Færøudvalget 2020-21
FÆU Alm.del Bilag 12
Offentligt
2308311_0001.png
G R E I N IN G
DANMARKS
NATIONALBANK
FØ ROYSK U R BÚ S K A P U R
16. DESEMBUR 2020 — NR. 29
Hákonjunktururin í
Føroyum minkandi
Tr�½st á arbeiðsmarksnaðinum
hóast lægri vøkstur
Arbeiðsvirkni í Føroyum er høgt, arbeiðsloysi
sera lágt, og ein partur av búskapinum
tørvar arbeiðsmegi. Útflutningurin er hinvegin
minkaður í ár, og hákonjunktururin hevur nátt
tindunum á hesum sinni.
INNIHALD
2
INNGANGUR
OG SAMANUMTØKA
F ØROYSKUR
BÚS KAPUR ER
T ENGDUR AT
ÚT FLUT NI NG I AV FI SKI
NÝT SLA HEV UR
VERIÐ ST UÐLAÐ AV
GO NGD INI Á ARBEIÐS -
MARKNAÐ INUM
BÆÐ I HÚSARH ALDI NI
OG VINNAN ERU
VÆL B JÁLVAÐ
4
6
Yvirskipaðu eru avgerandi
fyri vakstrarmøguleikarnar
Framleidni er betrað seinastu nógvu árini, m.a.
stuðlað av politikkinum á fiski- og handilsvinnu
økinum. Tað er umráðandi, at yvirskipaðu
treytirnar framyvir tryggja framgongd í
framleidninum. Ein smidligur arbeiðsmarknaður
er ein umráðandi partur av hesum.
8
11
BÆÐ I ST UT T-
OG LANGT ÍÐAR
AVB JÓÐ INGAR
FYRI ALM ENNA
FÍGGJARSTAN DI N
Loysn fyri langtíðar
avbjóðingum eigur ikki at verða útsett
Fleiri eldri og færri yngri í arbeiðsførum aldri,
avmarkar møguleikan at fíggja tað høga
tænastustøðið, sum er bygt seinastu árini.
Nú er umráðandi at raðfesta ábøtur, ið
tryggja javnvágina millum útreiðslur og
inntøkur í framtíðini.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0002.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
2
Inngangur og samanumtøka
Føroyski búskapurin hevur verið fyri stórari fram-
gongd í nógv ár. Størri veiða og vaksandi prísur hava
ført við sær høgar inntøkur í útflutningi, og hava økt
inntøkurnar, so tær liggja á sama støðið sum í Dan-
mark, sí mynd 1.
Góða búskaparliga menningin er vorðin stuðlað
av einari munandi framgongd í framleidni. Bæði í
alingini og uppsjóvarvinnuni
1
eru rættindini savnaði
á færri virkjum og reiðaríðum, og tað hevur ført við
sær, at vinnugreinarnar loysa seg betur.
2
Fyritøkurnar og húsarhaldini í Føroyum hava n�½tt
framgongdina upp á at styrkja seg. Beint øvut
støðuni í árunum upp ímóti fíggjarkreppuni, hava
tey so statt verið væl bjálvaði at svara búskaparliga
stoytinum aftur, sum í ár hevur rakt bæði føroyska og
altjoða búskapin orsaka korona farsóttini.
Koronavirussið kom til Føroyar í mars. Kreppan á heil-
suøkinum breiddi seg skjótt yvir á búskapin, har stok-
kut tiltøk í royndini at byrgja smittuni inni, líkt teimum
donsku, skerdu búskaparliga virksemið. Føroyska stra-
tegiin við at byrgja smittuni inni hevur eydnast væl, og
tí hevur ikki verið tørvur á varandi og harðari tiltøkum
fyri at forða smittuspjaðingini, sí mynd 2.
Bygnaðurin í vinnuni hevur
stuðlað undir hákonjunkturin
At koronavirussið breyt út hevur serliga rakt virkni
hjá ferðavinnufyritøkunum meint. Tað sama ger seg
galdandi í Føroyum. Ferðavinnan fyllir tó sera lítið.
Fyri føroyska búskapin sn�½r tað seg hinvegin um
fyritøkurnar, ið arbeiða við útflutningi av fiskavørum.
Eftirspurningurin eftir fiski, og í høvuðsheitum mat-
vørum, verður ikki eins nógv ávirkaður av konjunktu-
rinum og nógvar aðrar vørur. Føroyski útflutningurin
verður tí ikki ávirkaður eins nógv av sveiggjunum í
altjóða búskapinum.
Atjóða afturstigið og óvissan um framtíðina hevur
tálma prísinum á fiski. Alivirkini og fiskafyritøkurnar
Stór vælferðarframgongd
í Føroyum undir uppgongutíðunum
1.000 kr.
450
400
350
300
250
200
150
98
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
Munir
(høgra ás)
BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum
… og í Danmark
Mynd 1
Prosent
75
60
45
30
15
0
-15
Anm.: Leypandi prísir. BTÚ fyri 2019 í Føroyum er mett út fra
Hagstovu Føroya og Búskaparráðnum.
Kelda: Danmarks Statistik, Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Smittuútbrotið í Føroyum
varð skjótt avbyrgt
Mynd 2
Talið av n�½smittaðum, 14 daga summur, promilla av fólkatali
3,5
3,0
2,5
2,0
1,5
1,0
0,5
0,0
mar
apr
maj
jun
jul
aug
sep
okt
nov
Smittað við Covid-19
í Føroyum
… og í Danmark
Anm.: Smittutalið í Danmark verður fyrst víst frá 1 juli fyri at vísa á
munin á teststrategium fyri fyrsta hálvár.
Kelda: Landslæknin, Hagstova Føroya, Statens Serum Institut,
Danmarks Statistik og egnar útrokningar.
1
Uppsjóvarfiskur eru fiskasløg, ið ikki liva á havsins botni. T.d. makrelur
og sild.
Eginpeningsavkastið í fiskivinnuni og alivinnuni er vaksið í upp-
gongutíðunum, samstundis sum talið av fyritøkum er minkað. Sí
roknskaparhagtølini hjá Hagstovu Føroya.
2
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0003.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
3
hava tó n�½tt verandi útgerðarkervi til at umstilla sølu
teirra frá matstovukundum til smásølu. Samstundis
hava fyritøkurnar verið eins fúsar at gera iløgur, sum
skal síggjast í ljósinum av, at tær vóru væl bjálvaðar
áðrenn koronavirussið breyt út. Tað hevur bjargað
føroyska búskapinum.
