta 5,4 mia. kr. (leinki, bert á føroyskum)
29 Sí t.d. Simon Juul Hviid og Paul Lassenius Kramp, Aftale om boligskat
stabiliserer boligpriser,
Danmarks Nationalbank Analyse,
nr. 14, septem-
bur 2017.
30
Sí t.d. Jens Warming, Om grundrente af fiskegrunde,
Nationaløkonomisk
Tidsskrift,
nr. 49, side 499-505, 1911, og Jens Warming, Aalegaardsretten,
Nationaløkonomisk Tidsskrift,
nr. 69, síður 151-162, 1931.
31 Sí t.d. Nordisk Ministerråd, Samfundsøkonomisk afkast af pelagiske fiskerier
i nordøstatlanten,
Nordisk Ministerråd,
2010 (leinki), har ein felags útrok-
ningarkarmur fyri norðurlond er at finna. Hagstova Føroya arbeiðir í løtuni
við at betra føroysku lønarhagtølini. Arbeiðið kann geva sítt íkast til at upp-
gera normallønarútreiðslur, ið kunnu n�½tast til at útrokna tilfeingisrentuna.
32
Sí t.d. Búskaparráðið, Konjunkturmeting á vári 2020 (Konjunktur-
gennemgang forår 2020),
Búskaparráðsfrágreiðing,
mars 2020 (leinki).
FÆU, Alm.del - 2021-22 - Bilag 10: Præsentation af Nationalbankens analyse af Færøsk økonomi
2483074_0014.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
14
UM
G R EININGI NA
Sum ein avleiðing av leiklutinum hjá tjóð bank­
anum í samfelagnum verða greiningar um
búskaparlig og fíggjarlig viðurskifti gjørdar.
Greiningarnar verða givnar út leypandi og fevna
m.a. um metingar av aktuellu konjunkturstøðuni
og tí fíggjarliga støðufestinum.
Greiningin er sett saman av einari danskari, enskari og føroyskari útgávu. Um ivi er um neyvleikan í t�½ðingini, er tann
danska útgávan galdandi.
DANMARKS NATIONALBANK
LANGELINIE ALLÉ 47
2100 KØBENHAVN Ø
WWW.NATIONALBANKEN.DK
Flora Nagy Lomholt
Senior Bank Analyst
[email protected]
FINANSIEL STABILITET
Adrian Michael Bay Schmith
Senior Economist
[email protected]
ØKONOMI OG PENGEPOLITIK
KONTAKT
Ritstjórnin er liðug
1. novembur 2020
Ole Mikkelsen
Kommunikations­
og presserådgiver
[email protected]
+45 3363 6027
SEKRETARIAT
OG KOMMUNIKATION