Færøudvalget 2018-19 (1. samling)
FÆU Alm.del Bilag 2
Offentligt
1955647_0001.png
BÚSKAPARRÁÐIÐ
Á heysti
2018
Búskaparráðsfrágreiðing
I.
II.
Konjunkturmeting heystið 2018
Greining av tættum í búskapi almenna geirans
September 2018
Economic report from the Economic Council of the Faroe Islands, Fall 2018, with Summary in English: (I) Economic outlook, (II) Analysis of public
finances.
Redegørelse fra det Økonomiske Råd på Færøerne, efterår 2018: (I) Udsigterne for konjunkturudviklingen, (II) Analyse af de offentlige finanser.
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
ISBN: 978-99918-3-574-7
2
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0003.png
Bú skaparrá ðið
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og at koma við
óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Tað er ásett í lógini fyri
Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, sum skulu verða
almannakunngjørdar ávikavist tann 1. mars og 1. september.
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við avtalu løgd til Fróðskaparsetur Føroya at røkja.
***
Búskaparráðið gevur við hesum út konjunkturfrágreiðingina, sum eftir løgtingslóg nr. 50 frá 11. mai 2009
um Búskaparráð við seinni broytingum skal gerast tvær ferðir um árið.
Frágreiðingin hesuferð fevnir um tveir partar:
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi almenna geirans
Frágreiðingin liggur tøk at taka niður sum pdf-fílu á heimasíðu Búskaparráðsins á Fróðskaparsetrinum:
https://www.setur.fo/fo/setrid/samstarv/buskaparradid/buskaparfragreidingar/
Limir Búskaparráðsins eru:
Sverri Hansen, cand.oecon., formaður
Ester Hansen, cand.polit.
Djóni Højgaard, cand.polit.
Skrivarar Búskaparráðsins eru:
Ólavur Christiansen, cand.polit. et scient.soc., PhD, lektari
Hallur Markná, cand.polit., námslektari
3
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
Innihaldsyvirlit
Samandráttur .................................................................................................................................................. 6
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018 ..................................................................................................... 7
I 1 Inngangur um konjunkturmeting við høvuðstølum ................................................................................... 8
I 1.1 Eftirspurningurin ................................................................................................................................. 9
I 1.2 Bústaðarmarknaðurin ....................................................................................................................... 10
I 1.3 Vinnuviðkomandi bygnaðarbroytingar ............................................................................................. 11
I 1.4 Laksa- og oljuprísir ............................................................................................................................ 15
I 1.5 Handilsjavnin ..................................................................................................................................... 16
I 2 Innlendis eftirspurningur frá húsarhaldunum (privat n�½tsla) .................................................................. 18
I 2.1 Metingar viðvíkjandi privatu n�½tsluni ............................................................................................... 18
I 2.2 Gongdin í treystitølum (konjunkturbarometrinum) ......................................................................... 19
I 3 Virksemið í privatu vinnugeirunum (privatar íløgur o.a.) og innlendis eftirspurningurin ........................ 21
I 3.1 Gongdin viðvíkjandi lønargjaldingum og løntakaratali ..................................................................... 21
I 3.2 Gongdin í treystitølum (konjunkturbarometrinum) ......................................................................... 24
I 4 Innlendis eftirspurningur frá almenna geiranum - almenn n�½tsla og íløgur ............................................ 26
I 4.1 N�½tsla hins almenna .......................................................................................................................... 26
I 4.2 Almennar íløgur – íløguútreiðslur undir almennum ræði ................................................................. 26
I 4.3 Úrslitið á almennu roknskapunum .................................................................................................... 28
I 4.4 Ogn og skuld hjá tí almenna .............................................................................................................. 29
I 5 Útlendskur eftirspurningur ...................................................................................................................... 31
I 5.1 Gongdin innan alivinnuna ................................................................................................................. 32
I 5.2 Gongdin innan uppsjóvarvinnuna ..................................................................................................... 33
I 5.3 Botnfiskur og onnur fiskasløg............................................................................................................ 35
I 5.4 Samlaði fiskavøruútflutningurin ........................................................................................................ 35
I 5.5 Gongdin í handilsjavnanum............................................................................................................... 35
I 6 Peninga- og fíggjarviðurskifti.................................................................................................................... 37
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi almenna geirans .......................................................................... 38
II 1 Serlig viðurskiftir í almenna geiranum ................................................................................................ 39
II 2 Sundurskiling av myndugleika í almenna geiranum............................................................................ 41
Tilvísingar/keldutilfar .................................................................................................................................... 43
Yvirlit yvir talvur og myndir/tables and figures............................................................................................. 44
Orðalisti ......................................................................................................................................................... 47
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum hin 3. september 2018............................................................................ 54
4
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
English Summary ........................................................................................................................................... 55
5
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0006.png
Samandráttur
Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri í ár.
Búskaparráðið metir nú vøksturin í ár at verða 1,8%, sum er nakað hægri enn í undanfarnu frágreiðing,
tá hann varð mettur til 0,5%.
Henda broytta meting av vøkstrinum í BTÚ fyri í ár stavar frá n�½ggjum fortreytum. Útlit eru fyri einum
falli í útflutninginum í ár, vegna minkandi kvotur, minni tøku í alivinnuni og lægri prísir í summum bólkum,
sum dregur vøksturin niður. Hinvegin er tað ein øking í innlendska eftirspurninginum, sum dregur
vøksturin upp.
Kommunurnar hava í miðal havt størri útreiðsluvøkstur til annað enn eldrarøkt enn landið. At eldraøkið
varð lagt út til kommunurnar, er tískil ikki einasta orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hesin kommunali
útreiðsluvøksturin bendir sostatt á tvørrandi fíggjarpolitiska st�½ring, serliga í kommunala geiranum.
T�½ðiligur vøkstur sæst í íløguútreiðslunum undir almennum ræði árini 2016 til 2018. Hesin stavar bæði
frá landi, kommunum og fyritøkum, ið tað almenna ræður yvir. Íløgurnar hjá fyritøkum undir almennum
ræði eru vaksnar nógv síðani 2015.
Eins og við almennu n�½tsluni sæst, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði tá tað
sn�½r seg um land, kommunur og fyritøkur undir almennum ræði.
Hvørki kommunurnar sínámillum, land og kommunur sínámillum ella landið einsæris hava gjørt nakað
munagott fyri at sleppa undan yvirupphitingini í byggivinnuni. Kortini er hetta bert ein spurningur um
raðfesting av almennum íløgum yvir tíð. Nakrar hálvalmennar íløgur hava tó verið útsettar og nakrar
privatar íløgur burturtrongdar, tvs. útsettar til meira av íløgu møguliga seinni kann fáast fyri sama pening.
Frásæð skuldarloft, hevur landið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunanna í byggimálum, og
heldur ongan møguleika at áseta karmar fyri íløgu- ella rakstrarútreiðslur kommunanna. Hetta, saman
við lítlum kommunustødddum, ger føroysku kommunuskipanina óhepna.
6
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
7
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0008.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 1 Inngangur um konjunkturmeting við høvuðstølum
Búskaparráðið og Hagstovan hava í felag mett um vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri árini 2016-2018;
BTÚ-tøl fyriliggja fyri árini 1998-2015, ið eru uppgjørd frá framleiðslusíðuni. Til metingina er sum vant
n�½ttur ein búskaparmyndil til framrokningar. Hesin myndil er mentur í Landsbankanum og síðani á
Hagstovuni, og verður viðlíkahildin av Hagstovuni og Búskaparráðnum í felag. Sum ílag (input) fyri
myndlan�½tsluna liggja tær metingar Búskaparráðsins og Hagstovunnar av einstøku lutunum í
búskaparligu gongdini, sum greitt er frá seinni í hesi frágreiðing í teksti, talvum og myndum.
Umframt n�½tslu av nevnda búskaparmyndli, sum greitt frá omanfyri, hevur konjunkturmetingin við sær
eina greining av dagførdu hagtølunum viðvíkjandi teimum mest t�½ðandi tættunum í búskapargongdini.
Vit meta, at ein slík greining av dagførdum tølum kann bera í bøtuflaka fyri óvissuni, ið altíð vil vera tengd
at eini framskriving, sum er grundað á ein búskaparmyndil.
Tekstkassi 1: Skipan av konjunkturfrágreiðingini í avsnitt
Konjunkturfrágreiðingin er skipað í avsnitt eftir eftirspurnar- ella útreiðslupørtunum av BTÚ. Eftirspurningurin eftir
vørum og tænastum kemur frá tveimum síðum: frá innlandi sum eftirspurningur til n�½tslu og íløgur
1
og frá útlandi sum
eftirspurningur eftir útflutningi. Innflutningurin er partur av innlendis eftirspurnarpørtunum og fevnir eisini um
n�½tslutilfar í framleiðsluni. Innflutningurin drigin frá útflutninginum gevur nettoútflutningin. BTÚ er sostatt samansett
av hesum eftirspurnarpørtum: privat n�½tsla plus privatar íløgur plus almenn n�½tsla plus almennar íløgur plus
útflutningur minus innflutningur.
Innihaldið á komandi síðum er ein samanfating av hesum greiningum og metingum av vinnuligu og
samfelagsbúskaparligu indikatorunum, og samanfatingin fevnir um innlendskan og útlendskan
eftirspurning, herundir útflutning og innflutning av vørum og tænastum, og um gongdina í privatu og
almennu n�½tsluni og íløgunum.
Hesar greiningar av konjunkturgongdini geva síðan íkastini til eina heildarmeting av búskapargongdini,
sum við búskaparligu myndlan�½tsluni verða samanfatað sum metti vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri
árini 2016-2018.
---
Gongdin í føroyska búskapinum seinastu árini hevur verið serlig vegna óvanliga nógv viðrák viðvíkjandi
laksa- og oljuprísum, uppsjóvarnøgdum og landskassahalli (fram til og við 2015) í einum uppgangandi
hákonjunkturi. Hetta hevur gjørt tað trupult at gera stuttsiktaðar forsagnir.
Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri í ár.
Búskaparráðið metir nú vøksturin í ár at verða 1,8%, sum er nakað hægri enn í undanfarnu frágreiðing,
tá hann varð mettur til 0,5%.
Henda broytta meting av vøkstrinum í BTÚ fyri í ár stavar frá n�½ggjum fortreytum. Útlit eru fyri einum
falli í útflutninginum í ár, vegna minkandi kvotur, minni tøku í alivinnuni og lægri prísir í summum bólkum,
sum dregur vøksturin niður. Hinvegin er tað ein øking í innlendska eftirspurninginum, sum dregur
vøksturin upp.
Hagstovan ger ikki tjóðarroknskapin upp í føstum prísum. Givið er tó, at stórur partur av BTÚ-vøkstrinum
í leypandi prísum seinastu árini stavar frá prísbroytingum á útlendskum marknaðum, og at roknaði
vøksturin í BTÚ í føstum prísum (realvøksturin í BTÚ) vildi verið nógv lægri enn roknaði BTÚ-vøksturin í
1
Munurin millum n�½tslu og íløgur er, at íløgur sum meginreglu hava eina livitíð uppá meira enn 1 ár.
8
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0009.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
leypandi prísum. Stórur prísvøkstur hevur eitt nú verið á útfluttum laksi síðan 2013 og príslækking á olju
síðan 2014. Hetta hevur borið við sær eina fyri Føroyar fyrimunarliga betring av b�½tislutfallinum í
uttanlandshandlinum. Í makrelfiskiskapinum hevur gongdin verið, at nøgdirnar eru øktar tey seinnu árini,
meðan prísirnir hava verið nøkulunda støðugir.
Um roknað varð í føstum prísum, vildu einans broytingar í n�½ttu oljunøgdunum og broytingar í útfluttu
laksa- og makrelnøgdunum talt við í fastprís-uppgerðini. Fyri 2013 stavaði til dømis nærum helvtin av
BTÚ-vøkstrinum uppá 7,5% frá alivinnuni, og hesin vøkstur stavaði aftur frá príshækkingum í
útflutninginum av alifiski (og ikki frá tøkunøgdini, ið fall).
Tekstkassi 2: Uppgerð av BTÚ í leypandi prísum og ikki í føstum prísum
Í Føroyum gera vit bert BTÚ upp í leypandi prísum. Hetta merkir, at vit í Føroyum ikki kenna reala búskaparvøksturin,
sum er árligi vøksturin í BTÚ í føstum prísum. Útrokningin í føstum prísum vísir reala (nøgdarliga) búskaparvøksturin.
Hesin gevur ábendingar um produktivitetsvøksturin í búskapinum. Vit noyðast tí at halda okkum til BTÚ í leypandi
prísum, tá vit (í kapittul I í frágreiðingini) skulu meta um framtíðar búskapargongdina í tí stutta siktinum.
At meta um framtíðar gongdina í BTÚ í leypandi prísum er uppaftur truplari enn at meta um BTÚ-gongdina í føstum
prísum. Harumframt hevur talið fyri vøksturin í BTÚ í leypandi prísum eitt avmarkað n�½tsluvirði. Prísgongdir í
uttanlandshandlinum (innflutningi og útflutningi) hava seinnu árini stórliga ávirkað uppgjørda BTÚ-ið í leypandi prísum.
At gera metingar av framtíðar prísgongdum í m.a. uttanlandshandlinum er sera trupult, og hetta ger eisini metingina
av BTÚ-vøkstrinum í leypandi prísum meira óvissa. Ein uppgerð av BTÚ-vøkstrinum í føstum prísum hevði gjørt tað
møguligt at mett um trendin í búskapargongdini í langa siktinum og sveiggini rundan um hendan trend í stutta
siktinum. Ein slík uppgerð hevði eisini minkað um óvissuna í metingunum, tí vit tá kundu sæð burtur frá prísbroytingum
í m.a. uttanlandshandlinum.
I 1.1 Eftirspurningurin
Mynd I 1 vísir gongdina í innflutningi og útflutningi av vørum og tænastum, BTÚ og brúkaraprístali. Av
myndini sæst, at útflutningurin, innflutningurin og BTÚ í leypandi prísum eru vaksin stórliga seinnu árini.