Endurgjaldið, ið fyritøkur hava fingið, hevur eisini
stuðlað búskapinum í ár. Serliga nakrir partar av
búskapinum eru nógv umbidnir, og í byggivinnuni er
lønarvøksturin á umleið 4 prosentum og tørvur er á
arbeiðsmegi. Í septembur steðgaði endurgjaldið fyri
lønarútreiðslur, og bæði arbeiðsfjøldin og arbeiðsloy-
si lá á umleið sama støðið sum áðrenn farsóttin fór at
gera um eg, sí mynd 3. Hóast sveiggini í ár, er tað tí
framvegis hákonjunkturur í Føroyum.
Altjóða felagsskapir vænta, at heimsbúskapurin nú
er í einum altjóða lákonjunkturi, við eini ótryggari
og drúgvari endurreisn fyri framman.
3
Tað ávirkar
útlitini fyri einum lítlum og opnum búskapi sum tí
føroyska. Hóast útflutningurin ikki ávirkast eins nógv
av konjunkturinum, tr�½stir tann skerda keypsorkan á
útflutningsvørum og økta óvissan prísin á fiskinum
niður. Útflutningsfyritøkurnar mugu tí vænta eitt vet
lægri inntøkur næstu árini, og føroyski búskapurin
hevur helst nátt toppinum á hesum sinni.
Fleiri eldri fólk veitir
almenna fíggjarstandinum avbjóðingar
Almenni fíggjarstandurin megnar at veita tær hægru
útreiðslurnar í ár, sum hava verið við at tryggja bús-
kapin. Skuldin hjá landsst�½rinum er lítil, sæð í altóða
høpi, og fíggingin av lønarendurgjaldinum gjøgnum
arbeiðssloysisskipanina hevur verið við til at tálma
útreiðslurnar hjá landskassanum í samband við
korona farsóttina. Ein sunnur fíggjarstandur, ið setur
pening til síðis í góðum tíðum, er treyt fyri at kunna
føra ein støðugan fíggjarpolitikk.
Vaksandi talið av eldri fólki í Føroyum fer at vikna
um haldføri á almenna fíggjarstandinum í framtíðini.
Fyri at kunna varðveita tað høga tænastustøðið, ið er
bygt yvir eitt áramál, noyðist landsst�½rið at raðfesta
trupulleikan ímeðan tíð er til tess. Møguleikin at
krevja øðrvísi sløg av skatti vil t.d. hjálpa til at betra
um haldførið.
Arbeiðsloysið er enn sea lágt
Fulltíðararbeiðandi
2.400
Lønmóttakaraarbeiði (høgra ás)
2.000
Bruttoarbeiðsloysi
1.600
1.200
800
400
0
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
20
Mynd 3
Persónar
27.500
26.500
25.500
24.500
23.500
22.500
21.500
Kelda: Hagstova Føroya.
3
Den Internationale Valutafond, A Long and Difficult Ascent,
World
Economic Outlook,
oktober 2020
(leinki).
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0004.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
4
Føroyskur búskapur
er tengdur at útflutningi av fiski
Fiskiskapurin og alivinnan eru drívmegin í før-
oyskum búskapi, og útflutningurin av fiski telur yvir
95 prosent av øllum útflutningi. Ferðavinnan hevur
havt stóra framgongd seinnu árini, men stendur enn
einans fyri tveimum prosentum av BTÚ.
4
Føroyski
búskapurin stendur tí mestsum á einum beini, og er
øgiliga viðkvæmur fyri viðurskiftum, ið kunnu ávirka
útboðið, sum t.d. veðrið og broytingar í fiskastovnu-
num
5
. Hóast tað, eru fyritøkurnar, ið arbeiða við
útflutningi, nakað harðbalnar. Tað er fyrst av øllum,
tí útflutningurin av fiski ikki verður so hart raktur av
altjóða konjunktursveiggjum, sum eisini er vanligt
fyri matvørur.
6
Alivirkini, uppsjóvarflotin og botnfiskiskapurin kunnu
harafturat, í ein ávísan mun, verða mettar sum ser-
støk øki. Tað merkir, at virknismenningin ikki neyð-
turviliga er eins á øllum fiskasløgum. Samstundis
hava vinnugreinarnar víðka um teirra sølumøguleikar
seinastu áratíggjuni, sum nú eru eyðkend av størri
fjølbroytni bæði hvat viðvíkur landafrøði og vørusla-
gi. Føroyski búskapurin er tí mettur at vera sterkari í
dag, enn hann var fyri 10-15 árum síðani.
Útflutningurin av fiski hevur
nátt toppinum á hesum sinni
Samanborið við í fjør, er virðið á útflutninginum
minkað við 7 prosentum teir fyrstu 9 mánaðarnar í
ár. Útflutningurin minkar orsaka av laksi og toski, sí
mynd 4. Viðvíkjandi niðurgongdini í útflutninginum
skal tó havast í huga, stóra framgongdin í 2019. Bús-
kaparráðið í Føroyum metir, at í leypandi prísum vaks
BTÚ 11 prosent í 2019
7
, og tað var serliga orsaka
útflutninginum av fiski.
Niðurgongdin í útflutningsvirði í ár
Prosent, jan-sep 2020 sammett við jan-sep 2019
20
Makrelur
10
Annar fiskur
0
-10
Vøruútflutningur samanlagt
-20
Laksur
Toskur
Mynd 4
Aðrar vørur enn fiskur
-30
20
40
100
60
80
Prosent av vøruútflutningi í 2019
Anm.: Útflutningsinntøkur í leypandi prísum.
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Niðurgongdin í útflutninginum vísir serliga, at óvissan
á útflutningsmarknaðunum vaks t�½ðiliga, tá koronovi-
russið breyt út og ávirkaði búskapin í vesturheiminum.
Bráðfeingis viðurskifti høvdu tí við sær, at meir lá á
goymslu, og hetta tr�½sti seinni prísirnar niður.
Útflutningsfyritøkurnar fluttu tó skjótt teirra av-
reiðing frá deildum, ið vóru hart raktar, til deildir
í framgongd. Nógv søla er tí flutt frá matstovu og
vistaveiting, til framleiðslu av viðgjørdum vørum til
smásølu. Henda umleggingin her forða einari størri
niðurgongd í mongdum, men avreiðingarvirði hevur
tó verið lægri.
4
Ferðavinnan hevði ein samlaðan bruttovirðisvøkstur á 2,1 prosent
í 2017. Sí Hagstova Føroya, Vitjandi ferðafólk, 2011 til 2018,
Búskaparískoyti, mai 2019
(leinki).
Sí kassa 2 í hjá Sune Malthe-Thagaard og Flora Nagy, Arbeiðsmark-
naðurin t�½stir av lágum arbeiðsloysi,
Danmarks Nationalbank Analyse
(Færøsk økonomi),
nummar 22, novembur 2019
(leinki).
Fyri at síggja, í hvussu stóran mun matvørur ávirkast av konjunk-
tursveiggjum, sí ”Stort fald i dansk eksport, men sammensætningen
kan være en stødpude” í
Danmarks Nationalbank Economic Memo,
nummar 8, juni 2020, eftir Adrian Michael Bay Schmith og Helle Eis
Christensen
(leinki).