Myndin bendir eisini á, at ein realvøkstur er hendur í BTÚ við tað, at vøksturin í brúkaraprístalinum er
nógv minni enn vøksturin í hinum støddunum. Støddina á hesum møguliga realvøkstri kenna vit tó ikki,
tí føroyska BTÚ-ið verður, sum áður nevnt, ikki gjørt upp í føstum prísum.
Privatar íløgur í skip, flogfør og vindmyllur síggjast aftur í innflutningstølunum í mynd I 1 sum stór sveiggj
í innflutningi, og samsvara hesi sveiggj við sveiggini í privatu íløgunum. Tá BTÚ verður gjørt upp, verður
innflutningurin drigin frá útflutninginum fyri at finna talið fyri nettoútflutningin.
Annars hevur nettoútflutningurin av vørum og tænastum verið negativur burtursæð frá árunum 1998 og
2016-2018. Øll hini árini síðan 1998 hevur nettoútflutningur Føroya av vørum og tænastum verið
9
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0010.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
negativur. Orsøkin, at hetta ber til, er heildarveitingin úr Danmark og lønarinntøkur úr útlondum, sum
gera sítt til at geva eitt yvirskot á gjaldsjavnanum. Samstundis ger heildarveitingin, at almenna n�½tslan
í Føroyum í % av BTÚ oftast er størri enn í londunum, vit vanliga sammeta okkum við. Sama er galdandi
fyri lønarinntøkur úr útlondum; hesar viðvirka eisini til, at privata n�½tslan í % av BTÚ oftast er størri enn
í londunum, vit vanliga samanbera okkum við
2
.
Søguliga hava stórar niðurgongdir í føroyska búskapinum ofta stavað frá stórum føllum í útflutninginum
(útlendskum eftirspurningi). Hesi føll hava ávirkað inntøkurnar í útflutningsvinnunum, sum aftur hava
ávirkað arbeiðsvirknið og inntøkur í teimum vinnum, ið framleiða til innlendskan eftirspurning, sum síðani
hava ávirkað úrslitini hjá almenna geiranum.
Omanfyri nevnda ‘regla’ er tó ikki uttan undantak. Undir kreppuni síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum
skapti privat og alment íløguvirksemi, saman við lánsveitingum, óheft av útflutninginum, stór sveiggj í
búskapargongdini. Seinni í tilgongdini minkaði útflutningurin eisini stórliga. Í árunum undan
fíggjarkreppuni vóru búskaparligu sveiggini ei heldur orsakað av broytingum í útflutninginum, men heldur
av lánsveitingum og miseydnaðum íløguvirksemi. Privata n�½tslan sum partur av BTÚ fall árini 2008-2010.
Vegna støddina á privatu n�½tsluni í mun til BTÚ virkar eitt sovorðið fall ógvusligt á búskapin. Almennu
íløgurnar minkaðu stórliga í 2009-2010, og hevði hetta eina uppaftur størri tálmandi ávirkan á
búskapargongdina. Høvdu almennu íløgurnar ístaðin verið øktar í hesum niðurgangskonjunkturi, hevði
almenna íløguvirksemið havt eina stimbrandi ávirkan á búskapargongdina.
I 1.2 Bústaðarmarknaðurin
Mynd I 2 vísir gongdina í húsaprísum sum skrásett av Betri banka og brúkaraprístalið.
Av myndini sæst, at eitt slag av ‘bløðru’ varð blást upp fram til 2007, sum síðani brast. Bløðran vísti seg
serliga í húsaprísunum í Tórshavnar kommunu.
Prísirnir á húsum í Tórshavn hava verið vaksandi síðan 2012, og teir eru nú á væl hægri støði enn prísirnir
í 2007. Munurin millum húsaprísir í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum vaks sera nógv í 2006, og hevur
ein prísmunur upp á eina góða millión krónur hildið sær fram til 2016, tá prísmunurin fór upp á 1,5 mió.
kr. Prísmunurin hevur hildið sær omanfyri 1,5 mió. kr. síðani.
2
Sí Búskaparráðið, búskaparráðsfrágreiðing á heysti 2013, síða 41.
10
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0011.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Hagtølini geva tó ikki eina heilt neyva mynd av prísgongdini. Eitt nú eru íbúðir ikki við í hagtølunum, og
harafturat eru einans hús við grundøkjum millum 250 og 1.000 fermetrar tald við. Prísurin á íbúðum, ið
ikki eru við í hagtølunum handan mynd I 2, er vaksin lutfalsliga meira enn prísurin á sethúsum.
3
Prísvøksturin er m.a. grundaður á lægri rentu og størri eftirspurning, serliga eftir íbúðum í Tórshavnar
økinum.
I 1.3 Vinnuviðkomandi bygnaðarbroytingar
Samstundis, sum fíggjarkreppan hevur havt síni árin á búskapargongdina í Føroyum, eru stórar
bygnaðarligar broytingar farnar fram í føroyska búskapinum. Eitt er, at fólkasamansetingin er broytt;
nakað annað er, at vinnugreinab�½tið er broytt, og at útflutningsmynstur og marknaðarlond Føroya eisini
eru broytt.
Mynd I 3 og I 4 vísa virðisøkingina b�½tta á vinnur.
Av mynd I 3 sæst lutfalsliga gongdin í virðisøkingini b�½tt á tilfeingisvinnur, byggi- og framleiðsluvinnur
og tænastuvinnur. Gongdin hevur verið eitt sindur øðrvísi enn í grannalondunum, har tertieru vinnunar
eru vaksnar og tilfeingisvinnurnar minkaðar, og somuleiðis eisini framleiðsluvinnurnar. Síðan 2009 er
føroyska tilfeingisvinnan (primera vinnan, tvs. serliga uppsjóvarvinnan og alivinnan) vaksin lutfalsliga
nógv, meðan byggi- og framleiðsluvinnan (sekundera vinnan) er vaksin nakað, og tænastuvinnan
(tertiera vinnan) er minkað nógv.
Ein orsøk til hesa gongdina er gongdin í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni, og harvið í útlendska
eftirspurninginum, sum sostatt í stóran mun hevur borið fram vøksturin í búskapinum nøkur av seinastu
árunum. Spurt kann verða, um hendan gongdin kann halda fram, og um hvønn t�½dning tað hevur, at
tertieru vinnurnar ikki lutfalsliga vaksa eins og í teimum londum, vit vanliga sammeta okkum við. Hetta
kann eisini hava t�½dning fyri tilflytingina til Føroya; flestu møguligu tilflytarar til Føroya við útbúgving úr
útlondum leita helst eftir arbeiði innan tertieru vinnurnar.
Virðisøkingin í mió. kr. b�½tt á tilfeingisvinnur, byggi- og framleiðsluvinnur og tænastuvinnur er víst í mynd
I 4. Tilfeingisvinnan er eyðkend við sínum stóru sveiggjum í virðisøkingini yvir ár.
3
Sambært uppl�½singum frá meklarafyritøku.
11
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0012.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Mynd I 5 vísir gongdina í virkisyvirskoti og lønum í vinnufyritøkum
4
í mió. kr. Eisini er roknað lutfallið
millum lønir og bruttofaktorinntøku (BFI). Myndin tekur við framroknað tøl fyri árini 2014 til 2018.
Vit síggja, at lønirnar í vinnufyritøkum vuksu nógv fram til fíggjarkreppuna í 2007-08, harnæst fullu tær
og vóru í 2013 einans góðar 100 mió. kr. størri enn í 2008. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,3%, ið
umboðar eitt fall í realum virði av lønum
5
.
Yvirskot í vinnufyritøkum stóð stórt sæð í stað frá 1998 fram til 2008, men er vaksið stórliga síðan 2008.
Talan er um umleið eina trífalding í virkisyvirskoti úr 1.389 mió. kr. í 2008 uppí 4.089 mió. kr. í 2018.
Lutfallið millum virkisyvirskot og BFI er vaksið nógv síðani 2008, úr 23% í 2008 uppí 38% í 2018. Orsøkin
til hesa lutfalsliga stóru broyting síðan 2008 eru stóru vinningarnir í uppsjóvarvinnuni og alivinnuni
seinastu árini, sum ikki eru falnir løntakarum í allari vinnuni í lut, men mest kapitalánarunum.
4
5
Hetta eru allar lønir uttan tær í almennu fyrisitingini og í fíggjarfyritøkum.
Brúkaraprístal 1. ársfjórðing 2008 til 1. ársfjórðing 2013 vaks við 6,5%.
12
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0013.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Mynd I 6 vísir talið av løntakarum og roknaða miðal ársløn pr. løntakara í vinnufyritøkum
6
frá januar 1999
til mai 2018. Strikumyndirnar byggja á útrokningar av leypandi 12 mánaðar miðal, sí tekstkassa 4.
Myndin vísir, at stór sveiggj hava verið í løntakaratalinum í vinnufyritøkum árini 1999-2018. Ein stórur
vøkstur var fram til 2004, eitt lítið fall í 2005, aftur vøkstur í 2006-08 og síðani eitt fall fram til januar
2012. Eftir januar 2012 hevur aftur verið vøkstur í løntakaratalinum í vinnufyritøkum. Hesin vøksturin
hevur serliga verið stórur síðani miðskeiðis í 2014.
Roknað miðalløn pr. løntakara í vinnufyritøkum er vaksin síðani 1999. Strikumyndin í mynd I 6 vísir nøkur
sveiggj, ið hanga saman við konjunkturgongdini.
Myndin bendir á, at produktivitetur og reallønir í vinnufyritøkum eru vaksin nevnivert síðan 1999.
Mynd I 5 vísti, at samlaðu lønargjaldingarnar í vinnufyritøkum stóðu nærum í stað frá 2008 til 2013.
Øvugt vísir mynd I 6, at roknað løn pr. løntakara í vinnufyritøkum er vaksin nógv í sama tíðarskeiði.
Vísandi til mynd I 5 er talan sostatt um, at talið av løntakarum í vinnufyritøkum er nógv minkað fram til
2013, sí mynd I 6, og at tað tí verður meira løn til hvønn, tá miðaltalið verður roknað.
Gongdin í fólkatalinum og nettotilflytingini er t�½ðandi indikatorur fyri búskapargongdina og vinnuligu
gongdina í Føroyum, bæði í tí stutta og langa siktinum.
Mynd I 7 vísir sambandið millum nettotilflyting og arbeiðsloysi. Tølini fyri nettotilflyting byggja á leypandi
12 mánaðar samanlegging, sum vísir trendin í gongdini, sí tekstkassa 4.
Myndin vísir, at nettofráflytingin sum heild hevur verið rættiliga stór í tíðarskeiðnum. Tr�½ tíðarskeið hava
verið við positivari nettotilflyting, nevniliga árini 1998-2004, partar av 2008-2009 og árini 2014-2018.
Nettotilflytingin í seinastuni hevur uttan iva samband við vaksandi tal av størvum í Føroyum. Størri
arbeiðsloysi í Føroyum s�½nist at minka um nettotilflytingina og øvugt, tó uttan at hetta samband forklárar
alla gongdina í tølunum. Seinastu tølini benda á, at nettotilflytingin heldur áfram í næstkomandi tíð.
6
Hetta eru allir løntakarar uttan teir í almenna geiranum og í fíggjarfyritøkum.
13
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0014.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Burðaravlopið og nettotilflytingin geva fólkavøksturin. Burðaravlopið (munurin millum føðital og deyðstal)
hevur verið fallandi seinastu 25 árini, og við tí í 2014 galdandi deyðs- og føðitíttleika verður burðaravlopið
negativt umleið 2035-2045
7
.
Mynd I 8 vísir gongdina í fólkatalinum sum leypandi 12 mðr. miðal og í nettotilflytingini sum leypandi 12
mðr. samanlegging. Vit síggja, at fólkatalið mestsum stóð í stað frá 2004 til 2014. Í 2014 var fyri fyrstu
ferð síðan 2009 vøkstur í fólkatalinum, og hevur stórur vøkstur verið líka síðan.
7
Egnar útrokningar, við støði í aldurstreytaðum føði- og deyðstíttleika í 2014 og triðseinastu fólkatalsframskriving
Hagstovunnar, góvu negativt burðaravlop í 2035, sí Búskaparráðsfrágreiðingina á heysti 2016. Broytingar av
føðitíttleika síðan 2014 kundu bent á, at negativa burðaravlopið er útsett - eitt leysligt met kundi verið 2035-2045.
14
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0015.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Tekstkassi 3: Tilflyting til Føroya og eftirspurningur eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni
Frá stórum byggivirkjum hevur Búskaparráðið fingið at vita, at talið av útlendskum handverkarum í Føroyum er
vaksið nógv síðan miðskeiðis í 2017, og at tað hevur verið ein stór avbjóðing at finna bústaðir til hesar
handverkarar. Hetta kundi bent á, at ein t�½ðandi partur av tilflytingini til Føroya hevur fevnt um útlendskar
handverkarar, sum flyta millum Føroyar og útlond, nú eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni er stórur
vegna vaksandi virksemi (sí lønargjaldingar í talvu I 2), og at hetta vaksandi virksemið sostatt hevur ávirkað
løntakaratal, almennu inntøkurnar, BTÚ-vøkstur og fastognarprísir. Minkar hetta byggivirksemið, kemur tað at ávirka
nevndu støddir øvugtan veg.
I 1.4 Laksa- og oljuprísir
Laksa- og oljuprísir ávirka føroyska búskapin stórliga í leypandi prísum.
Mynd I 9 vísir gongdina í oljuprísinum
8
í donskum krónum síðan januar 2004.
Vit síggja, at oljuprísurin hevur sveiggjað rættiliga nógv, og at hann í løtuni liggur á umleið 440
DKK/tunnu. Eitt stórt prísfall hendi á olju eftir august 2014. Í $/tunnu hevur prísurin síðan primo 2015
sveiggjað millum í høvuðsheitum 40 og 60 dollarar, men er hann farin upp um 70 dollarar í stórum
tíðarskeiðum av 2018 higartil.