Frá 2013 til 2018 er BTÚ í leypandi prísum í miðal vaksið við knappliga
6 prosentum árliga.
5
6
7
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0005.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
5
Niðurgongdin í inntøkunum av útflutningi vísir tí á, at
fiskur er vorðin seldur fyri ein lægri prís. Samanborið
við samlaðu heimssøluna, ið hevur havt eina niður-
gongd á knappliga 11 prosent í virði, er niðurgong-
din á 7 prosentum tó meir avmarkað. Altjoða lákon-
junktururin fer tí væntandi at minka um keypiorkuna
á útflutningsmarknaðunum framyvir, og soleiðis at
tálma prisunum. Føroyskar fyritøkur njóta í løtuni
ágóðan av at hava bjálva seg seinnu árini. Bæði egin-
peningsavkasti og eginpeningsfíggingin er vaksin
nógv í uppgongutíðunum, sí mynd 5, og samstundis
er lánsveitingin vaksin seinni enn búskapurin sum
heild.
8
Fyritøkurnar eru tískil væl bjálvaðar til at yvirli-
va, hóast lægri prísir.
Yvirskipaðu treytirnar eru
avgerandi fyri vakstrarmøguleikarnar
Tað hevur stóran t�½dning fyri búskapin, at yvirski-
paðu treytirnar veita útflutningsfyritøkunum møgu-
leika at náa eitt framleidni á eins høgum støði sum
teirra altjóða kappingarneytar. Hetta kann m.a. ge-
rast við góðari og støðugari atgongd til marknaðin,
umframt við burðardyggum og savnaðum fiskiskapi.
Handilsvinnu- og fiskivinnuaftalur eru ein treyt
fyri, at útflutningsfyritøkurnar kunnu røkka høgum
inntøkum. Í einari tíð, har tað er alsamt meir tr�½st á
alheimsgerðingini, gersts arbeiðið hjá landsst�½rinum
við handilsaftalum enn meiri umráðandi. Við tað, at
Stórabretland fer úr ES, kemur enn eitt strandaland
til tað fleirsíðaða samráðingarborðið. Tað økir um
óvissuna fyri framtíðar avtalum, hóast landsst�½rið fy-
ribils hevur fingið eina avtalu í lag við Stórabretland,
um at leingja núverandi treytir. Um tað gert møguligt
at útvega n�½ggjar samhandilsavtalur við størri lond,
fer tað at merkja, at føroyski búskapurin verður enn
sterkari, tí møguleikarnir hjá útflutningsfyritøkunum
at avreiða økjast.
Í januar samtykti løgtingið eina n�½ggja fiskivinnuski-
pan, sí kassa 1. Fiskivinnupolitikkurin eigur at styðja
undir, at fiskiskapurin er úrtøkumikil við at stuðla
umskifti av fiskikvotum og fiskirættindum, sum m.a.
miðsavnar fiskiflotan.
9
Tað er umráðandi, at rentabi-
liteturin í eini tilfeingisvinnu sum fiskivinnuni stuðlar
Fyritøkurnar hava bjálvað
seg igjøgnum uppgongutíðirnar
Prosent
25
Mynd 5
20
Eginpeningsfígging
15
10
Eginpeningsavkast
5
0
09
10
11
12
13
14
15
16
17
Anm.: Eginpeningsfíggingin vísir eginpeningin hjá ikke-finansielle
fyritøkum sum partur av teirra samlaðu skuld. Eginpenings-
avkastið vísir avkastið hjá fyritøkunum samanborið við
henda eginpening.
Kelda: Hagstova Føroya og Det Systemiske Risikoråd, Krav til de
færøske banker, Analyse, marts 2020.
N�½ggj fiskivinnulóggáva í Føroyum
Kassi 1
Løgtingið samtykti tann 21 desembur í 2019 eina n�½ggja
fiskivinnulóggávu, sum varð sett í gildi um ársskiftið. Fiski-
vinnulóggávan fevnir m.a. um:
Avtøka av uppisølu av kvotum, sum vóru 8-ára loyvi,
og loyvini longd til 12 ár.
Víðkan av møguleikanum fyri útlendskum ognarskapi
frá 0 til 25 prosent av fiskivinnuni.
Ynski um fulla umsetligheit í fiskivinnuni, ið merkir, at
møguligt skal vera at keypa kvotir og loyvi.
N�½ggja fiskivinnulóggávan fer væntandi at gev tð sama
í skattinntøkum sum tey tvey undanfarnu árini, við at
umeggja inntøkurnar frá uppisølunum til øktan skatt á
veiðina.
Tað eru fleiri útjavningarpolittisk atlit í fiskivinnupolitikki-
num. Frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarhorni er
tað umráðandi, at fiskiskapurin er lívfrøðisliga burðardyg-
gur og hevur fleksibilitet og umsetligheit í fiskakvotum og
-rættindum.
8
Sí Sune Malthe-Thagaard og Flora Nagy, Arbejdsmarkedet presset af
meget lav ledighed,
Danmarks Nationalbank Analyse (Færøsk økono-
mi),
nummar 22, novembur 2019
(leinki).
t.d. Thor Bjørndal og Gordon R. Munro, The Economics and Man-
agement of World Fisheries,
Oxford University Press,
2012.
9
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0006.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
6
undir langskygdar og framleidnisstyrkjandi íløgum.
Tað tryggjar, at nátturliga tilfeingið verður n�½tt á ein
skynsaman hátt. Yvirkapasitetur í fiskivinnuni minkar
um rentabilitetin í vinnuni, og skipanin eigur at forða
fyri hesum.
Ferðavinnan er hart rakt við óvissari framtíð
Ímeðan framleiðslufyritøkurnar í stóran mun hava
tarna fíggjarliga stoytinum, er ferðavinnan hart rakt
av tiltøkum, sum skulu tálma smittuspjaðingini. Tað
eru jú tiltøk, ið darva altjóða ferðingini.
Gistingarhús og líknandi hava verið fyri einari mar-
kantari niðurgongd av gistingum, og tað hevur havt
við sær, at tær tilhoyrandi vinnurnar hava havt nógv
minni at gera, sí mynd 6. Ábendingar eru um, at virk-
semið er vaksið meir enn gistingarnar. Tað kann vera
tekin um, at vinnan hevur góðar vónir fyri framtíðini.
Niðurgongdin í gistingum rennur saman við økingi-
ni av seingjarplássum við m.a. tveimum n�½ggjum
gistingarhúsum, sum eisini økir um vandan fyri tapi
hjá ferðavinnuni. Útlitini fyri ferðavinnuna er óviss,
og er í ein stóran mun tengd at, hvussu gongdin við
farsóttini verður.
Hóast ferðavinnan fevnir um ein avmarkaðan part av
føroyska búskapinum, stendst t�½dningarmikil avleidd
ávirkan av henni. Ferðavinann økir m.a. um flølbroyt-
ni í føroyska búskapinum, so oyggjarnar ikki eru eins
tengdar at fiskaútflutningi, og í framtíðini kann hon
eisini geva inntøkur og arbeiði í útjaðaranum.
Stór niðurgongd í ferðavinnuni leggur
tr�½st á hotell- og matstovuvinnuna
Gistingar
20.000
Gistinar
15.000
Mynd 6
Persónar
1.000
800
10.000
Arbeiði í hotell- og
matstovuvinnuni (høgra ás)
5.000
600
400
0
14
15
16
17
18
19
20
200
Anm.: Báðar seriur eru 3 mánaðar glíðandi miðaltal.
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Stórur umsetningur hjá
smásølubúðunum í fyrru helvt av 2020
Indeks, 2010 = 100
150
Vørur til sethús (høgra ás)
140
130
Matvørur
120
110
100
Klæði
90
80
04
06
08
10
12
14
16
18
Mynd 7
Indeks, 2010 = 100
200
180
160
140
120
100
80
60
20
N�½tsla hevur verið stuðlað av
gongdini á arbeiðsmarknaðinum
Eftirspurningur innanlands hevur í ár hjálpt til at
stuðlað undir búskapin. N�½tslan hjá húsarhaldunum
hevur verið hægri enn vanligt, og har skal m.a. ha-
vast í huga skerjingin í ferðing, og at fólk hava hildið
frí heima. Umsetningurin av matvørum og ymsum
tilfari til innbúgv var hvør sær knappliga 13 prosent
hægri í øðrum kvartali, samanborið við í fjør, sí mynd
7.
Tann høga n�½tslan innanlands er m.a. ein avleiðing
av, at Føroyar hava eina effektiva strategi til at tálma
smittuspjaðingini. Bara síðani fyrsta juli eru fleiri enn
165.000 kanningar gjørdar, sum svarar til 3 ferðir
fólkatalið í landinum. Stóri testkapasiteturin, sum ser-
Anm.: Myndin vísir smásøluumsetning í veruligum prísum .
Kelda: Hagstova Føroya.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0007.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
7
liga verður n�½ttur við landamørkini, hevur lættað um
smittusporingina. Burtursæð frá almennu tilmælu-
num um reinføri, eru ongar avmarkingar ásettar
vinnulívinum í løtuni.
Tær endurgjaldsskipanir, sum komu eftir korona-
farsóttin breyt út, hava stuðlað undir n�½tsluna, sí
kassa 2. Skipanin fyri lønarískoyti til niðursetta ar-
beiðstíð hevur hjálpt við at avmarka inntøkuminking.
Tað hevur hildið hondini undir húsarhaldunum, sum
samstundis hava brúkt eins nógvar pengar sum áður.
Stóra n�½tslan førir við sær øktan innflutning, tí góð
20 prosent av n�½tsluni hjá húsarhaldunum verður
innflutt úr útlandinum. Innflutningurin av bilum min-
kaði tó markant í vár, og har er tapið ikki vunnið inn
aftur. Orsøkin til tað er, at innflutningurin av bilum
er serliga kn�½ttur at ferðavinnuni, ið n�½tir bilarnar til
útleigan.
Skjót umstilling á arbeiðsmarknaðinum
Skipanin fyri lønarískoyti til niðursetta arbeiðstíð
varð dúgliga n�½tt. Tá tað var tað mesta, vóru fleiri
enn 4.000 fólk í skipanini, sum svarar til umleið 15
prosent av arbeiðsmegini. Tað hevur verið við til at
avmarka vinnumissin í tænastuvinnuni við stokkutari
afturgongd í umsetninginum.
Hóast endurgjaldsskipanir vaks arbeiðsloysi kortini
við 1650 persónum í apríl. Arbeiðsloysi var størst í
hotel- og matstovuvinnuni og í flutningsvinnuni. Í
juli var arbeiðsloysi tó líka lágt sum í fjør. B�½tið er tó
broytt. Hotel- og matstovuvinnan hava enn minni at
gera enn í mars, og arbeiðið er vaksið í handilsvinnu-
ni, sí mynd 8. Menningin vísir ein fleksibilitet í tí før-
oyska arbeiðsmarknaðinum. Har líkindini eru fyri, at
arbeiðsmegin í summum størvum framhaldandi fer at
minka, flytur hon seg til vinnugreinar við framgongd.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin
hevur ein innbygdan stoytdoyvara
Stutta arbeiðsniðurgongdin í vár hevði ikki við sær, at
fleiri fólk gjørdust arbeiðsleys, men at arbeiðstíttlei-
kin minkaði. Orsøkin til tað er, at ein lutfalsliga stórur
partur av teimum, sum mistu arbeiði, vóru ungir
og gamlir føroyingar ella fólk við øðrum etniskum
uppruna. Vanliga hava hesi meir lyndi til at detta úr
arbeiðsfjøldini.
Føroyski arbeiðmarknaðurin er soleiðis, at ar-
beiðsmegin er ógvliga ávirkað av konjunkturinum.
Føroyingar við førleikum innan byggivinnuna og
farmaflutningi eru eftirspurdir í útlondum, og tað
Hjálparpakkar til húsarhald
og fyritøkur í trongstøðu
Kassi 2
Í vár samtykti landsst�½rið eina røð av hjálparpakkum til
húsarhaldini og vinnuna, orsaka ta búskaparligu óvissuni,
ið kom, tá koronovirussið breyt út.
Hjálparpakki 1
Umfatandi endurgjald av lønum vegna sjúku til fyritøkur-
nar, umframt at innlating og rindan av MVG fyri fyrsta
ársfjórðing varð útsett í tríggjar mánaðar. Harumframt var
eitt lønarískoyti á í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðan
fyri tey, ið arbeiddi niðursetta tíð, og eitt ískoyti til sjálv-
støðug vinnurekandi.
Hjálparpakki 2
Umfatandi ískoyti til fyritøkur í trongstøðu, sum høvdu
niðurgongd í inntøkum vegna koronofarsóttin. Skipanin
fyri ískoyti til niðursetta arbeiðstíð (í hjálparpakka 1) varð
víðkað til eisini at fevna um arbeiðandi pensionistar.
Hjálparpakki 3
Umfatandi málrættaður stuðul til ferðavinnuna (hotell,
ferðaskrivstovur, flutning, matstovur, upplivingar o.a) og
mentanarøkið, sum fingu endurgjld fyri partar av føstu
útreiðslunum. Harumframt setti Framtaksgrunnur Føroya
30 milliónir krónur til taks sum váðafúsur kapitalur hjá
ferðavinnuni í 2020 og 2021.