Mynd I 10 vísir gongdina í laksaprísinum í donskum krónum seinastu árini. Vit síggja, at sveiggini eru
stór, men at trendurin er ein prísvøkstur seinastu nógvu árini. Prísurin var í hæddini í januar 2017.
Mynd I 11 vísir árligu prosentbroytingina í laksaprísinum í donskum krónum (miðalprísur fyri allar vikur í
árinum). Í 2013 var ein prísvøkstur uppá 43% í mun til árið fyri, meðan prísvøksturin í 2016 var 44% í
mun til árið fyri. Í 2017 var ein lítil príslækking á 4%, og tað sama er galdandi higartil í 2018, har
príslækkingin hevur verið 9%.
8
Hetta er WTI (West Texas Intermediate) oljan, sum vanliga er undir prísinum á norðsjóvarolju (Brent).
15
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0016.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 1.5 Handilsjavnin
Talva I 1 vísir gongdina í vøruútflutningi og vøruinnflutningi Føroya fyrra hálvár 2018 sammett við fyrra
hálvár 2017.
Innflutningstølini vísa, at innflutningsvirðið stendur stórt sæð í stað í mun til fyrra hálvár 2017 (-0,3%
tilsamans). Um skip verða roknaði frá, var vøkstur í innflutninginum á 8,4%.
Frágreiðingar um útrokningarhátt fyri vakstrarískoyti eru at finna í frágreiðing Búskaparráðsins á vári
2016 á síðu 11.
Innflutningurin til beinleiðis n�½tslu er vaksin við 4,1%, meðan innflutningurin av bilum o.ø. flutningsførum
minkaði við 9,1%.
Innflutt tilfar til byggivirki er vaksið við 40,0%, og samstundis er innflutningurin av maskinum o.a. útgerð
vaksin við 13,6%. Aftaná innflutt tilfar til byggivirki, var nógv størstur vøkstur í innflutningi av brennievni
o.t. (32,3%).
16
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0017.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Útflutningurin minkaði samanlagt heili 11,4% fyrra hálvár 2018 í mun til fyrra hálvár 2017. Uttan skip
minkaði útflutningurin 10,9%. Minking var í útflutninginum av "uppsjóvarfiski" og "alifiski" uppá ávikavist
28,0% og 17,5%, meðan útflutningurin av "botnfiski og øðrum fiskasløgum" hinvegin vaks við 9,8%.
Yvirskotið á handilsjavnanum er vaksið seinastu árini og hevur verið serliga stórt árini 2016 og 2017, og
stavar hetta partvís frá betringini í b�½tislutfallinum í uttanlandshandlinum. Handilsjavnin í 2017 vísti eitt
yvirskot uppá 1.491 mió. kr. (við skipum), meðan fyrra hálvár 2018 vísir eitt yvirskot uppá 266 mió. kr.
(við skipum).
17
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0018.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 2 Innlendis eftirspurningur frá húsarhaldunum (privat n�½tsla)
I 2.1 Metingar viðvíkjandi privatu n�½tsluni
Privata n�½tslan er ein t�½dningarmikil partur av føroyska búskapinum; í stødd er privata n�½tslan á hædd
við útflutningin og innflutningin av vørum og tænastum. Tískil hevur gongdin í privatu n�½tsluni stóra
ávirkan á BTÚ-vøksturin.
Privata n�½tslan verður uppgjørd sum liður í uppgerðini av útreiðslu- ella eftirspurnarsíðuni á
tjóðarroknskapinum.
Seinastu
uppgjørdu
tjóðarroknskapartølini
viðvíkjandi
útreiðslu-
ella
eftirspurnarsíðuni eru fyri 2013. Fyri tíðarskeiðið aftaná 2013 hava vit bert indikatorar um n�½tsluna. Ein
indikatorur er innflutningurin av n�½tsluvørum (sí talvu I 1); av øðrum indikatorum er gongdin í
lønargjaldingum (sí mynd I 15a og I 15b) og MVG-inntøkur landskassans (sí mynd I 12b).
Mynd I 12a vísir gongdina í innflutningi av n�½tsluvørum sum leypandi 12 mánaðar samanlegging (sí
tekstkassa 4) samanhildna við lønargongdina.
Vit síggja, at innflutningurin av hálvdrúgvum n�½tsluvørum (t.d. klæðir) og drúgvum n�½tsluvørum (t.d.
sjónvørp og bilar) er vaksin nógv síðan 2010, serliga aftaná miðskeiðis í 2012.
Stóri vøksturin seinastu tíðina í innflutninginum av drúgvum og hálvdrúgvum n�½tsluvørum hevur verið
n�½ttur í undanfarnum frágreiðingum sum grundgeving fyri at rokna við eini hægri privatari n�½tslukvotu í
2014-2018. Hinvegin kann hesin umrøddi n�½tsluvøksturin eisini samsvara við ein vøkstur í
lønargjaldingum og tøkari inntøku.
Viðmerkjast skal, at lønarinntøkur vunnar í útlondum ikki eru við í lønartølunum handan myndina.
Gongdin í innflutninginum av ódrúgvum n�½tsluvørum (t.d. matur og drekka) og gongdin í
lønargjaldingunum eru nøkulunda samanfallandi yvir alt tíðarskeiðið. Í hagtølunum fyri innflutning fylla
tær ódrúgvu n�½tsluvørurnar lutfalsliga meira enn tær drúgvu og hálvdrúgvu n�½tsluvørurnar.
Mynd I 12b vísir gongdina í lønum og MVG-inntøkum landskassans. Tá fíggjarkreppan rakti í 2008 hendi
eitt ógvusligt fall í lutfallinum millum MVG og lønargjaldingar. Síðani 2009 hevur hetta lutfallið somuleiðis
víst ein fallandi trend, og svarar hetta til, at lønirnar eru vaksnar skjótari enn MVG-inntøkur landskassans.
Hetta kundi bent á eitt áhaldandi varsemi viðvíkjandi privatu n�½tsluni.
18
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0019.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 2.2 Gongdin í treystitølum (konjunkturbarometrinum)
Treystitølini frá Hagstovuni í mynd I 13 snúgva seg um metingar hjá húsarhaldunum um fíggjarstøðu
teirra eitt ár fram í mun til nú.
Myndin vísir fram til januar 2015 eitt vaksandi bjartskygni, sum ikki hevði verið størri síðan januar 2007.
Síðani januar 2018 er bjartskygnið vaksið eitt vet fram til juni 2018.
Mynd I 14 vísir treystitalið tilsamans fyri føroysku húsarhaldini. Myndin vísir áleið tað sama sum myndin
undan henni. Treystitalið hjá húsarhaldunum í juni 2014 var størri enn nakrantíð, og hevur síðani hildið
sær nøkulunda javnt fram til juni 2017. Í januar 2018 hendi eitt stórt fall, sum í juni 2018 vendi til eina
stóra hækking, ið gevur tekin um økt bjartskygni hjá føroysku húsarhaldunum seinasta hálva árið.
19
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0020.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
20
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0021.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 3 Virksemið í privatu vinnugeirunum (privatar íløgur o.a.) og innlendis
eftirspurningurin
I 3.1 Gongdin viðvíkjandi lønargjaldingum og løntakaratali
Lønarhagtølini hvønn mánaða frá Elektron (samtíðarskattaskipanini) eru millum tey mest hentu hagtølini
vit hava til tess at l�½sa virksemið í búskapinum sum heild og gongdina innan ymsu vinnugreinarnar
9
.
Mynd I 15a og I 15b vísa prosentbroytingina í lønartølunum hjá Elektron seinastu árini sum leypandi ár-
til-ár broyting (sí útgreining í tekstkassa 4).
Mynd I 15a vísir gongdina í lønargjaldingunum innan primeru og sekunderu vinnugreinarnar, meðan
mynd I 15b vísir gongdina í lønargjaldingunum innan tertieru vinnugreinarnar. Í báðum myndum sæst
eisini strikumynd fyri samlaðu vinnugreinarnar, so gongdin í teimum einstøku vinnugreinunum kann
haldast upp í móti heildargongdini.
Gongdin í lønartølunum frá Elektron samsvarar ikki við gongdina í BTÚ sum lønarinntøku (lønarpartinum av
bruttofaktorinntøkuni, BFI). BFI fevnir eisini um sams�½ning til kapitalin (restinntøkuna). Munur er eisini á
tjóðarroknskaparlønum og elektronlønum, tí allar lønarviðbøtur eru ikki í elektronlønunum, t.d. pensjóngjøld, tvungin
sosial tryggingargjøld og B-inntøkur.
21
9
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0022.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Tekstkassi 4: Trend útrokningar, ið byggja á 12 mánaða leypandi samanlegging og miðal, herundir ár til ár %-
broytingar, stutt frágreiðing
12 mánaða leypandi samanlegging er samanlegging av 12 undanfarnu mánaðunum, roknað fyri hvønn mánaða.
12 mánaðar leypandi miðal er miðal av seinastu 12 undanfarnu mánaðunum, roknað fyri hvønn mánaða.
Ár til ár %-broytingar bygt á leypandi 12 mánaðar samanlegging ella miðal. T�½dningurin av hesum háttalagnum kann
l�½sast við einum dømi í mynd I 15 a og b (samlaðar lønir):
Fyri juli 2018 leggja vit saman lønirnar 12 mánaðir aftur í tíðina frá jul-18 til aug-17 og gevur hetta 9,228 mia. kr. Vit
leggja eisini saman 12 mánaðar aftur í tíðina frá jul-17 til aug-16 og gevur hetta 8,760 mia. kr. Ár til ár %-broytingin
(ella vakstrar-ratan) verður so útroknað sum 9,228/8,760 – 1 = 5,3%.
Hetta háttalag verður n�½tt ístaðin fyri vanliga háttalagið, har vøksturin verður roknaður higartil í árinum í mun til sama
tíðarskeiðið árið fyri. Hvør mánaði verður her “roknaður upp” til eitt ársstøði. Tað verður roknað út hvussu %-vísi
vøksturin (ella %-vísa fallið) hevur verið fyri hendan “upproknaða mánaðin” í mun til somuleiðis “upproknaða mánaðin”
eitt ár frammanundan. Ein mánaði, ið víkir nógv frá undanfarnu mánaðunum, ger sostatt ikki so nógvan mun í
“upprokningini”.
Vit síggja á myndunum, at lønargjaldingar í øllum vinnugreinum eru vaksnar seinastu árini. Síðan 2014
hevur størri lutfalsligur vøkstur verið í vøruframleiðsluvinnum og bygging enn í øllum vinnugreinunum
tilsamans. Sama hevur gjørt seg galdandi fyri tilfeingisvinnurnar, tó í hesum føri bert fram til mars 2017.
Harafturímóti hevur lutfalsligi vøksturin í privatum tænastuvinnum og í tí almenna verið minni enn í øllum
vinnugreinunum tilsamans síðan 2014, tó fyri privatar tænastuvinnur einans fram til november 2017.
Lønirnar í tí almenna hava søguliga verið tær mest støðugu, meðan stór sveiggj hava verið í
tilfeingisvinnum, vøruframleiðsluvinnum og bygging og privatum tænastuvinnum.
Í juli 2018 var ár-til-ár leypandi vøksturin í øllum lønargjaldingunum 5,3%. Størst vøkstur var í
vøruframleiðsluvinnum og bygging (12,8%) og privatum tænastuvinnum (5,9%); vøruframleiðsluvinnur
og bygging fevna m.a. um fiska-, kryvji- og flakavirkir, og eisini um byggivirksemi og skipasmíð. Stóri
vøksturin í lønargjaldingum innan vøruframleiðsluvinnur og bygging stavar serliga frá bygging. Minst
vøkstur var í tilfeingisvinnum (0,7%) og harnæst í almennum lønargjaldingum (3,1%).
Í talvu I 2 niðanfyri eru mánaðarligu lønargjaldingarnar b�½ttar á 23 vinnugreinar. Eisini er víst beinleiðis
vakstrarískoyti
10
og støddarlutfall (parturin av heildini). Tá støddarlutfallið er minni enn beinleiðis
vakstrarískoytið, er vøksturin størri enn miðal, og øvugt.
Av talvuni sæst, at samlaðu lønargjaldingarnar vuksu 5,5% fyrra hálvár 2018 í mun til fyrra hálvár 2017,
og at vakstrarískoytið var serliga høgt fyri bygging (30,1%) og heilsu- og almannaverk (19,2%).
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum rinda. Hagtølini fevna
bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar sams�½ningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki
roknaðar uppí. Allar lønargjaldingar verða taldar uppí, sum lúka omanfyri nevndu krøv, uttan mun til um
løntakarin er føroyingur ella útlendingur.
10
Í talvu I 2 er vakstrarískoytið stigmarkað til 100%.
22
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0023.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Mynd I 16 niðanfyri vísir árstíðarjavnaða talið av løntakarum samanhildið við árstíðarjavnaða talið av
fulltíðar arbeiðsleysum.
Í januar 2011 var talið av fulltíðararbeiðsleysum í hæddini (1.998), meðan talið av løntakarum um somu
tíð var lágt (23.289). Síðan ársbyrjan 2011 hevur talið av fulltíðar arbeiðsleysum stórt sæð verið fallandi,
meðan løntakaratalið hevur verið vaksandi, hetta síðsta serliga síðan ársbyrjan 2014. Síðan miðskeiðis í
2014 hevur stór nettotilflyting eisini verið til Føroya, sí mynd I 8.
23
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0024.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Talið av løntakarum var í mai 2018 í hæddini (26.800), samstundis sum talið av fulltíðar arbeiðsleysum í
apríl 2018 var lágt (601).
I 3.2 Gongdin í treystitølum (konjunkturbarometrinum)
Konjunkturbarometrið fyri byggivinnuna, sí mynd I 17, vísir, at talið av bíleggingum er hækkað síðan
januar í ár, meðan væntaður prísur og væntaður arbeiðstørvur er lækkaður. Samstundis hevur vinnan
tryggjað sær arbeiði í miðal 16 mánaðir fram, og er hetta eitt sindur meira enn í januar í ár, tá talið var
15 mánaðir.
Í mynd I 18 eru vístar avmarkingar fyri framleiðsluna í byggivinnuni, sum byggiharrarnir hava nevnt sum
viðkomandi.
Tørvandi eftirspurningur var ein stórur trupulleiki frá 2008 og fram til januar 2014, men er hann tað ikki
longur.
Tá nógvar íløgur verða gjørdar í senn, er altíð ein vandi fyri tr�½sti á arbeiðsmarknaðinum innan byggiyrkið.
Slíkt tr�½st kann ávirka restina av búskapinum við prís- og lønarvøkstri. Umframt hetta kann tr�½st á
arbeiðsmarknaðin innan byggiyrkið hava neiliga ávirkan á byggiarbeiði, ið er í gongd, tá tað sn�½r seg um
kostnað og góðsku.
24
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0025.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Í juni í ár mettu 58% av byggiharrunum, at trot á arbeiðsmegi var størsta avmarkingin fyri framleiðsluna
í byggivinnuni. Hetta er ein minking úr 73% í januar í ár.
25
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0026.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 4 Innlendis eftirspurningur frá almenna geiranum - almenn n�½tsla og
íløgur
I 4.1 N�½tsla hins almenna
Mynd I 19 vísir gongdina og vøksturin í almennu n�½tsluni síðan 1999, sum uppgjørt í tjóðarroknskapinum.
Tølini fyri 2018 byggja á metingar (myndlan�½tslu).
Frá 1999 til 2008 var vøksturin í almennu n�½tsluni sera stórur (millum 5% og 11%). Árini 2009-18 var
árligi vøksturin lægri, tá hann var millum 1% og 5%, burtursæð frá 2016, tá vøksturin var 7%. Tølini eru
í leypandi prísum.
Tekstkassi 5: Dátu um almenna geiran
Tjóðarroknskapurin fyri almenna geiran byggir á almennar roknskapir, ikki minst landsroknskapin. Við virknaði frá
2010 eru kommunuroknskapir eisini skrásettir í Búskaparskipan landsins (BSL). Somuleiðis eru roknskapir fyri
almennar grunnar og stovnar, sum ikki eru á fíggjarlógini, tiknir við í BSL í vaksandi mun. Við hesum eru dátukeldurnar
fyri almenna geiran vorðnar munandi betri seinnu árini. BSL hevur eitt stórt tal av bólkingum og
útgreiningarmøguleikum til ymiskan umsitingartørv. Kortini er tað ikki altíð lætt við BSL at gera tær bólkingar og
útgreiningar, sum verða fyriskrivaðar í tjóðarroknskapinum, sum jú er hin vanliga n�½tti standardurin fyri uppgerð av
búskaparstøddum.
Búskaparmyndilin byggir á tjóðarroknskaparbólkingar. Tá hesin búskaparmyndil hevur verið n�½ttur til framrokningar,
hava metingar verið gjørdar av gongdini við støði í bólkingum í BSL. Hetta eru bólkingar, sum ikki altíð hava verið
samanfallandi við bólkingar í tjóðarroknskapinum. Eitt ávíst fyrivarni krevst tí í brúki av tølunum.
Tølini benda á, at broytingar í almennu n�½tsluni (eins og í almennu íløgunum) hava verið
konjunkturviðgangandi – tá nógv hevur verið í kassanum, hevur nógv verið brúkt og øvugt - og hevur
hetta økt, heldur enn minkað, um sveiggini í búskapargongdini. Umráðandi er tí hjá tí almenna ikki at
endurtaka gongdina í árunum 1999-2008, nú búskaparliga virksemið aftur er í vøkstri.
Demografiskar broytingar í komandi árum fara at gera tað truplari at avmarka vøksturin í almennu
n�½tsluni (sí frágreiðing Búskaparráðsins á vári 2015).
I 4.2 Almennar íløgur – íløguútreiðslur undir almennum ræði
Mynd I 20 vísir íløguútreiðslurnar, ið eru undir almennum ræði, frá 2003 til 2018. Talan er um íløgur
samsvarandi tjóðarroknskaparuppgerð og ikki samsvarandi roknskaparuppgerð. Tjóðarroknskaparligu
26
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0027.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
íløgurnar eru størri enn roknskaparligu løgurnar; m.a. er alt Landsverk og viðlíkahald, herundir keyp av
útbúnaði, sum eru rakstarkostnaðir í landskassaroknskapinum, roknað sum íløgur í tjóðarroknskapinum.
Vit síggja ein t�½ðiligan vøkstur í samlaðu íløgunum undir almennum ræði í 2016 til 2018. Hesin stavar
bæði frá landi, kommunum og fyritøkum, ið tað almenna ræður yvir.
Íløgurnar hjá landinum vóru serliga lágar árini 2009 til 2012, men eru síðani vaksnar nógv, hetta serliga
í 2018. Rúsdrekkasøla Landsins, Apotek og Landsverk eru tald við undir landskassan.
Íløgur kommunanna vuksu nógv fram til 2008. Talan var í ávísan mun um íløgur, sum høvdu ligið á láni
frá nítiárunum. Betringar í fíggjarstøðu kommunanna ávirkaðu eisini íløguhugin. Íløgur kommunanna fullu
tó nógv fram til 2010, men eru vaksnar nógv aftur síðan 2015.
Íløgurnar hjá fyritøkum undir almennum ræði eru vaksnar nógv síðan 2015. Hesin bólkur fevnir um SEV,
Fjarhitafelagið, vindfeløgini hjá SEV, IRF, Atlantsflog, undirsjóvartunnilsfeløgini, Posta, Vága Floghavn,
Føroya Tele við dóttirfeløgum, Bústaðir og kommunalar havnir.
Íløgurnar hjá sosialum grunnum og ríkisstovnum eru ikki tiknar við, tí talan er her um so smáar
upphæddir.
Kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015. Nógv bendir á, at hendan yvirtøkan eisini fevnir um eina yvirtøku
av einum stórum íløgutørvi á eldraøkinum. Íløgurnar á heilsuøkinum hava verið stórar, men væntandi
koma demografisku broytingarnar at krevja enn fleiri almennar íløgur á heilsuøkinum.
Mynd I 21 vísir almennu íløguútreiðslurnar og ár-til-ár vøksturin í hesum. Eins og við almennu n�½tsluni,
sí mynd I 19, sæst, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði tá tað sn�½r seg um
land, kommunur og fyritøkur undir almennum ræði, sí mynd I 20 og I 21.
Sum nevnt, er tað umráðandi hjá tí almenna ikki at endurtaka gongdina við almennum íløgum frá 2006-
2008, nú búskaparliga virksemið aftur er í stórum vøkstri. Skuldarloftið hjá kommununum – at skuldin
ikki skal koma upp um eina álíkning – riggar ikki sum fíggjarpolitiskt amboð. Neyðugt er við miðvísari
fíggjarpolitiskari st�½ring, ið fevnir um allar íløgur undir almennum ræði.
27
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0028.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 4.3 Úrslitið á almennu roknskapunum
Mynd I 22 gevur eitt yvirlit yvir roknskaparúrslit landskassans, RLÚ 1, RLÚ 2a og RLÚ 2b, fyri árini 1998-
2018.
RLÚ er landskassans Rakstrar-, Løgu- og Útlánsúrslit, sum tað verður nevnt. RLÚ 1 fevnir um vanligar
postar, meðan RLÚ 2a fevnir um vanligar og óvanligar postar, tó ikki flytingar til Búskapargrunn, og tí er
landskassans samlaða úrslit. RLÚ 2b fevnir um vanligar og óvanligar postar, herundir eisini flytingar til
Búskapargrunn. Teir vanligu postarnir eru meira arbeiðsligir í fíggjarætlanar- og fíggjarlógararbeiði.
Óvanligir postar eru mangan stórir og ikki afturvendandi postar. Hetta uppb�½tið hevur verið brúkt síðan
2004. Sum nakað n�½tt, verða 20 prosent av yvirskotinum á RLÚ 1 upp til 200 mió. kr. og 50 prosent av
tí, ið er omanfyri 200 mió. kr. flutt í Búskapargrunn; upphæddin, ið flutt verður í búskapargrunn, ger sum
nevnt ein mun millum RLÚ 2a og RLÚ 2b.
Nøkur dømi: í 2006 fekk landsst�½rið eina kapitalútluting (hálva mia. kr.) umframt vinningsb�½ti frá Føroya
Banka. Í 2007 fekk tað eina inntøku á 1,3 mia. kr. frá sølu av partabrøvum í Føroya Banka. Í 2008 lænti
landsst�½rið íslendsku stjórnini 300 mió. kr., sum vórðu afturgoldnar í 2012. Í 2013 inntøkuførdi
28
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0029.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
landsst�½rið eginogn Landsbankans (160 mió. kr.) við avtøkuna. Í 2018 inntøkuførir landsst�½rið
niðurskriving av láni frá danska statinum (500 mió. kr.) sambært avtalu frá 1998; hetta síðsta
framgongur tó ikki av mynd I 22.
Sum nakað n�½tt verða sveiggjandi rentupostar javnaðir við væntandi jøvnum parti á vanligum postum
og við sveiggjandi parti á óvanligum postum. Tað eru kursbroytingar á ogn og skuld, sum skapa sveiggj
í rentupostum.
Fyrimunarliga gongdin í konjunkturunum seinastu nógvu árini átti at givið grundarlag fyri, at hallið á
landskassaroknskapinum var minkað niður í einki fyri fleiri árum síðani. Ein av forðingunum fyri hesum
hevur verið demografiska gongdin, og fer demografiska gongdin beinleiðis og óbeinleiðis at verða
uppaftur meira avbjóðandi í komandi árum.
Vit síggja, at hallið hjá landskassanum er minkað nógv síðan 2013 og vendir til yvirskot í 2016-2018.
Hinvegin gevur roknskaparúrslitið eina misvísandi mynd av veruligu haldførisstøðu landskassans. Uttan
forskatting av pensjónum síðan 2012, høvdu hallini verið tilsvarandi størri og yvirskotini tilsvarandi minni.
I 4.4 Ogn og skuld hjá tí almenna
Mynd I 23 vísir gongdina í nettoogn almenna geirans fyri árini 2003-2018. Vit síggja, at kommunurnar,
sosialu grunnarnir og fyritøkurnar undir almennum ræði hava havt stóra nettoogn seinastu árini. Nettoogn
landsins økist munandi í 2017 og 2018. Samanlagt ræður tað almenna yvir einari nettoogn áljóðandi 15
mia. kr.
Myndin byggir á eina meting av ogn og skuld hjá almenna geiranum, har m.a. skyldur landskassans fyri
tænastumannapensjónir og rentugaranti til P/F Lív ikki eru tikin við sum skuld
11
.
Mynd I 24 vísir bruttoogn og -skuld landskassans frá 2003 til 2018. Vit síggja, at bruttoskuldin er mett
til at vera 4,9 mia. kr. í 2018, ið svarar til 26% av mettum BTÚ fyri 2018. Sum áður nevnt, eru
tænastumannaskyldur og aðrar veðhaldsskyldur landskassans ikki íroknaðar hetta tal.
11
Veðhaldsskyldur vegna tryggingaravtalu hjá Føroya Lívstrygging er gjørd upp til 1.039 mió. kr. í 2017. Nettoskylda
landskassans fyri tænastumannapensjónir er roknað til 4.979 mió. kr. við árslok 2012. Kelda: Føroya Gjaldsstova,
landskassaroknskapurin fyri fíggjarárið 2017, s. 240.
29
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0030.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
30
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0031.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 5 Útlendskur eftirspurningur
Mynd I 25 l�½sir søguligu gongdina í útflutningsvirðinum av fiskavørum fyri tríggjar høvuðsbólkar av
fiskaútflutningi: alifisk, uppsjóvarfisk og botnfisk og onnur fiskasløg. Hesir tríggir høvuðsbólkar fevna um
so at siga allan føroyskan vøruútflutning. Afturat vøruútflutninginum fevnir samlaði útflutningurin eisini
um útflutningin av tænastum (m.a. ferðavinnu).
Alifiskur fevnir um laks og síl, men nærum eingi síl verða útflutt í dag. Uppsjóvarfiskur fevnir um makrel,
sild og svartkjaft, og harumframt hava vit tikið fiskamjøl við í hendan bólkin. Botnfiskur og onnur fiskasløg
fevnir um tosk, h�½su, upsa, svartkalva, gulllaks, longu, brosmu, rækju o.a. Hesi síðstnevndu fiskasløg
verða veidd í bæði føroyskum sjógvi og aðrastaðni, t.d. í Barentshavinum og á Flemish Cap.
Botnfiskurin hevur havt sera stóran t�½dning fyri útflutningin langt aftur í tíðina, men hevur ikki sama
stóra t�½dning í dag. Í 2012 vóru allir tríggir vørubólkar nøkulunda javnt stórir í stødd, tá tað sn�½r seg um
útflutningsvirði. Síðani tá er útflutningsvirðið av alifiski meira enn tvífaldað, og stavar hetta í stóran mun
frá prísvøkstri. Útflutningsvirðið av uppsjóvarfiski er nú komið upp á sama støði sum botnfiskur o.o.
fiskasløg.
Myndirnar I 26-28 vísa eindarprísin í útflutninginum av ávikavist laksi, makreli og sild og toski, h�½su og
upsa.
31
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0032.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Mynd I 26 vísir okkum, at eindarprísurin fyri laks er tvífaldaður úr umleið 30 kr/kg í 2012 upp í 60 kr/kg
í 2018.