Arbeiðsfjøldin hevur
umstillað seg skjótt
Prosentbroyting, februar til oktobur 2020
6
Fiskiskapur og fiskaaling
3
Byggjarí og anlegg
0
Handil
-3
-6
-9
Hotell og matstova
-12
20
40
60
80
Mynd 8
Annað
Ferðing
100
Prosent av arbeiðsfjøldini í 2019,
undantikið alment
Anm.: Fiskiskapur og fiskaaling fevna um fiskavirksemi .
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0008.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
8
hevur stuðlað undir fleksibilitetin á arbeiðsmegini.
10
Broytingar í arbeiðsfjøldini í Føroyum vísa eisini, at
tey gomlu og ungu í Føroyum hava meir lyndi til at
fara inn og út av arbeiðsmarknaðinum, enn í nógvum
øðrum londum.
Útlendsk arbeiðsmegi hevur eisini við sær, at arbeiðs-
fjøldin veksur í uppgongutíðum og minkar, tá sve-
iggini venda. Tað er serliga galdandi fyri ófaklærdu
arbeiðsmegina, sum er við til skapa ein stoytdoyvara
á arbeiðsmarnaðinum. n nuværende lovgivning giver
skattefordele ved at arbejde i udlandet, hvilket virker
forvridende. En reduktion af disse skattefordele vil
øge både det strukturelle arbejdsudbud og skatte-
indtægterne på Færøerne.
Í heila tikið hevur innanh�½sis modibiliteturin á
føroyska arbeiðsmarknaðinum verið góður. Gong-
din seinastu 20 árini hevur verið, at arbeiðsorkan í
fiskivinnuni er minkað. Tað hevur havt við sær, at ein
stórur partur av arbeiðsfjøldini hevur noyðst at farið
í aðrar vinnur, t.d. almenna ella privata tænastuvin-
nu. Samstundis sum útflutningsfyritøkurnar hava
framgongd í teirra framleidini, fer henda menningin
væntandi at halda á í fiskivinnuni og førka seg inn á
alivinnuna. Tað er umráðandi, at stuðla uppundir ta
neyðugu og framhaldandi umstillingina á arbeiðs-
marknaðinum, t.d. við møguleikum fyri eftirútbúg-
ving.
Tr�½st á arbeiðsmarknaðinum hóast lægri vøkstur
Lága arbeiðsloysið, sum í heila tikið hevur verið
óávirkað seinasta hálva árið, gevur eina ábending
um, at arbeiðsmarknaðurin er undir tr�½sti. Møgulei-
kin fyri trot á arbeiðsmegi er til staðar, og tað kann
økja um vandan fyri, at búskapurin verður ovhitaður.
Burtursæð frá í teimum hart raktu vinnugreinunum
sum gistingarhúsum og matstovum, hava lønirnar
jú heldur ikki verið markant ávirkaðar av, at Føroyar
fóru niður í ferð í vár, sí mynd 9.
Serliga byggivinnan, har lønirnar eru nógv hækkaðar
seinnu árini, og har tørvur er á arbeiðsmegi, eru
tekin um arbeiðsmarnaðurin er sperdur. Arbeiðsloy-
sið er lágt, lønirnar høgar og tørvurin er arbeiðsmegi
hevur verið stórur í langa tíð.
Framhaldandi góð lønarhækkan
Prosent, ár-ár
8
Byggjarí
6
4
2
0
-2
-4
13
14
15
16
17
18
19
Aðrar privatar
(undantikið fiskiskapur)
Brúkaraprísindeks
Hotell og matstovur
Mynd 9
20
Anm.: Lønarvøksturin er roknaður út frá einum implisittum løna-
rindeksi, grundað á lønargjaldingar og talið av lønmóttaka-
rum. Fiskivinnan er ikki tikin við, tí lønirnar í fiskivinnuni eru
tætt kn�½ttar at intøkuni umborð á skipunum. Lønargjaldið
í fiskivinnuni hevur tí eitt slag av avlopsb�½ti, sum ikki gevur
eina rætta mynd av tí generella lønartr�½stinum í Føroyum,
sum er vegna t.d. vantandi arbeiðsmegi. Tølini fyri 2020 eru
grundað á gongdina frá januar til oktobur.
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Útlendska arbeiðsmegin er ein t�½dningarmikil liður
á føroyska arbeiðsmarknaðinum og tískil í føroyska
búskapinum. Tí er tað umráðandi fyri búskapin, at
føroysku fyritøkurnar hava nóg góðan møguleika ei-
sini at útvega sær útlendska arbeiðsmegi frá londum,
ið eru uttan fyri ES. Tað er serliga galdandi, tá partar
av búskapinum er í vanda fyri ovhitan, sum enn er
støðan í byggivinnuni.
Bæði húsarhaldini
og vinnan eru væl bjálvað
Búskaparliga framgongdin síðani 2013 hevur ført
við sær, at lønirnar í húsarhaldunum eru hækkaðar
markant, og føroyingar hava fingið meir frælsi í teirra
privatu fíggjarligu viðurskiftum. Talið av fólki, ið meta
seg vera før fyri at spara pening saman, er vaksið við
20 prosentum í uppgongutíðunum til 75 prosent.
11
10 Tann núverand lóggávan veitir skattafyrimunir við at arbeiða uttan-
lands, sum eru avskeplandi. Ein redusering av hesum skattafyrimun-
unum fer at økja bæði tað strukturella arbeiðsútboðið og skattain-
ntøkurnar í Føroyum.
11 Si Hagstovu Føroya konjunkturbarometer fyri húsarhald.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0009.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
9
Tað sæst eisini hjá bankunum, har húsarhaldini hava
økt innlánini meir enn útlánini í uppgongutíðunum, sí
mynd 10.
Meginparturin av ognunum hjá føroysku húsarhaldu-
num eru kn�½ttar at bústøðunum, og tí er bústaðar-
marknaðurin høvuðsvansin fyri húsarhaldini. Før-
oysku húsarhaldini fevna um ein góðan helming av
samlaða útláninum hjá føroysku bankunum, og tað er
í høvuðsheitum til bústaðarfígging.
Lántøkan hjá húsarhaldunum er vaksin yvir 20
prosent síðani byrjanina av 2014, og lánini fara í
høvuðsheitum enn til at fíggja ymiskt sethúsavirkse-
mi. Lántøkan frá donksum reallánsstovnum, ið fevnir
um umleið 30 prosent av samlaða bústaðarfíggingini
í Føroyum, er harafturat vaksin við yvir 17 prosentum
í sama tíðarskeiði. Kredittvøksturin hevur tó verið
avmarkaður, um hugsað verður um framgongdina í
inntøkum og vaksandi sethúsaprísirnir.