Av mynd I 27 síggja vit, at eindarprísurin fyri makreli og sild er umleið tvífaldaður frá ultimo 2007 til
2018. Eindarprísurin á makreli var í hæddini í 2006 við 12 kr/kg.
Mynd I 28 vísir okkum, at eindarprísurin fyri botnfisk hevur verið rættiliga støðugur síðan 2010. Miðskeiðis
í 2018 var toskaprísurin hægst við 36 kr/kg, meðan prísurin á bæði h�½su og upsa var 23 kr/kg.
I 5.1 Gongdin innan alivinnuna
Mynd I 29 vísir tøkuna í føroysku alivinnuni árini 1998-2019. Tølini fyri 2018-19 byggja á metingar við
ávísari óvissu. Tøkan í 2016 var 86t tons og 88t tons í 2017. Í 2018 væntast tøkan at minka til 76t tons,
fyri síðani at hækka aftur í 2019, tá hon væntandi verður 84t tons.
32
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0033.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 5.2 Gongdin innan uppsjóvarvinnuna
Mynd I 30 vísir gongdina í landingarvirðinum av trimum teimum t�½dningarmestu uppsjóvarfiskasløgunum.
Síðan 2009 hevur verið stórur vøkstur í samlaða landingarvirðinum. Samlaða landingarvirðið er vaksið úr
432 mió. kr. í 2009 til at verða 1.623 mió. kr. í 2016 fyri síðani at fella aftur til 1.592 mió. kr. í 2017.
Landingarvirðini fyri 2018 eru óviss, men vera væntandi eitt sindur lægri, tí at kvoturnar eru lægri, sí
talvu I 3. Hinvegin kunnu lægri kvotur geva hægri prís, so minkingin ikki n�½tist at verða so ógvuslig.
Fyri 2019 geva regluligu lívfrøðiligu kanningarnar útlit til framhaldandi lækking av uppsjóvarkvotunum.
Landingarvirðið av makreli er vaksið nógv seinastu árini í samband við, at Føroyar fóru úr millumtjóða
avtaluni um makrel í 2010.
Síðan mars 2014 hava Føroyar so aftur verið í samstarvi við ES og Noreg um makrelin, og hevur tað givið
eitt enn størri landingarvirði. Landingarvirðið av makreli í 2018 verður væntandi lægri enn í 2017 vegna
lægri heildarkvotu, sum minkar 11% í mun til 2017. Fólk í vinnuni vænta nøkulunda støðugan makrelprís
í 2018 í mun til 2017.
33
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0034.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Landingarvirðið av sild væntast at minka í 2018 vegna kvotuminking, sí talvu I 3. Fólk í vinnuni vænta
eina príslækking á sild í 2018. Ongin millumtjóða avtala hevur verið um sild síðan 2015.
Landingarvirðið av svartkjafti er vaksið síðan 2011 vegna hækkaða heildarkvotu, og var stórur vøkstur í
heildarkvotuni av svartkjafti í 2017 í mun til 2016. Vøksturin sást tó ikki aftur í landingarvirðinum, tí
prísirnir lækkaðu. Í 2018 hækkar heildarkvotan av svartkjafti aftur 4%, so ikki kann væntast nøkur størri
broyting í samlaða landingarvirðinum av svartkjafti. Eingin millumtjóða avtala hevur heldur verið um
svartkjaftin síðan 2015.
Mynd I 31 vísir gongdina í útflutningsvirðinum av uppsjóvarfiski árini 2000-2018 sum leypandi 12
mánaðar samanlegging. Vit síggja, at vøksturin hevur verið sera stórur síðan 2009. Minking var í
makrelútflutninginum miðskeiðis í 2014. Hetta var vegna handilsforðingar hjá ES, sum vórðu settar í gildi
seinni í árinum. Vøksturin í landingarvirðinum av svartkjafti sæst ikki so væl aftur í útflutninginum. Hetta
kann vera, tí at nógv av svartkjaftinum endar sum fóður til laksaframleiðslu í Føroyum, og endar harvið
sum óbeinleiðis laksaútflutningur.
34
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0035.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 5.3 Botnfiskur og onnur fiskasløg
Fyri árini 2014-2016 eru ikki tær stóru broytingarnar í botnfiskiveiðuni at hóma, tá talan er um nøgdir
12
,
men síðan á heysti 2015 hevur prísvøkstur verið á botnfiski. Stórur partur av botnfiskaflotanum hevur
verið í kreppu, meðan aðrir partar av botnfiskaflotanum hava havt yvirskot. Bretski marknaðurin hevur
nógv at siga, tá tað sn�½r seg um útflutning av botnfiski, men hvønn t�½dning Brexit í longdini fer at hava
fyri bretska pundið, er ringt at meta um.
I 5.4 Samlaði fiskavøruútflutningurin
Mynd I 32 avmyndar samlaða útflutningsvirðið av fiskavørum frá januar 2000 til juni 2018 sum leypandi
12 mánaðar samanlegging.
Vøksturin seinastu árini hevur verið stórur. Fallið, sum var miðskeiðis í 2014, stavar frá handilstiltøkunum
hjá ES fyri makrel og sild. Hetta sæst eisini aftur í mynd I 33 og I 34. Metast kann leysliga út frá
myndunum, at hetta uppá stutt sikt hevur kostað Føroyum hálva milliard í útflutningsvirði, men helst er
meira enn tað vunnið innaftur síðani.
Síðan 2009 hevur stórt sæð verið vøkstur í fiskavøruútflutninginum á hvørjum ári, og talan er um væl
meira enn eina tvífalding í fiskavøruútflutningsvirðinum. Fiskavøruútflutningurin minkar í 2018 vegna
minkandi kvotur, minni væntaða tøku í alivinnuni og prísniðurgongd á sild.
I 5.5 Gongdin í handilsjavnanum
Mynd I 33 vísir gongdina í handilsjavnanum sum leypandi 12 mánaðar samanlegging. Handilsjavnin er
útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Myndin vísir, at handilsjavnin í 2016, 2017 og
higartil í 2018 hevur víst størri yvirskot enn seinastu 20 árini. Hetta er grundað á positivu gongdina innan
alivinnu og uppsjóvarvinnu.
Í byrjanini av fíggjarkreppuni í 2008 vísti handilsjavnin undirskot á 1.517 mió. kr. uttan skip. Í 2017 vísti
handilsjavnin eitt yvirskot á 1.800 mió. kr. uttan skip. Hetta er ein betring uppá 3,3 mia. kr. í mun til
2008. Myndin vísir eisini handilsjavnan við skipum, og her sæst, at serliga skipabólkurin dregur
handilsjavnan niður. Stórur innflutningur av skipum ella flogførum einstøk ár kann lættliga eyðmerkjast
í strikumyndini fyri handilsjavnan við skipum.
12
Keldur til hetta brotið er Hagstovan og Vørn.
35
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0036.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
Mynd I 34 vísir gongdina í innflutningi og útflutningi av vørum (uttan skip) frá januar 1994 til juni 2018.
Her sæst, at handilsjavnin var serliga nógv negativur í 2008, og at tað var innflutningurin, sum var serliga
stórur árini 2006-2008. Fallið í innflutninginum var stórt í 2009-2010. Hetta fall hekk m.a. saman við
fallinum í privatu n�½tsluni og íløgunum. Síðan 2015 er útflutningurin vaksin nógv meira enn
innflutningurin, men í 2017 og higartil í 2018 var lutfalsliga stórur vøkstur í innflutninginum. Útflutningurin
er higartil í 2018 minkaður munandi.
36
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0037.png
Kapittul I: Konjunkturmeting heystið 2018
I 6 Peninga- og fíggjarviðurskifti
Føroyski peningastovnageirin hevur verið undir neyvum donskum eftirliti seinastu árini. Við
endurstovnaðum føroyskum Landsbanka, er eisini eitt Váðaráð skipað. Viðgerðin av peninga- og
fíggjarviðurskiftum er í hesi frágreiðing avmarkað til talvu I 4.
Talvan vísir fyri føroyskar peningastovnar innlán frá og útlán til ráevnisvinnur, framleiðsluvinnur,
tænastuvinnur og húsarhald við árslok árini 2014-17 og higartil í 2018. Innlánsyvirskotið er eisini víst.
Síðan 2015 hevur verið talan um eitt vaksandi innlánsyvirskot.
Størsti parturin av samlaðu innlánunum stavar frá húsarhaldsgeiranum, og somuleiðis við útlánunum.
Føroysku peningastovnarnir hava fyri húsarhaldsgeiran havt eitt vaksandi innlánsyvirskot øll árini.
Næst eftir húsarhaldsgeiran í innláns- og útlánsstødd er tænastuvinnugeirin. Her hevur eisini verið talan
um eitt vaksandi innlánsyvirskot síðan 2015.
Framleiðsluvinnugeirin skilur seg burturúr við tað, at øll árini hevur talan verið um eitt rættuliga stórt
negativt innlánsyvirskot (positivt útlánsyvirskot). Útlánini til hendan geiran hava verið nøkulunda støðug,
og við onkrum undantaki kann tað sama sigast um innlánini. Væntandi avspegla tølini fyri
framleiðsluvinnugeiran gongdina innan byggivirksemi í Føroyum.
37
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi
almenna geirans
38
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0039.png
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi almenna geirans
II 1 Serlig viðurskiftir í almenna geiranum
Talvurnar II 1-3 l�½sa almenna geiran eftir fíggjarlógarleisti. Talvurnar geva eitt grundstøði til meting av
tørvinum á politiskum tiltøkum. Keldan til talvurnar er Búskaparskipan Landsins á Gjaldstovuni.
Talva II 1 vísir nøkur høvuðstøl fyri almenna geiran árini 2013-2017, og l�½sir herundir t�½dningin av RLÚ
sum mát fyri roknskaparúrslit almenna geirans.
RLÚ2a fevnir um faktiska roknskaparúrslit almenna geirans, tá vanligar og óvanligar inntøkur og
útreiðslur eru taldar við. RLÚ2a er ein t�½ðandi realbúskaparligur indikatorur
13
.
RLÚ2b fevnir harafturat um flytingar til Búskapargrunn. RLÚ2b hevur sosatt ongan realbúskaparligan
t�½dning, uttan so at Búskapargrunnurin elvir til broyttan atburð millum fíggjarpolitiskar aktørar.
Talva II 1 vísir eitt avlop hjá landinum (RLÚ2a) í 2016 og 2017 aftaná eitt langt áramál við halli.
Í 2012 var n�½ggj pensjónsskipan gjørd, ið bar við sær skatting (forskatting) av pensjónsinngjøldum. Uttan
hesar inntøkur frá forskatting, vildi RLÚ2a-avlopið verið tilsvarandi minni.
Tey seinastu árini er eisini hendur ein stórur vøkstur í inntøkum hins almenna frá ymsum
tilfeingisgjøldum. Uttan hesar tilfeingisinntøkur vildi RLÚ2a-avlopið verið tilsvarandi minni. Avlopið vildi
13
RLÚ 1 fevnir um vanligu inntøkur og útreiðslur almenna geirans.
39
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0040.png
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi almenna geirans
tá verið so mikið nógv minni, at RLÚ2a-avlopið øll árini 2013-17 hevði broytst til undirskot, sí niðastu
reglu í talvu II 1.
Harafturat kann roknast við, at inntøkur hins almenna frá tilfeingisgjøldum kunnu gerast óstøðugar. Vit
vita av royndum, at kvoturnar á uppsjóvarfiski kunnu sveiggja. Roknast kann samstundis við, at hitt
almenna fer at fáa ein vaksandi tørv á inntøkum, so hvørt sum demografisku broytingarnar av álvara fara
at gera seg galdandi.
---
Talva II 2 l�½sir lands- og kommunala fíggjargeiran uttan eldrarøktina, ið var løgd um til kommunala
fyrisiting frá 1. januar 2015. Talvan loyvir sostatt eini l�½sing av almenna geira búskapinum, tá sæð verður
burtur frá útreiðslunum til eldrarøktina.
Í talvu II 2 sæst, at kommunalu útreiðslurnar til annað enn eldrarøkt eru vaksnar við 43% síðan 2011.
Landsins útreiðslur til annað enn eldrarøkt eru vaksnar við 21% síðan 2011, og útreiðslurnar hjá
Tórshavnar kommunu til annað enn eldrarøkt, eru vaksnar við 32% síðan 2011. Sostatt hava
kommunurnar í miðal havt størri útreiðsluvøkstur enn landið, meðan Tórshavnar kommuna hevur havt
eitt vet lægri útreiðsluvøkstur enn kommunurnar samanlagt. At eldraøkið varð lagt út til kommunurnar,
er tískil ikki einasta orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hesin kommunali útreiðsluvøksturin bendir sostatt
á tvørrandi fíggjarpolitiska st�½ring, serliga í kommunala geiranum.
---
Talva II 3 vísir munin millum játtan og roknskap í lands- og kommunala geiranum árini 2015-2017.
Fyri inntøkurnar (herundir inntøkurnar frá tilfeingsgjøldum), er munurin millum játtan og rakstur sum
væntað stórur; ikki er eins lætt at gera forsagnir um inntøkurnar sum um útreiðslurnar.
Eyðs�½nt er í talvu II 3, at kommunurnar hava havt trupulleikar við at gera rættvísandi ætlanir um
løgurnar.
14
Hinvegin vísir talvan, at hvørki kommunur ella land hava havt nakrar stórvegis trupulleikar
við at gera rættvísandi ætlanir um rakstrarútreiðslurnar.
14
Løgur (íløgur) eru her skilmarkaðar eftir reglum Gjaldstovunnar og ikki Hagstovunnar í tjóðarroknskapinum
40
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0041.png
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi almenna geirans
Fíggjarstøðan hjá teimum ymisku kommununum er ymisk. Vit hava tó grund til at koma til ta niðurstøðu,
at nøkur óvanlig viðurskifti gera seg galdandi í kommunala geiranum.
Tórshavnar kommuna s�½nist at vera í eini serstøðu. Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu eru lutfalsliga
stórar; so stórar, at kommunan kann leggja pening til síðis. Hetta seinasta gevur høvi til eitt politiskt
tr�½st á kommununa til at gera íløgur - man krevur ikki pening inn í skatti til at goyma. Raðfestingin av
kommunalum íløgum kann í slíkari støðu gerast tilvildarlig. Alternativið til at gera íløgur er at lata peningin
fara til kommunala útjavning (at geva peningin til minni múgvandi kommunur) ella at lækka
skattaprosentið. Ein kommunal n�½skipan er tí viðkomandi.
II 2 Sundurskiling av myndugleika í almenna geiranum
Ein av eyðkennunum við almenna geiranum í Føroyum er sundurskiling av myndugleika. Hetta ger seg
galdandi í viðurskiftunum millum land og kommunur, og s�½nist at leiða til tvørrandi samskipaða st�½ring
av lands- og kommunubúskapinum.
Í frágreiðing sínari á heysti 2015 ávaraði Búskaparráðið móti avleiðingunum av tí vaksandi, ósamskipaða
almenna byggivirkseminum, sum sambært keldum Búskaparráðsins fór at koma í hæddina í 2018
15
. Tølini
til hesa greining vóru innsavnaði í 2015 og eru nú gomul; tí er ikki vist, at byggivirksemið veruliga verður
í hæddini í 2018.
15
Búskaparráðið á heysti 2015: Búskaparfrágreiðing, síða 45.
41
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0042.png
Kapittul II: Greining av tættum í búskapi almenna geirans
Óneyðugt er at nevna avleiðingarnar nú og framyvir av yvirupphitingini í byggivinnuni. Eitt eru høgir
byggiprísir og lækkað peningavirði, tá tað sn�½r seg um keyp og gerð av fastogn. Annað er burturtrokan
og d�½rkan av vinnuligum íløgum.
Vónandi fær búskapurin eina maka tillaging eftir hesa yvirupphiting. Búskaparpolitisku møguleikarnir, at
mótvirka eini harðari tillaging, eru ikki vorðnir betri av tí higartil førda politikkinum.
Hvørki kommunurnar sínámillum, ella land og kommunur sínámillum, ella landið einsæris, hava gjørt
nakað munagott fyri at sleppa undan hesi umrøddu yvirupphiting í byggivinnuni. Kortini er hetta bert ein
spurningur um raðfesting av almennum útreiðslum yvir tíð. Nakrar hálvalmennar íløgur hava tó verið
útsettar (m.a. hjá SEV), og nakrar privatar íløgur hava verið burturtrongdar, tvs. útsettar til meira av
íløgu møguliga seinni kann fáast fyri sama pening
16
.
Frásæð skuldarloft, hevur landið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunanna í byggimálum, og
heldur ongan møguleika at áseta karmar fyri íløgu- ella rakstrarútreiðslur kommunanna. Hetta, saman
við lítlum kommunustøddum, ger føroysku kommunuskipanina óhepna, og til hvøns fyrimun, kunnu vit
spyrja.
Í langa siktinum fer stórur útreiðsluvøkstur at standast av demografiskum broytingum. Hetta fer at leggja
stórt tr�½st á almennu kassarnar. Almennu kassarnir eiga við varisligum (avmarkaðum) útreiðsluvøkstri í
stutta siktinum at leggja avlop til síðis til at standa ímóti við í langa siktinum.
16
Uppl�½singar frá avvarðandi virkisleiðslum
42
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0043.png
Tilvísingar/keldutilfar
Tilvísingar/keldutilfar
Avrik sp/f, Hvalvík
Betri Banki
Búskaparráðið, búskaparráðsfrágreiðing á heysti 2013
Búskaparráðið, búskaparráðsfrágreiðing á heysti 2015
Búskaparráðið, búskaparráðsfrágreiðing á heysti 2016
Búskaparráðið, búskaparráðsfrágreiðing á vári 2017
Danmarks Nationalbank
Fishpool.eu (laksaprísir)
Føroya Gjaldsstova, landsroknskapurin fyri fyri fleiri roknskaparár
Føroya Gjaldstova, Búskaparskipan Landsins (BSL)
Hagstova Føroya
Hagstova Føroya, dátugrunnurin
Samrøður við fólk í vinnulívinum ella tengd at vinnufyritøkum
Samrøða við meklarafyritøkuna, Betri Heim
Samrøður við umboð fyri størstu byggifyritøkurnar í Føroyum
TAKS
Thomson/Reuters
Vørn
World Bank
WTI (West Texas Intermediate – oljuprísir)
43
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0044.png
Yvirlit yvir talvur og myndir/tables and figures
Yvirlit yvir talvur og myndir/tables and figures
Mynd I 1 / Figure I 1
Mynd I 2 / Figure I 2
Foreign demand in GDP expenditure and consumer price index, (net
export right axis), 1998-2018, (index 1998=100).
Real estate prices and consumer price index (consumer price index right
axis), 2001-2018 (Q1).
Value-added in primary, secondary and tertiary businesses in percent,
1998-2018.
Value-added in primary, secondary and tertiary businesses in DKK
millions, 1998-2018.
Business profits (left axis) and company-paid wages (left axis) in DKK
millions, and ratio profits/wages (right axis), 1998-2018.
Employees (left axis) and wages per employee (right axis) in businesses
in DKK millions, January 1999 to May 2018.
Unemployment percentage (left axis) and net immigration (right axis)
calculated as 12-month rolling total, January 1999 to June 2018.
Population (left axis) and net immigration (right axis), calculated as 12-
month rolling total, January 1999 to May 2018.
Spot price of oil (DKK/barrel), January 2004 to August 2018.
Weekly spot price for salmon in Danish kroner (DKK), January 2004 to
August 2018.
Yearly fluctuations (in percent) in salmon spot prices, 2005-2018 (august)
in Danish kroner (DKK).
Imports and exports of goods and the trade balance first half of 2017 and
2018. Import for farming and fishing, for construction, for other
production, fuel and other, machines and other equipment, cars and
vehicles for direct consumption, ships and aircrafts and other, raw
materials for fish processing, total import of goods, import of goods excl.
ships and aircrafts and other; Export farmed fish, pelagic fish, demersal
fish and other, other goods, ships, total export of goods, export of goods
excl. ships and other; Trade balance for the years 2010-1.h.2018, incl.
ships and other goods in DKK millions, excl. ships and other, in DKK
millions].
Wage income and import of consumer goods (durable, non-durable and
semi-durable), January 1998 to June 2018, shown as index (Jan
1998=100).
Wage income and government revenue from VAT, January 1998 to July
2018, shown as index (Jan 1998=100).
Net Total - The expected financial situation of Faroese households 1 year
ahead, January 2006 to June 2018.
Business trends survey for households: Total Confidence Index for
Faroese households, January 2006 to June 2018.
Mynd I 3 / Figure I 3
Mynd I 4 / Figure I 4
Mynd I 5 / Figure I 5
Mynd I 6 / Figure I 6
Mynd I 7 / Figure I 7
Mynd I 8 / Figure I 8
Mynd I 9 / Figure I 9
Mynd I 10 / Figure I 10
Mynd I 11 / Figure I 11
Talva I 1 / Table I 1
Mynd I 12a / Figure I 12a
Mynd I 12b / Figure I 12b
Mynd I 13 / Figure I 13
Mynd I 14 / Figure I 14
44
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0045.png
Yvirlit yvir talvur og myndir/tables and figures
Mynd I 15a / Figure I 15a
Wage payments, year-to-year changes in percent, based on 12-month
rolling total, January 2008 to July 2018: all business sectors, primary
business sectors, secondary business sectors (incl. construction).
Mynd I 15b / Figure I 15b
Wage payments, year-to-year change in percent, based on 12-month
rolling total, January 2008 to July 2018: all business sectors, private
tertiary business sectors, and the government sector.
Wage payments in each business sector, and the contribution to overall
growth in wage payments for each business sector, and relative size of
the wage payments for each individual business sector for first half of
2017 and 2018 [farming, fishing, fish farming and gutting, raw material
extraction industry, fish processing industry, shipyard and forge, other
industry, construction, energy and water supply, commerce and repairs,
hotel and restaurant industry, sea shipment, other shipment, post and
telecommunications, finance and insurance, commercial services,
domestic services, national administration, municipalities and Danish
government institutions, education, health and social services agencies,
associations and culture and other, uncategorised, total].
The number of employees (left) and the number of full-time unemployed
(right), adjusted for seasonal trends, January 2007 to May 2018.
Business trends barometer for construction June 2006 to June 2018
(orders, expected prices, expected labour needs, months of contracted
work (right axis)).
Business trends barometer for construction, June 2006 to June 2018:
perceived limitations in production (none, demand, weather, labour, raw
material/equipment, financial limitations, other).
Government (i.e. public) consumption in DKK millions and yearly growth
in government consumption in percent (right axis), 1999-2018.
Government comtrolled investment in DKK millions, 2003-2018 (central
government, municipalities, and units controlled by the government).
Government controlled investment in DKK millions, and yearly growth in
government controlled investment in percent (right axis), 2004-2018.
Central government financial results (central government budget balance)
in DKK millions, 1998-2018.
Net public debt, 2003-2018, in DKK millions (central government,
municipalities, social funds, government controlled units, governmental
controlled sector total).
Central government gross debt and gross assets in DKK millions, 2003-
2018 (gross assets, gross debt, net assets).
Talva I 2 / Table I 2
Mynd I 16 / Figure I 16
Mynd I 17 / Figure I 17
Mynd I 18 / Figure I 18
Mynd I 19 / Figure I 19
Mynd I 20 / Figure I 20
Mynd I 21 / Figure I 21
Mynd I 22 / Figure I 22
Mynd I 23 / Figure I 23
Mynd I 24 / Figure I 24
45
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0046.png
Yvirlit yvir talvur og myndir/tables and figures
Mynd I 25 / Figure I 25
Export of three types of fish products, calculated as 12-month rolling total,
January 1994 to June 2018, in DKK millions (salmon, pelagic fish,
demersal fish).
Unit prices in the exports of salmon, based on 12 months rolling total,
January 94 to June 2018
Unit prices in the exports of mackerel and herring, based on 12 months
rolling total, January 94 to June 2018
Unit prices in the exports of demersal fish (cod, haddock and saithe),
based on 12 months rolling total, January 94 to June 2018
Mynd I 26 / Figure I 26
Mynd I 27 / Figure I 27
Mynd I 28 / Figure I 28
Mynd I 29 / Figure I 29
Talva I 3 / Table I 3
Fish farming slaughter (live weight), 1998-2018, million tonnes.
Faroese quotas for pelagic fish (mackerel, herring and blue whiting) and
demersal fish, for the years 2017 and 2018
Values of landed catch of mackerel, herring and blue whiting, in DKK
millions, 2000-2017 (herring, mackerel, blue whiting).
Export of pelagic fish, calculated as 12-month rolling total, January 2000
to June 2018, in DKK millions (mackerel, herring, blue whiting, fishmeal
and fish oil).
Export of fish products, calculated as 12-month rolling total, January 2000
to June 2018, in DKK millions.
Balance of foreign trade (goods only) calculated as 12-month rolling total,
January 1994 to June 2018, in DKK millions (ships excluded, ships
included).
Import and export of goods (ships excluded) calculated as 12-month
rolling total in DKK millions, January 1994 to June 2018, (imports – red,
exports – blue).
Faroese banks: deposits from and loans to Faroese units, 2014 - June
2018.
Some key figures with regard to the public finance of the Faroe Islands,
2013-2017.
Central Government and municipal expenditures with and without
eldercare, index 2011=100, for the years 2011-2017.
The difference between budget and actual financial results in the central
Government accounts and municipal accounts for the years 2015-2017.
Mynd I 30 / Figure I 30
Mynd I 31 / Figure I 31
Mynd I 32 / Figure I 32
Mynd I 33 / Figure I 33
Mynd I 34 / Figure I 34
Talva I 4 / Table I 4
Talva II 1 / Table II 1
Talva II 2 / Table II 2
Talva II 3 / Table II 3
46
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0047.png
Orðalisti
Orðalisti
Orðalistin er ein l�½sing av nøkrum av búskaparligu hugtøkunum, sum verða n�½tt í frágreiðingum
Búskaparráðsins.
Almenn nettoskuld
Almenna nettoskuldin fevnir um alla fíggjarliga skuld og áogn í almenna geiranum. Almenna nettoskuldin
er øll fíggjarlig skuld í almenna geiranum frádrigið alla fíggjarliga áogn. Fíggjarliga áognin fevnir millum
annað um tøka gjaldførið og aðrar fíggjarognir.
Almenn n�½tsla
Almennar n�½tsluútreiðslur fevna um almennar rakstrarútreiðslur til millum annað fólkaskúlan,
heilsuverkið og almannaverkið. Almennu lønarútreiðslurnar vóru umleið 3/4 av almennu n�½tsluni í 2011.
Afturat hesum er almenn n�½tsla keyp av vørum og tænastum.
Almennar útreiðslur tilsamans
Størsti parturin av almennu útreiðslunum er almenn n�½tsla og veitingar til húsarhald, fyritøkur og feløg.
Harafturat eru almennu útreiðslurnar íløgur, rentuútreiðslur, stuðulsútreiðslur og aðrar útreiðslur.
Almennir roknskapir
Sí landsroknskapurin
Arbeiðsfjøld
Tey, sum hava arbeiði, og tey, sum eru arbeiðsleys samantald.
Arbeiðsleys
Tey, sum eru arbeiðsleys, men sum eru tøk á arbeiðsmarknaðinum og leita eftir arbeiði og sostatt eru
partur av arbeiðsfjøldini.
Arbeiðsloysi
Arbeiðsleys í % av arbeiðsfjøldini.