Framvegis framgongd á sethúsamarknaðinum
Sethúsaprísurin í Føroyum er vaksin nógv seinnu
árini. Hækkingin er komin av m.a. lágari rentu, hægri
inntøkum og tilflytan orsaka góðu tíðirnar. Í ár hevur
gongdin á prísinum verið tann sama, tó í einum vet
lægri tempo, sí mynd 11.
12
Tann meir hóvligi prísvøksturin á serliga húsum í
høvuðsstaðarøkinum kann m.a. standast av, at høgi
prísirnir nú hava fingið nøkur húsarhald at flyta út á
bygd. Harumframt kann tað vera, at byggivirksemið í
Tórshavn seinnu árini hevur nøktað nakað av ef-
tirspurninginum, sum so eisini tálmar prísvøkstrinum.
Samstundis fer Eysturoyartunnilin væntandi at minka
nógv um tíðina, tað fer at taka at ferðast millum
Havnina og suðurendan av Eysturoynni.
13
Tað hevur
gjørt tað meir freistandi at búseta seg í teimum stør-
ru bygdunum á Skálafjørðinum, og tað stuðlar eisini
undir prísvøksturin her.
Avmarkað ávirkan av koronafarsóttini
hjá teimum føroysku bankunum
Eginpeningsavkastið hjá teimum 4 føroysku banku-
num minkaði ógvusliga fyrsta ársfjórðingin í 2020,
sí mynd 12. Óvissan um avleiðingarnar av farsóttini
Innlánið hjá føroyskum
kundum vaksa
Indeks, januar 2014 = 100
180
Innlán, vinna
160
Mynd 10
140
Innlán, privat
Útlán, privat
120
100
Útlán, vinna
80
14
15
16
17
18
19
20
Anm.: Inn- og útlánini hjá føroyskum kundum í føroyskum bankum.
Kelda: Dátufelagsskapur við Fíggjareftirlitinum (MFI-hagtølini).
Húsaprísirnir eru enn vaksandi
1.000 krónur fermeturin
30
Íbúðir í Tórshavn
25
20
15
10
5
Sethús í Tórshavn
Mynd 11
Sethús í restini av landinum
0
00
02
04
06
08
10
12
14
16
18
20
Anm.: 2020 fevnir bert um leypandi keypini í árinum. Serliga eru
prísirnir í triðja og fjórða ársfjórðingi merktir av óvissu.
Sethús í restini av landinum er eitt miðal fyri indeksið fyri
stórar b�½ir og lítlar b�½ir, undantikið Sandoy og Suðuroy.
Kelda: Hagstova Føroya og BankNordik.
12 Talan er um metingar, her eru stórar óvissur.
13 Landsbanki Føroya, Fíggjarligt Støðufesti 2018
(leinki),
2018.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0010.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
10
var stór, og tað hevði við sær stóra afturgongd á
fíggjarmarknaðinum. Bankarnir vórðu tí raktir av
afturgongd í gjaldoyrastillingum, og bókaðu sam-
stundis hægri niðurskrivingar, gjørdar eftir metingum
frá leiðsluni.
Serliga hotell- og matstovuvinnan varð rakt. Hesar
vinnurnar fevndu tískil eisini um ein stóran part av
niðurskrivingunum hjá bankunum fyrsta ársfjórðingin,
sum taldi 32 milliónir krónur, ella 0,1 posent av sam-
laða útláninum hjá føroysku bankunum.
14
Í øðrum ársfjórðingi eru tapini, ið kunnu kn�½tast til
korona, ikki komin eins nógv til sjónda hjá banku-
num, sum m.a. kemst av, at kundarnir hjá bankunum
vóru væl bjálvaðir eftir eitt áramál við búskaparligum
framburði. Tí hevur tað í minni mun verið tørvur á
fleiri avsetingum. Fíggjarmarknaðarnir hava haraft-
urat rættað seg eftir ógvuligu niðurgongdina í mars
og apríl. Hóast bankarnir vænta eitt verri úrslit í ár
sammett við árið í fjør, eru útlitini fyri árið sum heild
tí betri enn bankarnir sjálvir mettu í byrjanini av
øðrum ársfjórðingi.
Bjálvingin hjá bankunum vaks
til Føroyar fóru niður í ferð í vár
Søguliga hava tað verið stór sveiggj í føroyska
búskapinum, og føroyskir bankar hava havt størri
niðurskrivingar og tab enn teir donsku bankarnir,
serliga upp á vinnukundar.
15
Ein um bankarnir hava
nóg nógvan kapitalyvirdekkning, t.e., at nóg mikið av
luft er millum kapitalkrøvini til stovnarnar og teirra
veruligu kapitalprosent, kann tað fyribyrgja, at tap í
bankasektorinum økja um møgulig sveiggj í realbús-
kapinum.
Frá endanum av 2016 og til mitt í 2019, høvdu før-
oysku bankarnir eina niðurgongd upp á í miðal 2,7
prosentstig í kapitalyvirdekkningi, sí mynd 13. Tað
hendi samstundis sum lánsveitingin vaks og kapital-
krøvini hjá bankunum hækkaðu.
16
Gongdin vendi í
seinna hálvári í 2019, tá kapitalyvirdekkningurin hjá
bankunum aftur fór at vaksa. Tað skal setast í sam-
band við, at bankarnir fyrireikaðu seg til øktu kapital-
Stór sveiggj í eginpeningsavkastinum
hjá bankunum
Prosent
20
Eginpeningsavkastið hjá bankunum
15
10
5
Fyrsta ársfjórðing í 2020
0
-5
11
12
13
14
15
16
17
18
Miðaltal yvir
tíðarskeiðið
Mynd 12
19
20
Kelda: Dátufelagsskapur við Fíggjareftirlitinum.
Kapitalyvirdekkningurin hjá
bankunum er vaksin seinasta árið
Prosent sammett við ultimo 2015
119
115
111
107
103
99
95
17
18
19
20
Kapitalyvirdekkningurin
hjá bankunum (høgra ás)
Mynd 13
Prosenstig
11
Kredittvøkstur
10
9
8
7
6
5
Kapitalyvirdekkningurin hjá bankunum uppgjørdur í muni-
num millum teirra veruliga kjarnukapital og krøvini til teirra
veruliga kjarnukapital, mált sum partur av teirra váðafúsu
ognum. Samlaði kapitalyvirdekkningurin hjá teimum 4
stovnunum er eitt mett miðaltal av kapitalyvirdekkningi-
num hjá hvørjum einstøkum banka.
Kelda: Dátufelagsskapur við Fíggjareftirlitinum umframt egnar
útrokningar.
Anm.:
14 Fevnir bæði um útlán og veðhald, umframt niðurskrivingar á ekspone-
ringarnar hjá bankunum uttan fyri Føroyar.
15
Det Systemiske Risikoråd, Krav til de færøske banker, Analyse, mars
2020
(leinki).