Arbeiðs-produktivitetur, sí framleidni
Arbeiðsvirkni
Tey, sum eru arbeiðsvirkin, eru tey, sum eru í ella hava arbeiði (merkir tað sama sum danska orðið
“beskæftigelse”)
Automatiskir stabilisatorar
Hesir minka um konjunktursveigg í niðurgangadi konjunkturum av tí at skattauppkrav hins almenna
minkar, arbeiðsloysisstuðul og almannahjálp vaksa, samstundis sum eftirspuningurin frá almennu
útreiðslunum (almenn n�½tsla, veitingar og íløgur) er støðugur. Tilsvarandi minka hesir um
konjunktursveigg í uppgangandi konjunkturum, tá skattauppkrav hins almenna veksur,
arbeiðsloysisstuðul og almannahjálp minka, samstundis sum eftirspurningurin frá almennu útreiðslunum
(almenn n�½tsla, veitingar og íløgur) er støðugur.
Avreiðingar
Feskfiskaveiðan (av botnfiski og øðrum fiski) skrásett um avreiðingarskipanina. Mátað í virði ella í nøgd.
Blokkstuðulskipan til at útjavna millum kommunur
Stuðul til kommunur sum staturin fíggjar, og sum vanliga verður útroknaður og veittur eftir sonevndum
objektivum kriterium.
47
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0048.png
Orðalisti
Bruttotjóðarúrtøka og tilkn�½tt tjóðarroknskaparhugtøk
Bruttotjóðarúrtøka kann skilmarkast og ásetast tríggjar vegir:
(a) framleiðsluvegin ella virðisøkingarvegin (útboðsvegin) sum
bruttovirðisøkingin í støðisprísum
(BVØ),
(b) útreiðslu- ella eftirspurnarvegin sum
bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum (BTÚ),
ið kann
bólkast sum privat húsarhaldsn�½tsla + privatar íløgur + almenn n�½tsla + almennar íløgur +
(útflutningur av vørum og tænastum – innflutningur av vørum og tænastum. (BTÚ), og
(c) inntøkuvegin sum
bruttofaktorinntøkan í faktorprísum (BFI).
Vanliga útgangsstøðið er (a), sum vanliga er grundarlagið fyri at finna hinar støddirnar.
BTÚ í marknaðarprísum verður ofta mett sum høvuðsmáti fyri búskaparligt virksemi. BTÚ er ikki fullkomið
mát fyri inntøku ella framleiðslu í einum landi. T.d. leggur tað ikki upp fyri sliti av tilfeingi (náttúru- ella
øðrum tilfeingi) ella útbúnaði. Eisini roynir BTÚ at máta allar vørur og tænastur til ein marknaðarprís,
hóast allar vørur og tænastur ikki hava ein marknaðarprís, t.d. skúla- og heilsutænastur.
(a) Bruttovirðisøking stytt BVØ í støðisprísum;
Virði á allari vinnuligari framleiðslu (sum virðisskapan ella virðisøking) av vørum og tænastum í einum
landi í einum ári, uppgjørd í støðisprísum. BVØ verður roknað við at draga virði á ráevnum og
hjálpitilfari frá framleiðsluvirðinum í øllum vinnugreinum. BVØ verður roknað í støðisprísum.
Bruttovirðisøking verður ofta brúkt til at l�½sa framleiðsluna b�½tta á vinnugreinar. Verður á
enskum/donskum nevnt “gross value added (GVA)” ella “bruttoværditilvækst (BVT)”.
(Samlaða bruttovirðisøkingin í støðisprísum er tað sama sum bruttotjóðarúrtøka í marknaðar-prísum
frádrigið vøruskattir netto, sum fevna um meirvirðisgjald, punktgjøld og aðrar vøruskattir og
vørustudningar.)
(b) Bruttotjóðarúrtøka í marknaðarprísum, stytt BTÚ
Bruttotjóðarúrtøka í marknaðarprísum er virðið í støðisprísum á samlaðari privatari og almennari
framleiðslu frádrigið virðið á ráevnum, vørum og tílíkum, sum verða brúkt í fram-leiðsluni, plus
vøruskattir netto, ið fevna um meirvirðisgjald, punktgjøld og aðrar vøru-skattir minus vørustudningar.
Verður á enskum/donskum nevnt “gross domestic product” (GDP) ella “bruttonationalprodukt (BNP)”.
BTÚ í marknaðarprísum kann síðan bólkast í útreiðslupartar (n�½tsla, íløgur og nettoútflutning av vørum
og tænastum).
(c) Bruttofaktorinntøka, stytt BFI í faktorprísum
Innkoman tilsamans til (sams�½ningin til) allar framleiðslufaktorarnar í einum landi í einum ári,
uppgjørd í faktorprísum; BFI kann verða roknað sum: løn og “restinnkoma” (avskriving, rentur og
avlop). Vanliga liggur lønarparturin millum 2/3 og 3/4. Ensku/donsku heitini eru eru “gross domestic
income at factor cost” og “bruttofaktorinkomst”.
Bruttotjóðarinntøka, stytt BTI;
Øll innkoma, sum íbúgvarnir í einum landi vinna í einum ári, um hon er vunnin innanlands ella
uttanlands, uppgjørd í marknaðarprísum. BTI verður roknað við at leggja lønir, rentur og vinningsb�½ti
úr útlondum aftur at BTÚ, og við at draga lønir, rentur og vinningsb�½ti til útlond frá BTÚ. Ensku/donsku
heitini eru “gross national income” og “bruttonatinalindkomst”.
Bruttotjóðarinntøka tøk, stytt tøk BTI
Bruttotjóðarinntøka, ið er javnað fyri gávur til útheimin og gávur frá útheiminum (m.a. donsku
veitingarnar) og til dømis eisini fyri tryggingarendurgjøld millum land og umheim. Tøk BTI ella tøk
bruttotjóðarinntøka er tann upphædd, sum samfelagið hevur at ráða yvir til n�½tslu og uppsparing.
Ensku/donsku heitini eru “gross national disposable income” og “disponibel bruttonationalindkomst”.
Bruttotjóðarúrtøka í føstum prísum
Bruttotjóðarúrtøka í føstum prísum er uppgerð av BTÚ, har ið roynt verður at javna gongdina í BTÚ
fyri prísvøkstri á ráevnum, vørum og tænastum. Vøksturin í BTÚ í føstum prísum verður vanliga
48
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0049.png
Orðalisti
brúktur sum vísital fyri búskaparvøkstur millum lond. Vøkstur í BTÚ í føstum prísum vísir vøkstur í
framleiðsluni í mongdum. Verður nevnt “Real GDP” ella “realt BNP”.
CIF
Virðið er íroknað
“cost,
insurance and freight” sum partur av veitingartreyt.
Eftirspurningur
Nøgdin av vørum og tænastum húsarhald, vinnan, tað almenna og umheimurin vilja keypa.
Fíggjarkrav, netto
Fíggjarkravið, netto, vísir fíggjarliga úrslitið av virkseminum í einum geira ella einum landi. Er
fíggjarkravið til dømis minni enn 0, hevur tøka inntøkan ikki rokkið til at rinda fyri n�½tsluna og
íløguvirksemið, sum hevur verið í tíðarskeiðnum.
Fíggjarpolitikkur
Búskaparpolitisk tiltøk, ið hava sum endamál at st�½ra og minka búskaparlig sveiggj. Skilt verður vanliga
millum at reka aktivan fíggjarpolitik (ekspansivan ella kontraktivan) og at brúka automatiskar
stabilisatorar í passivum fíggjarpolitikki.
Fíggjareffekt (”finanseffekt”):
Eitt roknað mát fyri hvussu nógv fíggjarpolitikkurinn styðjar upp undir búskaparliga virksemið ella
vøksturin í BTÚ. Ein positiv fíggjareffekt vísir at fíggjarpolitikkurin gevur eitt íkast til vøkstur í búskaparliga
virkseminum (vøksturin í BTÚ). Ein negativ fíggjareffekt merkir at fíggjarpolitikkurin gevur eitt íkast til at
tálma búskaparliga virksemið (vøksturin í BTÚ). Ein fíggjareffekt ið verður roknað til null merkir at
fíggjarpolitikkurin hevur verið neutralur og uttan ávirkan á búskaparliga aktivitetin (vøksturin í BTÚ.
Fíggjarligt ella búskaparpolitiskt haldføri
Ein búskaparpolitikkur við givnum regluverki um skattainntøkur, almenna n�½tslu, íløgu og inntøkuflytingar
er haldførur, tá ið nútíðarvirðið av framtíðar almennu útreiðslunum svarar til nútíðarvirðið av framtíðar
almennu inntøkunum (soleiðis at nettoskuld hin almenna verður óbroytt).
Fløskuhálsur
Knappur framleiðslufaktorur; fløskuhálsurin ger av hvussu nógv kann verða framleitt av vøruni.
FOB
veitingartreyt er “free on board”; vøran er latin, tá hon er komin umborð á skipið, ið nevnt er
aftan á “FOB”, og keyparin rindar fyri víðari flutningin.
Framleidni (produktivitetur)
Framleidni verður vanliga uppgjørt sum bruttovirðisøking í føstum prísum fyri hvønn arbeiðstíma
(tímaproduktivitetur) ella fyri hvønn løntakara í framleiðsluni (arbeiðsproduktivitetur).
Framleiðsla
N�½tsla av tilfeingi og útbúnaði at framleiða vørur og tænastur sum hava virði. Virðið á framleiðslu verður
mátað í føstum prísum, t.e. eftir vanligan prísvøkstur.
Gjaldsjavni
Hagfrøðilig uppgerð ið tekur samanum allar búskaparligar flytingar hjá einum landi við umheimin eitt
ávíst tíðarskeið og mátað í sama gjaldoyra. Mest n�½tta konta í gjaldjavnanum er rakstrar-viðskifti
gjaldsjavnans (current account), ið fevnir um vøruflytingar og tænastuflytingar umframt lønar- og
inntøkuflytingar og rakstrarflytingar millum landið og tess umheim. (Sí annars um gjaldsjavnan í
frágreiðingini).
Haldføri: Sí fíggjarligt ella búskaparpolitiskt haldføri.
Haldføris-indikator
Samanfatar við einum %-tali fíggjarligu haldførisgóðskuna hjá einum almennum geira. Negativt virði
merkir minni gott haldføri, og positivt virði gott haldføri. Virðið á haldføris-indikatorinum í % vísir hvussu
stór fíggjarpolitisk tillaging í % av BTÚ skal til, fyri at nettoskuld almenna geirans skal vera óbroytt.
49
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0050.png
Orðalisti
Handilsjavni
Virðið á uttanlandshandli (t.e. inn- og útflutningi) av vørum hjá einum landi við umheimin. Mátað í sama
gjaldoyra og eitt ávíst tíðarskeið. Javnin verður ofta uppgjørdur sum útflutningur minus innflutningur (t.e.
nettoútflutningur).
Inntøku-elastisitetur
(Lutfalslig broyting í eftirspurningi/lutfalslig broyting í inntøku). Er inntøku-elastisiteturin størri enn eitt,
er talan um luksusvøru; er inntøku-elastissiteturin millum eitt og null, er talan um neyðuga vøru; er
inntøku-elastisiteturin negativur, er talan um “inferiøra” vøru. Sí prís-elastisitetur.
Konjunkturar
Stutttíðarsveiggj í búskaparligari framleiðslu og í arbeiðsloysi samsvarandi høvuðsgongdini yvir longri
tíðarskeið. Vit skilja vanliga millum hákonjunktur og lágkonjunktur og stigini millum há- og lágkonjunktur
Konjunkturjavnað alment úrslit
Konjunkturjavnaða almenna úrslitið er staðfest alment úrslit javnað fyri ávirkanir frá konjunktur-støðuni
á almennar inntøkur og útreiðslur og aðrar ikki varandi og serliga umstøður, til dømis oljuprísir ella
serligar íløgur.
Konjunkturjavnaða almenna úrslitið gevur sostatt eina meira rættvísandi mynd av veruligu gongdini í
almenna búskapinum sum heild sammett við staðfesta almenna úrslitið.
Konjunkturjavnaða úrsliti hjá tí almenna verður vanliga á enskum/donskum nevnt “cyclically adjusted
budget balances” ella “strukturel saldo”.
Konjunkturjavnað framleiðsla
Konjunkturjavnað framleiðsla vísir mettu bruttotjóðarúrtøkuna í eini støðu, har ið roynt verður at javna
fyri ávirkanir frá konjunkturunum í samfelagsbúskapinum. Roynt verður sostatt at vísa
bruttotjóðarúrtøkuna í eini støðu við normalkonjunkturi í samfelagnum. Í eini støðu við normal-
konjunkturi verður ofta sagt, at gongdin í samfelagsbúskapinum samsvarar við javnan vøkstur í prísum
og lønum. Í frágreiðingini verður bruttovirðisøking brúkt sum vísital fyri framleiðslu heldur enn
bruttotjóðarúrtøku, men hetta hevur ikki stóran t�½dning fyri úrslitini ella niðurstøður. Verður á
enskum/donskum nevnd “potential output”, “potential GDP” og “strukturelt/potentielt output (BNP)”.
Konjunkturfrávik
Konjunkturfrávikið er munurin millum staðfesta framleiðslu og konjunkturjavnaða framleiðslu. Er
konjunkturfrávikið størri enn 0, kunnu vit siga, at hákonjunkturur er í samfelagsbúskapinum; tr�½st er
sum oftast á arbeiðsmarknaðinum, lítið av tøkari framleiðsluorku er í samfelagnum, og prísvøkstur er á
flestu marknaðum. Er konjunkturfrávikið minni enn 0, kunnu vit siga, at lágkonjunkturur er í
samfelagnum, lítið tr�½st er á arbeiðsmarknaðinum, og tøk framleiðsluorka er í samfelagnum.
Konjunkturfrávik verður á enskum/donskum nevnt “output gap” og “output gab”.
Kredittvirði
Evnini hjá einum lántakara at rinda einum lánveitara lán aftur eftir lánitreytunum. Verður oftast mátað
sum sannlíkindini, at ein lántakari fer at rinda lánið aftur eftir lánitreytunum. Kredittvirðið er avgerandi
fyri, hvørja rentu og hvørjar treytir ein lántakari kann læna pening fyri.
Landsroknskapurin
Í almennnum roknskapum verða útreiðslur til løgur útreiðsluførdar (og ikki ognarførdar til seinni
avskrivingar sum í virkisroknskapum). Sama er galdandi fyri útlán, ið verða útreiðsluførd og
afturgjaldingar verða inntøkuførdar. Sostatt verður almenna roknskaparúrslitið roknað sum rakstrar-,
íløgu- og útlánsúrslitið.
Landskassaskuld
Landskassaskuldin fevnir bara um skuld hjá landinum og harvið ikki um skuld hjá kommunum ella
sosialum grunnum. Meginparturin av landskassaskuldini er lánsbrævalán. Landskassaskuldin er sum
oftast ein bruttouppgerð av skuldini, har dentur verður lagdur á fíggjarligu skyldurnar hjá landinum
(passivsíðuna á fíggjarjavnanum).
50
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0051.png
Orðalisti
Millumkommunal útjavning
Útjavning til kommunur sum verður fíggjaður av kommunum sjálvum. Kommunur sum eru verri fyri enn
miðalkommunan móttaka veitingar frá kommunum sum eru betri fyri enn miðal. Verður útroknað eftir
sonevndum objektivum kriterium.
Nettoflyting
Tilflutt fólk frádrigið fráflutt fólk. Talan er um nettotilflyting, tá ið tilflutt fólk eru fleiri enn fráflutt.
Nettokassaúrslit
Uppgerð av muninum millum inngjøld til og útgjøld úr landskassanum, sum síggjast beinleiðis á
fíggjarlógini. Sammett við RLÚ-úrslitið (sí niðanfyri) er at nettokassaúrslitið umboðar ein beinleiðis
kassaroknskap, tað vil siga ein uppgerð av gjaldførinum hjá landinum. Nettokassaúrslitið svarar í stóran
mun til broytingina í landskassaskuldini frá ári til ár.
Munurin millum RLÚ-úrslitið (sí niðanfyri) og nettokassaúrslitið stavar í stóran mun frá periodiseringum
(tíðaravmarkingum), við tað at munur kann vera á, hvussu inntøkur ella útreiðslur verða bókaðar í
landsroknskapinum og harvið ávirka RLÚ-úrslitið og hvussu ítøkiligu inn- og útgjøldini fara fram í tíð og
harvið ávirka nettokassaúrslitið.
Peningamongdin
Skilt verður millum fleiri mát yvir peningamongdina. Tað mest einfalda er tað sum húsarhaldini og virkini
hava av seðlum, myntum og innistandandi í peningastovnum. Viðhvørt er støddin á peningamongdini (og
ikki rentan) mál fyri peningapolitikkinum í einum landi, ið kann reka peningapolitikk. T.d. í USA umleið
1980.
Primerar vinnur
Vinnur sum landbúnaður, fiskivinna og námsvinna, eisini kallað tilfeingisvinnur. Framleiða vørur úr
náttúru tilfeingi. Sí sekunderar og tertierar vinnur.
Prís-elastisitetur
Lutfalslig broyting í eftirspurningi/lutfalsig broyting í prísi; er talið numeriskt størri enn eitt, er
eftirspurningurin elastiskur; er talið numeriskt minni enn eitt, er eftirspurningurin prís-óelastiskur. Ein
príslækking fyri prís-elastiskar vørur gevur vøkstur í søluinntøkum, og øvugt tá tað sn�½r seg um prís-
óelastiskar vørur. Sí inntøku-elastisitetur. Marglætisvørur eru vanliga prís-elastiskar, og neyðsynjarvørur
prís-óelastiskar.
Prísvøkstur (inflasjón)
Prísvøkstur merkir, at prísirnir á vørum og tænastum yvirhøvur hækka líðandi yvir tíð.
Rentumunur
Munurin millum inn- og útlánsrenturnar hjá peninga- og fíggjarstovnum í miðal. Rentumunurin er
t�½dningarmesta inntøkukeldan hjá peninga- og fíggjarstovnum. Eisini kallað rentumarginalur.
Rentuspennið
Munurin millum rentuna í tveimum londum ella landabólkum. T.d. munurin millum rentuna Føroyar mugu
gjalda í sambandi og lántøku, og rentuna Danmark má gjalda í sambandi við lántøku.
RLÚ-úrslit
Stytting fyri rakstrar-, løgu- og útlánsúrslit landskassans. RLÚ-úrslitið er munurin millum landskassans
inntøkur og útreiðslur uppgjørt eftir meginreglunum í landsroknskapinum. RLÚ-úrslitið viðvíkur
roknskapinum hjá landskassanum (sí landsroknskapurin). RLÚ 1 fevnir um vanligar postar. RLÚ 2a fevnir
um vanligar og óvanligar postar, tó ikki flytingar til Búskapargrunn. RLÚ 2b fevnir um vanligar og
óvanligar postar, herundir eisini flytingar til Búskapargrunn.
Sekunderar vinnur
Vinnur sum framleiða vørur, herundir byggarí og ídnaður. Sí primerar og tertierar vinnur
Skattur og avgjøld
Kravd gjøld til tað almenna uttan nakra ávísa ella serliga mótveiting frá tí almenna.
51
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0052.png
Orðalisti
Skuld
Upphædd sum búskaparlig eind (t.d. fyritøka, persónur ella land) skyldar aðrari búskaparligari eind.
Sosialir grunnar (Almannagrunnar)
Arbeiðsloysisskipanin (eisini kallað ALS), Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (eisini
kallaðar, AMEG, SAMEG ella AMG), Barsilsskipanin og Heilsutrygd.
Staðfestur almennur grundrakstur
Staðfestur almennur grundrakstur verður í hesum føri l�½stur sum staðfest alment úrslit frádrigið
nettorentuútreiðslur (rentuútreiðslur minus rentuinntøkur). Verður enskum/donskum nevnt “general
government primary balance” og “faktisk primær saldo”.
Staðfest alment úrslit
Almenna úrslitið vísir avlop ella hall hjá tí almenna og verður l�½st sum munurin millum almennar inntøkur
og útreiðslur. Uppgerðin fylgir teimum leiðreglum, sum tjóðarroknskapurin verður uppgjørdur eftir. Tað
almenna fevnir um heimast�½risfyrisitingina, kommunufyrisitingina, ríkis-fyrisitingina og sosialar grunnar.
Verður á enskum/donskum nevnt “general government overall balance” og “faktisk offentlig saldo”.
Staðfest framleiðsla
Virðið á vørum og tænastum frá marknaðarligari framleiðslu, framleiðslu til egna n�½tslu og aðrari
framleiðslu, sum ikki er marknaðarlig. Framleiðsla er ikki tað sama sum søla. Til dømis er framleiðsluvirðið
í handilsvirki ikki sølan, men sølan minus innkeyp av handilsvørum (brutto-vinningur). Í frágreiðingini
verður bruttovirðisøkingin úr tjóðarroknskapinum n�½tt sum vísital fyri framleiðslu. Bruttovirðisøking ella
bruttotjóðarúrtøka verða sum oftast brúkt sum vísitøl fyri framleiðslu. Verður enskum/donskum nevnt
“actual output“ og “faktisk produktion”.
Strukturel saldo (yvirskot ella hall),
sí konjunkturjavnað alment úrslit (cyclically adjusted budget
balance), alment úrslit sum ikki er treytað av konjunkturi (er ein roknað stødd).
Strukturelt arbeiðsloysi,
arbeiðsloysi sum ikki er treytað av konjunkturi (er ein roknað stødd).
Strukturelt arbeiðsvirkni,
arbeiðsvirkni sum ikki er treytað av konjunkturi (er ein roknað stødd).
Tað almenna
Landið (landskassin), kommunurnar, sosialir grunnar, ríkisfyrisitingin, almenn og kommunal partafeløg.
Tað almenna fevnir sostatt um heimast�½risfyrisitingina, kommunufyrisitingina, ríkis-fyrisitingina og
sosialar grunnar. Heimast�½risfyrisitingin fevnir um landsstovnar, meðan kommunufyrisitingin fevnir um
kommunurnar og kommunustovnar. Ríkisfyrisitingin fevnir um donsku ríkistovnarnar í Føroyum, og
sosialu grunnarnir eru Arbeiðsloysisskipanin, Arbeiðs-marknaðar-eftirlønargrunnurin, Barsilsskipanin og
Heilsutrygd.
Tertierar vinnur
Vinnur sum framleiða og selja tænastur, herundir tað mesta av almenna geiranum. Sí primerar og
sekunderar vinnur.
Tøk bruttotjóðarinntøka
Sí frágreiðingina undir bruttotjóðarúrtøka
Uppsparing
Munurin millum inntøku og n�½tslu hjá ávísari búskaparligari eind (t.d. einum húsarhaldi ella eini fyritøku).
Útboð
Vørunøgdin tilsamans og tænastur, ið eru tøk at keypa hjá húsarhaldum, vinnuni, tí almenna og
umheiminum. Í makrobúskapi: framleiðslukapasiteturin (útboðskapasiteturin) í búskapinum
52
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0053.png
Orðalisti
Virðisøking
Munurin á virðinum á framleiðsluni og virðinum á n�½tslu í framleiðsluni.T.e. tað virðið, ið verðru lagt
afturat virðinum á n�½tsluni (t.d. rávøru) við góðsking í framleiðsluni. Sí Bruttovirðisøkingin (BVØ) í
støðisprísum.
53
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0054.png
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum hin 3. september 2018
Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum hin 3. september 2018
Neyðugt við betri st�½ring av almenna búskapinum
Búskaparráðið hevur saman við Hagstovuni endurmett vøksturin í BTÚ í leypandi prísum fyri í ár.
Búskaparráðið metir nú vøksturin í ár at verða 1,8%, sum er nakað hægri enn í undanfarnu frágreiðing,
tá hann varð mettur til 0,5%.
Henda broytta meting av vøkstrinum í BTÚ fyri í ár stavar frá n�½ggjum fortreytum. Útlit eru fyri einum
falli í útflutninginum í ár, vegna minkandi kvotur, minni tøku í alivinnuni og lægri prísir í summum bólkum,
sum dregur vøksturin niður. Hinvegin er tað ein øking í innlendska eftirspurninginum, sum dregur
vøksturin upp.
Kommunurnar hava í miðal havt størri útreiðsluvøkstur til annað enn eldrarøkt enn landið. At eldraøkið
varð lagt út til kommunurnar, er tískil ikki einasta orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hesin kommunali
útreiðsluvøksturin bendir sostatt á tvørrandi fíggjarpolitiska st�½ring, serliga í kommunala geiranum.
T�½ðiligur vøkstur sæst í íløguútreiðslunum undir almennum ræði árini 2016 til 2018. Hesin stavar bæði
frá landi, kommunum og fyritøkum, ið tað almenna ræður yvir. Íløgurnar hjá fyritøkum undir almennum
ræði eru vaksnar nógv síðani 2015.
Eins og við almennu n�½tsluni sæst, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði tá tað
sn�½r seg um land, kommunur og fyritøkur undir almennum ræði.
Hvørki kommunurnar sínámillum, land og kommunur sínámillum ella landið einsæris hava gjørt nakað
munagott fyri at sleppa undan yvirupphitingini í byggivinnuni. Kortini er hetta bert ein spurningur um
raðfesting av almennum íløgum yvir tíð. Nakrar hálvalmennar íløgur hava tó verið útsettar og nakrar
privatar íløgur burturtrongdar, tvs. útsettar til meira av íløgu møguliga seinni kann fáast fyri sama pening.
Frásæð skuldarloft, hevur landið ongan møguleika at ávirka avgerðir kommunanna í byggimálum, og
heldur ongan møguleika at áseta karmar fyri íløgu- ella rakstrarútreiðslur kommunanna. Hetta, saman
við lítlum kommunustøddum, ger føroysku kommunuskipanina óhepna.
Búskaparráðsfrágreiðingin er at finna á heimasíðu Fróðskaparsetursins/Búskaparráðsins:
https://www.setur.fo/fo/setrid/samstarv/buskaparradid/buskaparfragreidingar/
Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til várfrágreiðingina 2018, kann viðkomandi venda sær til Sverra
Hansen, formann, á tlf. (00299) 55 41 32
54
FÆU, Alm.del - 2018-19 (1. samling) - Bilag 2: Indberetning nr. 5, fra Rigsombudsmanden på Færøerne
1955647_0055.png
English Summary
English Summary
Together with Statistics Faroe Islands, the Economic Council has adjusted its assessment of growth of
GDP in current prices for the current year. The Economic Council now estimates the growth to be 1.8%,
somewhat higher than the expected growth of 0.5% in the previous report.
This revised assessment of growth in GDP for this year is due to new conditions. A decline in export is
expected this year because of shrinking quotas, decrease in fish farming harvests and lower prices in
certain groups, all of which hampers growth. At the same time, an increase in domestic demand boosts
growth.
In average, expenses other than for elder care have grown more in the municipalities than in the central
government. That elder care has been transferred to the municipalities is therefore not the only reason
for the massive growth in expenses. As such, the growth in municipal expenses suggests a lack in fiscal
policy management, especially in the municipal sector.
Growth in public investments from 2016 to 2018 is clear and evident. This stems from investments made
by the central government, the municipalities and by publicly controlled companies. Investments by
publicly controlled companies has increased significantly since 2015.
As is the case in public expenses, so public investments are also positively correlated with the business
cycle, be it in investments made by the central government, the municipalities or by publicly controlled
companies.
Neither intermunicipal, central governmental-municipal or central governmental efforts have been made
to significantly curb overheating in construction, even though this is simply a matter of making long-term
investment priorities. Though, a few semi-public investments have been postponed, and some private
investments have been halted, i.e. postponed until more can be achieved with the same amount of
investment expenditure.
Apart from debt ceilings, the central government has no mechanism to influence municipal decision-
making regarding construction, nor can the central government stipulate municipal frameworks for
investments or operating expenses. This, together with the diminutive size of many municipalities, makes
for an unfortunate municipal structure in the Faroe Islands.
55