16 Tann systemiski buffarin varð hækkaður, og kapitalvarðveitingarbuffa-
rin varð indfasaður.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0011.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
11
krøvini. Í vár bleiv tann generelli systemiski buffarin
tó fyribils slakaður frá trimum til tvey prosent, sí kas-
sa 3. Samstundis steðgaði kredittvøksturin upp. Sam-
lað hevur tað ført við sær, at kapitalyvirdekkningurin
hjá bankunum er hækkaður enn meir. Samanumtikið
vóru teir føroysku bankarnir væl bjálvaðir, tá korona
farsóttin rakti samfelagið.
Markantar niðurskrivingar kunnu tó møguliga min-
kað kapitalyvirdekkningin hjá bankunum, sí mynd 14.
Um bankarnir, samstundis sum teir gera niðurskri-
vingar, eisini t.d. hava ógvusliga niðurgongd í innt-
økum, er vandi fyri, at yvirdekkningurin hjá onkrum
stovnum hvørvur heilt.
Seinasta gongdin
í fíggjarligu st�½ringini í Føroyum  
Kassi 3
Broytingar í krøvunum fyri SIFI-tilnevning í Føroyum,
sum væntandi verður sett í gildi í byrjanina av í 2021.
Væntandi verður eitt lægra mark sett, fyri nær ein pe-
ningastovnur kann sigast at hava systemiskan t�½dning.
Sum avleiðing av tí, missur Norðoya Sparikassi, sum
er triðstørsti banki, sín sess. Hetta verður galdandi
frá næstu SIFI-tilnevning í Føroyum, sum verður í juni
2021. Uppskot um at broyta treytirnar, verða í løtuni
viðgjørdar í løgtinginum.
Generelli systemiski buffarin í Føroyum varð fyribils
skerdur fra trimum prosentum til tvey prosent 19
mars í 2020.
Tað Systemiska Váðaráðið hevur boðað
frá, at buffarin í fyrsta lag verður hækkaður aftur upp
á 3 prosent í 2021. Harumframt hevur Ráðið avgjørt at
hava eina ávaringartíð á 12 mánaðar, frá at satsturin til
buffarin broytist, til broytingin verður sett í gildi.
Fíggjareftirlitið longdi innfasingina av krøvum til
skuldir, ið vóru skikkaðar til niðurskriving (NEP)
fyri
føroyskar stovnar við einum hálvum ári, orsaka av ne-
gativu ávirkanini koronafarsóttin hevði á inntøkurnar
hjá stovninum. Higartil skuldi krøvini formliga verið
lokin fyrsta januar í 2025. Nú er tað so broytt til fyrsta
juli í 2025.
Bæði stutt- og langtíðar avbjóðingar
fyri almenna fíggjarstandin
Skuldin hjá tí almenna er lág í løtuni, og landskassin
hevur tí verið førur fyri at styðja undir búskapin eftir
smeitin í vár. Færri inntøkur frá skrásetingargjaldi og
ógvuliga fallið í oljuprísinum í vár, varð bert partvíst
loftað av øktu meirvirðisskattingini av størri n�½ts-
luni hjá føroyingum, og frítíðini, ið teir hildu heima.
Inntøkurnar hjá landskassanum verða tí minni enn
væntað í ár.
Samstundis eru útreiðslurnar hækkaðar, men munandi
minni samanborið við nógv onnur lond í heiminum.
Koronafarsóttin hevur einsamøll økt útreiðslurnar
knappliga 1 prosent av BTÚ. Tað er m.a. tí, at skipanin
til lønarískoyti fyri niðursetta arbeiðstíð til og við juni
mánaða, varð fíggjað av eginpeninginum hjá Ar-
beiðsloysisskipanini, sum svarar til 0,5 prosent av BTÚ.
Fíggjarmálaráðið væntar, at undirskotið hjá lands-
kassanum verður 500 milliónir krónur í ár.
17
Stóra
undirskotið í ár kemst m.a. av, at Atlantic Airways og
Vága Floghavn fingu ein serstakan peningastuðul á
115 milliónir krónur. Undirskotið kemur eftir nøkur ár
við lítlum yvirskoti á almennu salduni, sí mynd 15.
Fyri at tryggja likviditetin hjá landskassanum, tók
Landsbanki Føroya í juni eitt lán á 1,6 milliard krónur.
Økt tal av niðurskrivingum minka um
kapitalyvirdekkningin hjá bankunum
Prosent
12
10
8
6
4
2
0
Miðal fyrsta
hálvár 2020
Medianur
85. persentil
Kapitalyvirdekkningur
í prosentum av váðafúsum
eksponeringum
Mynd 14
Úrslit av
niðurskrivingum
(prosentstig)
4,3
Maksimum
17 Undirskotið hjá landskassanum fevnir ikki um útreiðslur hjá teimum
almennu partafeløgunum, sum varða av útbygnaðinum og rakstrinum
af pørtum av undirstøðukervinum.
Anm.: Myndin vísir úrslitið, tey ymsu scenariuni hava fyri kapi-
talyvirdekkningin hjá bankunum. Scenariuni eru grundað
á prosentini á niðurskrivingunum hjá hvørjum einstøkum
stovni fyri árini 2009 til 2019. T.d. vísir ”Maks-scenariið”
úrslitið av samlaða miðalyvirdekkninginum hjá bankunum í
dag, um hvør einstakur stovnur samstundis varð raktur av
sínum størsta niðurskrivingsprosenti í tíðarskeiðinum frá
2000 til 2019.
Kelda: Dátufelagsskapur við Fíggjareftirlitinum umframt egnar
útrokningar.
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0012.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
12
Almenna skuldin er tí vaksin frá 41 prosentum av
BTÚ við byrjanini av árinum til 48 prosent av BTÚ.
18
Skuldin er enn lítil, um hugt verður í altjóða høpi, og
rentan á n�½ggju skuldini er lág.
Umráðandi, at fíggjarpolitikkurin
stabiliserar konjunktursveiggini
Søguliga hava stór sveiggj verið í føroyska búska-
pinum. Tað setur stór krøv til fíggjarpolitikkin, so at
spart verður í góðum tíðum, fyri at kunna styðja undir
búskapin og inntøkurnar í ringum tíðum.
Fíggjarpolitikkurin hevur tó í uppgongutíðunum í
stóran mun fylgt við konjunkturinum,
19
og búska-
purin er enn í einum hákonjunkturi. Landsst�½rið átti
tí ikki at økt um útreiðslurnar júst nú, men heldur at
styrkja fíggjarstøðu sína, tá bráfeingis útreiðslurnar
eru púra horvnar.
Loysnirnar fyri langtíðaravbjóðingum
átti ikki at verið útsettar
Fólkasamansetingin í Føroyum fer væntandi at
broytast komandi árini. Fyrst av øllum, vera tað fleiri
gomul at forsyrgja, sí mynd 16. Tað er ein avbjóðing
fyri stórt sæð allar búskapirnir í vesturheiminum.
Undir stóru fíggjarkreppuni í 1990unum og í byrjani-
ni av 2010’unum, var stór fráflyting úr Føroyum. Tað
varð bert partvíst loftað av tilflyting í teimum fylgjandi
hákonjunkturunum. Um ein tílík nettofráflyting stendur
við yvir langa tíð, gert haldføri hjá almenna fíggjar-
standinum verri, tí talið av fólki í arbeiðsførum aldri
minkar, sum so førir við sær færri skattainntøkur.
Undir núverandi uppgongutíðum hevur tiflytanin
hinvegin verið ógvuliga stór. Lívskorini í Føroyum
eru í dag betri enn tey vóru í 1990unum, og tí er ikki
víst, at fraflytingin verður serliga stór, tá pílarnir fara
at peika niðureftir. Tað vísir, at tað valdar stór óvissa
um fortreytirnar fyri langtíðar haldføri hjá tí almenna
fíggjarstandinum.
Óvissan um útrokningarnar av haldførinum hjá tí
almenna fíggjarstandinum merkir tí ikki, at hond
Undirskot á almennu
upphæddini í ár
Prosent av BTÚ
15
12
9
6
Almenna DAU-upphæddin
3
0
-3
-6
-9
99
01
03
05
07
09
11
13
15
17
Sosialir grunnar
Kommunurnar
Landsst�½rið
Mynd 15
19
Anm.: Myndin vísir rakstrar-, anleggs- og útlánsupphæddina,
DAU-upphæddina. ”Landsst�½rið” fevnir bæði um DAU-upp-
hæddina hjá landskassanum í samband við fíggjarlógina,
umframt útreiðslur í samband við almenn partafeløg, sum
taka sær av útbyggingini og rakstrinum av pørtum av un-
dirstøðukervinum. Fyri 2020 er undirskotið tí 1.100 milliónir
krónur, har 600 eru frá almennum partafeløgum.
Kelda: Landsbanki Føroya og egnar útrokningar.
Fleiri gomul og færri
í arbeiðsførum aldri í framtíðini
Fólkatalið
40
0-19 ár
35
30
25
20
15
70+ ár
10
20-69 ár
(høgra ás)
Mynd 16
Fólkatalið
78
73
68
63
58
53
48
Framrokning
43
5
85
90
95
00
05
10
15
20
25
30
35
40
45 50 55
60
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
18 Tað er enn einki brúkt av einum parti av likdivitetinum frá teimum 1,6
milliardum krónunum, og Landsbanki Føroya væntar at rinda ein part
af upptiknu skuldini í juni í 2021.
19
Sí Sune Malthe-Thagaard og Flora Nagy, Arbejdsmarkedet presset af
meget lav ledighed,
Danmarks Nationalbank Analyse (Færøsk økono-
mi),
nummar 22, novembur 2019
(leinki).
FÆU, Alm.del - 2020-21 - Bilag 12: Nationalbankens analyse af Færøernes økonomi
2308311_0013.png
G R E I N I N G
— D A N M A R K S N AT I O N A L B A N K
FØROYSKUR BÚSKAPUR — 16. DESEMBUR 2020
13
ikki skal takast um avbjóðingarnar. Rættstundis-
ligar broytingar av t.d. skattaskipanini kann tryggja
langtíðar haldførinum og geva ein sterkari føroyskan
búskap.
Møguleikin at krevja inn øðrvísi sløg av skatti, kann
betra um nakrar av avbjóðingunum við haldføri.
Ognarskattur á bústaðir, ið fólk ikki búgva fast í,
hevði t.d. økt inntøurnar. Ognarskattur grundaður
á gongdina í sethúsaprísinum verður umframt ein
sjálvvirkin stabilisatorur fyri bæði realbúskapin og
fíggjarliga geiran, og er sum heild minni ójavnb�½ttur
enn nógvir aðrir skattir.
Harumframt verður ein stórur partur av inntøkunum í
Føroyum skaptur við, at fyritøkur gera sær dælt av tí
náttúrliga hav- og fiskatilfeinginum runt um Føroyar.
Tað, sum er eftir av yvirskotinum hjá fiskivinnuni,
tá útreiðslurnar
20
og eitt vanligt avkast til íløgur og
eginpening er avroknað, kallast tilfeingisgjald. Hóast
útrokningarnar av tilfeingisrentuni eru tengdar av
stórari óvissu, eigur landsst�½rið leypandi at meta um
skattamøguleikarnar, so at avkastið frá tí náttúrliga
tilfeinginum í Føroyum fellur einum størri parti av
fólkinum i lut.
21
Í løtuni verður fiskatilfeingið helst ikki
skattað nóg høgt.
22
Landsst�½rið kann harafturat bøta um bygnaðarligu
almennu salduni, við at spara í teimum útreiðslum,
sum ikki eru at rokna sum tænasta til borgaran. Ein
líðandi minking av rentustuðlinum á 35 prosent vil
t.d. hjálpa til við hesum.
23
20 Veiðikostnaður fevnir um manningarlønir.
21
Sí t.d. Gregor Schhwerhoff, Ottmar Edenhofer og Marc Fleurbaey,
Taxation of Economic Rents,
Journal of Economic Surveys,
2019
(leinki).
22 Sí t.d. Búskaparráðið, Búskaparfrágreiðing várið, 2020
(leinki).
23
Sí kassa 3 í Sune Malthe-Thagaard og Flora Nagy, Arbejdsmarkedet
presset af meget lav ledighed,
Danmarks Nationalbank Analyse (Fær-
øsk økonomi),
nummar 22, novembur 2019
(leinki).
UM
G R E I NI N G I NA
Sum ein avleiðing av leiklutinum hjá tjóð bank­
anum í samfelagnum verða greiningar um
búskaparlig og fíggjarlig viðurskifti gjørdar.
Greiningarnar verða givnar út leypandi og fevna
m.a. um metingar av aktuellu konjunkturstøðuni
og tí fíggjarliga støðufestinum.
Greiningin er sett saman av einari danskari, enskari og føroyskari útgávu. Um ivi er um neyvleikan í t�½ðingini, er tann
danska útgávan galdandi.
DANMARKS NATIONALBANK
LANGELINIE ALLÉ 47
2100 KØBENHAVN Ø
WWW.NATIONALBANKEN.DK
Flora Nagy
Senior Bank Analyst
[email protected]
FINANSIEL STABILITET
Adrian Michael Bay Schmith
Economist
[email protected]
ØKONOMI OG PENGEPOLITIK
KONTAKT
Ritstjórnin er liðug
1. desembur 2020
Ole Mikkelsen
Kommunikations­
og presserådgiver
[email protected]
+45 3363 6027
SEKRETARIAT
OG KOMMUNIKATION